Áki Bertholdsen
- Ongantíð betri, at vápnalógin verður herd.
Ólavur Weihe, stjóri hjá Jógvan Weihe, sum selja byrsur, heldur, at tað er í fínasta lagi, at vápnalógin verður skerpað.
Í Sosialinum beint fyri jól greiddi Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í innlendismálum, frá, at arbeitt verður við at herða vápnalógina.
Í fyrstu syftu er ætlanin, at allar byrsur, sum verða seldar, skulu skrásetast, so at tað er skrásett, hvør keypir byrsu og hvørja byrsu, hvør eigur.
Samstundis er ætlanin, at øll, sum keypa byrsu, skulu prógva, at tey hava verið á skeið í at handfara byrsu.
Hesin tekur stjórin hjá Jógvan Weihe undir við.
- Ongantíð betri, at vit fáa skipað viðurskifti á økinum og at vit, sum selja byrsur, ikki skulu taka støðu til, hvør skal sleppa at keypa byrsu og ikki.
- Sum viðurskiftini eru í dag, er tað ov óskipað.
- Vit taka undir við, at øll, sum keypa byrsu skulu skrásetast og at tey skulu hava verið á skeiði, sigur hann.
Kunnu ikki nokta
Hann sigur, at sum støðan er nú, kunnu øll, sum eru 18 ár, keypa sær eina byrsu.
- Vit hava ikki loyvi at nokta at selja einum 18 ára gomlum fólki eina byrsu, hóast vit kenna viðkomandi og halda, at tey ikki eru skikkað at eiga byrsu.
Ólavur Weihe sigur, at tað er eisini komið fyri, at tey hava ringt á politistøðina at vita, hvussu tey skulu gera, tá ið fólk hava staðið við diskin og vilja hava byrsu til keyps, hóast vit halda, at viðkomandi er ikki skikkað at eiga vápn.
- Men boðini frá løgregluni eru hvørja ferð tey, at eru viðkomandi 18 ár, hava vit ikki rætt at nokta at selja teimum byrsu.
Kortini leggur Ólavur Weihe stóran dent á, at tey allar, allarflestu, sum keypa byrsu, eru hampafólk, sum als ongar ætlanir hava um at brúka hana til annað endamál enn tað, byrsan er ætlað til.
Keyparar skulu góðkennast
Hann sigur, at hóast tað ikki er krav, at byrsur skulu skrásetast, hava tey hjá Jógvan weihe gjørt tað, at tey hava skrásett byrsuna.
Men tað er ikki nøkur kravd skráseting og keyparin hevur ikki skyldu at upplýsa rætt og sølumaðurin biðjur ikki um samleikaprógv.
Kortini sigur han, at tey kenna fólk og at tey vitað ikki um, at nakar hevur givið teimum ósannar upplýsingar.
- Vit spyrja um navn og føðingardag og so skráseta vit nummarið á byrsuni, Hvat síðani verður av byrsuni, vita vit einki um.
Hann sigur, at sum hann hevur skilt tað er ætlanin, at hevur onkur hug at keypa byrsu, fer viðkomandi í ein handil, sum seljur byrsur og velur sær eina byrsu.
- Síðani skal seljarin fylla skjøl út við skrásetingarnummari og øðrum upplýsingar um byrsuna, sum viðkomandi síðani fer til myndugleikarnar við og fær eina góðkenning til at ogna sær hesa byrsuna.
- Keyparin fer so aftur í handilin við váttanini um, at hann er góðkendur til at keypa hesa ávísu byrsuna.
Smidlig skipan
Ólavur Weihe sigur, at tey eru einaferð biðin um at koma á fund við Rættarnevndina hjá Løgtinginum um broytingar í vápnalógini.
- Eitt, sum varð umrøtt á tí fundinum, var at gera gera eina smidligari fyri tey, sum hava skjóting sum ítróttargrein.
- Skalt tú hugsa um skjóting sum ítrótt, og koma nakran veg, er tað ov seint at byrja 18 ára gamal.
Hinvegin heldur Ólavur Weihe, at verður vápnalógin herd, eiga myndugleikarnir eisini at hugsa um luftbyrsur.
- Í Danmark er bannað at eiga lyftbyrsu við størri høglum enn 4,5 mm. Tann, sum vil hava kraftigari høglbyrsur, skulu hava veiðiprógv, tí í dag fáast luftbyrsur, sum eru líka kraftigar sum riflur, sigur stjórin í Jógvan Weihe.
MYNDATEKSTUR:
Skerpað eftirlit
- Tað er í fínasta lagi, at eftirlitið við skotvápnum verður hert, sigur Ólavur Weihe hjá Jógvan Weihe, har tey eisini selja byrsur. Myndina tók Birgir Waag Høgnesen










