Serundirvísingin má umskipast

Í grannalondum okkara verður skipanin við serundirvísing skuldsett fyri at gera børn til ?outsidarar? og mælt verður til aðra skipan, har børn ikki fara úr skúlatímunum og har m.a. sálarfrøðingar spæla annan leiklut

Og eisini í Føroyum eru røddir, sum taka undir við hesum hugsanum og sum meta núverandi skipan vera ótíðarhóskandi og ikki til frama fyri børn og skúla.
Í Danmark er tað serundirvísingin og børn við serligum tørvi, sum eru á breddanum og bløðini eru á tremur um evnið. Serliga ein kanning hjá Niels Egelund professara, hevur vakt ans. Hann mælir til, at færri diagnosur verða settar, heldur skal arbeiðsorkan nýtast øðrvísi og næmingar skulu ikki takast út úr flokshølunum, tí hetta setur næmingar uttanfyri í flokshøpi og teirra sjálvsvirði lækkar.
                      Greinar í Berlingske Tidende 15. og 16.  februar taka evnið upp. Niðurstøðan er, at serundirvísingin í skúlunum tekur sjálvsvirðið frá næmigunum og fær næmingarnar at kenna seg øðrvísi og uttanfyri felagskapin í skúlanum. Hetta verður bygt á kanningina hjá Niels Egelund.
                      Mett verður, at í Danmark er talan um eina ?diagnostiseringsmentan?, sum m.a. sæst á, at í Danamrk eru 10 ferðri so nógvir sálarfrøðingar, sum í Svøríki, har kanningin vísir, at næmingarnir har ikki í sama mun sum í Danmark kenna til nevndu fyribrigdi.
                      Í Svøríki tekur skúlaleiðarin avgerðina um serundirvísing saman við foreldrum, men í Danmark skal fyrst ein sálarlig kanning til, og hetta metir Egelund førir til, at barnið kann kenna seg stemplað sum øðrvísi.
                      Øll skipanin skal takst við í Danmark og tað tekur langa tíð, mánaðir. Mett verður, at um lesivegleiðarin og sálarfrøðingurin ístaðin komu í flokkarnar og hjálptu lærarunum, høvdu næmingarnir ikki fingið kensluna av at kenna seg býttar og teir høvdu møguliga ikki lagt til merkis, at teir fingu serundirvísing, verður sagt í greinunum.
                      Eisini kemur fram, at tað í stóran mun eru foreldur, ið krevja serundirvísing og sálafrøðiliga hjálp, men mælt verður frá at síggja hetta sum einastu loysn, tí tað eru aðrir møguleikar.
 
Støðan í Føroyum
Í Føroyum hava dømi verið frammi um, at skipanin á økinum sum heild ikki virkar nóg væl. Sendingin t.d. um Marthu í Svf fekk lív í kjakið kring landið.
Eins og í Danmark, so eru eisini í Føroyum eru røddir, sum tala fyri broytingum í skipanini. Vit hava hitt Magnus Hansen, sum í hálvttriðja ár var skúlastjóri á Sernámsdeplinum. Hann er lærari og sálarfrøðingur og er í dag farin aftur í gamla starv sítt sum lærari í Vágs Skúla.
Ulf Nordlund er tónleikalærari í Suðuroynnii og er annars eisini útbúgvin serlærari. Ulf hevur fleiri ára royndir við sínum undirvísingarhættum, sum hava givið góð úrslit og hugsanin við tónleikaundirvísingini er sambært Ulf eisini, at hetta styrkir í øðrum fakum og eisini næmingar, sum her uppliva felagskap.
 
 
- Orsøkin til støðuna er, at diagnosa skal fáast, áðrenn nakrir pengar eru at fáa. Støðan er kanska ikki líka ring í Føroyum, sum í Danmark, men tendensurin er hin sami; eingin diagnosa, eingir pengar, sigur Margnus Hansen.
 
-Kanska hevði tað verið eitt hugskot at gjørt sum sagt verður í greinunum ? at latið skúlaleiðslurnar eisini umsita játtanina til serligan tørv og uttan at leggja nakran undir nakað, so er helst ein góð mynd at nýta her, at næmingar sum nú er verða tiknir til gísla, tá ið pengar skulu verða játtaðir og hetta er ikki nøktandi, sigur Magnus Hansen.
 
- Skipanin sum heild er stirvin og krevur óivað broytingar, sigur Magnus Hansen um sínar royndir sum skúlastjóri á Sernámsdeplinum.
- Okkurt av hesum, sum er frammi í føroyska kjakinum nú, var uppi fyri tveimum árum síðani, men tað er bara einki hent enn. Tað vísir seg, at tað skal ein sending í sjónvarpi til, áðrenn gongd kemur á, sigur Magnus Hansen.
 
- Sálarfrøðingarnir eru ovbyrjaðir av arbeiði, sum fyri tað mesta er at diagnostisera, kanska hevði teirra vitan og royndir komið meira til sín rætt, um teir høvdu virkað sum konsulentar í flokshølunum. Hetta hevði óivað verið ein betri loysn bæði fyri skúlan og fyri teirra egna arbeiði, siga Magnus Hansen og Ulf Nordlund.
 
Tónleikur stimbrar
-         At fáa næmingar við serligum tørvi til tónleikaundirvísing er stimbrandi fyri hini fakini eisini, vísa royndir. Og so gera tey nakað í flokki, og tað hevur týdning. Júst hetta við at gera nakað saman hevur týdning og í mínanri verð hava einkult tímar við næmingum ongantíð givið ta stóru meiningina og betri úrslit fáast við at hava felagstímar, sigur Ulf Nordlund, sum leggur dent á, at hann her sipar til, at munur ikki verður gjørdur á nýbyrjarum og royndum næmingum, tí sjálvsagt er hann ikki beinleiðis ímóti einkulttímum í tónleikaundirvísingini. Eisini ger Ulf vart við, at hansara íkast til kjakið er frá einum sjónarhorni, sum hevur við tónleikin at gera.
 
- Tað er einki at taka seg aftur í, at tað hjálpir, tá tónleikur er inni í myndini, og tí er tað eina roynd vert a knýta Fólkaskúlan og Musukkskúlan tættari saman, metir Ulf Nordlund.
 
 
Magnus Hansen og Ulf Nordlund eru samdir um, at tað at taka børn út úr tímunum  lækkar sjálvsvirði hjá børnunum og er ein vána loysn.
 
                      - Vit eiga ikki at taka børnini úr tímunum og stempla tey sum ?serbørn?. Betri er at hava tey í felagskapinum, har tey ikki kenna seg sum nakað serstakt, men hinvegin eru við í nøkrum sum eydnast saman við øllum hinum, sigur Ulf Nordlund.
 
- Áhugavert hevði verið við evnisdegi um evnið. Hesin kundi møguliga verið í Suðuroynni. Fyrilestrahaldarar úr Føroyum kundu lagt fyri og møguliga kundu børn spælt tónleik. Kjak kundi verið og tað góða er, at vit hava serfrøðingar í landinum og okkum nýtist ikki at leita aðrastaðni eftir fólki at koma hendaveg at hava fyrilestur, sigur Ulf Nordlund, sum arbeiðir víðari við hugsanini um slíkan evnisdag.
 
 
FAKTA
Nýggj kannig í Danmark hjá  Niels Egelund, professara, sigur, at serundirvísing ger næmingar til útskot - ?outsidarar?, ið verða settir uttanfyri flokkin og teirra sjálvsvirði lækkar. Mælt verður frá at taka næmingar út úr flokkunum til serundirvísing. Næmingar, ið fáa serundirvísing, verða sagdir at kenna einsemi, kenna seg sum útskot ? outsidarar, teir hoyra ikki heima og tíma ikki í skúla.
Mælt verður til serlærarar í flokkinum, sum stuðla læraran, og sálarfrøðingar skulu út í flokkarnar at hjálpa lærarunum. Næmingarnir sleppa soleiðis undan at fáa diagnosu, sum kann vera ein skakandi uppliving.
                      Støðan í Føroyum er ikki betri ella verri enn í Danmark, siga tveir serfrøðingar við Sosialin, men føroyska skipanin verður søgd at vera stirvin og tørva broytingar. Ætlanin er at skipa fyri evnisdegi hesum viðvíkjandi.
 
Magnus Hansen er lærari og sálarfrøðingur og røkti í hálvttriðja ár starvið sum skúlastjóri á Sernámsdeplinum.
Ulf Nordlund er tónleikalærari og eisini útbúgvin serlærari. Hann hevur góðar royndir við sínum frálæruhættum innan tónleikin.