ferð, um teir ikki lógu og beistaðust í ovfarakæti á gólvinum ella í onkrari song. Eg minnist henda leikin sum nakað av tí vakrasta, sum eg havi upplivað. Til føðingardagar og viðhvørt annars fingu vit okkurt [...] Charlie Chaplin. Viðhvørt lukkaðist tað okkum at fáa Louis at fortelja um merkisverdar upplivingar. Louis greiddi livandi frá um ta ferðina hann var á haruveiðu og kom fram á eina snjóuglu, sum knappliga [...] "Skulu tit egna?" Hann mundi halda, vit sóu nakað vesaligir út til at klára hetta jobbið. Tá trein Oddmar fram og segði við myndugleika: "Bíða nú, eina ferð má vera fyrstu ferð!". Oddmar riggaði so til,
minkað og nú skuldi eg biðja um farloyvi. Tá eg so hevði sagt tað, tókst tú um meg, mussaði meg á kjálkan og segði, at tú so hopaði, at tað var ein lítil Robert, hvat tað so eisini, til tína gleði bleiv [...] góður við tykkum øll og tit hava øll, nógv góð minnir um hann. Til tín góða Frynhild og børn tíni, ið hava verið sera nógv um Bobby tey seinastu árini. Takk fyri at tit vóru so góð við hann. Eisini tykkum [...] sjúkur og við árslok 1995, avgjørdu tit at halda uppat við heilsøluni. Til alla lukku, knýtti tú seinni vinarbond við Frynhild og fingu tit nøkur góð ár saman. Tit vóru fleiri uttanlandstúrar, sum tú var
í minninum so leingi vit liva. Tú vart sonur Janu og Dánjal Petur Højgaard í Rituvík – og vart næstyngstur av tíggju systkjum. Nú eru øll tit systkini farin – tit vóru øll okkara varðar, so sera hugnalig [...] 1953 og tit fingu 8 børn, harav eg var yngsta dóttur. Pabba, tú vart ein fyrimynd fyri okkum øll uppá so nógvar mátar. Tú vart sera humoristiskur og sást oftast tað stuttliga í tilveruni. Tú vart so nærlagdur [...] nøkur byrða fyri nakran. Sjálvt um tú vart nógv burtur, eins og aðrir føroyskir sjómenn, so føldist tú altíð nærverandi atlíkavæl. Tað var altíð so spennandi tá tú so komst heim frá skipi, tí tá hevði
tá eg soleiðis siti og hugsi. Tað var so hugnaligt at hoyra teg og mammu tosa. Altíð so vinarliga. Tit stóðu hvørjum øðrum sera nær. Men lítillátin sum tú var, so gjørdi tú ongantíð nógv burtur úr tær [...] upp á Egg. Tú, eg og Lisa. Tú visti so nógv at siga frá. Sum barn var eg von at standa niðri í bygdini, og tað var so mangan, tú kom gandandi út eftir ella heimeftir, so fekk eg eina krónu í hondina. Nógv [...] at fáa teg inn á gólvið. Onkuntíð bleiv tað bara til eitt stutt prát í hurðini, og so var tú úti aftur. Men eisini, so sat tú eina góða løtu. Vit her í húsinum hava kent teg alt vit kunnu minnast, og nógvar
er sagt um ein stað í tí høga Har ei sjógvarnir bróta um strendur Har ei vandar um pínslur meg møða Um eitt bil ja so eri eg har Eg má undrandi lovsangir syngja Tá eg hugsi um himmalska heimið Um enn mangt [...] sum tú sjálvur greiddi frá, so bleivst tú borin á lógvum alt tað, tú kundi minnast. Tú fórst út at sigla bert 15 ára gamal. 23 ára gamal blivu tú og mamma so gift og tit fingu 7 børn saman ? ein stóran [...] hevði brúk fyri ella ivaðist í ? ja so ringdi tú altíð til mín. Altíð vart tú so glaður, tá beiggjarnir komu at vitja. Kaffi bleiv sett yvir og so skuldi tosast um seyð ? hvør bráðari enn annar ? eg minnist
nøkur minningarorð um mín góða vinmann Sigurd Bærentsen. Orð eru fátøk verður sagt, og er tað so satt sum tað er sagt. Sigurd vaks upp í einum góðum heimi. Har fekk hann sína barlast, so kjølfestið var hitt [...] Hetta sást so væl, nú Sigurd lá illa sjúkur, hvussu hon ofraði seg fyri hann. Eg veit, at tað er ein styrki fyri tykkum foreldur, sum eru farin væl um tey níti, og Sólvu og dreingirnar, tit skulu møtast [...] bygdarráðið høvdu okkurt at tosa um. Ella hann hevði eitt hvørt at bera fram fyri Útróðrarfelagið. Eisini á sambýlinum á skerðinum um jóltíðir, tá ið vit saman við teimum so fyrikomandi starvsfólkum, búfólkum
blað. Eg minnist so mangar løtur saman, har ið tosað bleiv um alt møguligt, um hvussu familjukærur hann var, og hvussu hann elskaði síni kæru. Hann hugsaði ikki bert um dagin í dag, sjálvt um vit bert eiga [...] sjónum. Eg helt, at tað møguliga bleiv eitt sindur lættari at samla tankarnar um at skriva, tá ein tíð var fráliðin, men so er ikki. Tað er ikki ein dagur, hvar hugurin ikki reikar aftur til tíðir, ið vit [...] Grias Ellingsgaard. Tey fingu trý børn, Esmar, Guðrið og Anna Mariu, og tey kundu gleðast saman við fýra ommu- og abbabørnum. Tey fyrstu árini búðu tey í Fuglafirði, fluttu so út til Gøtu í barnaheimið
ringja oman til abba og siga, at úthurðin var farin. Og so mistu vit telefonina! Abbi var skjótur niðan og saman við abbabeiggja og Markus fingu teir neglt eina plátu uppfyri. Ta náttina var hann uppi [...] av. Eg minnist eisini um heystarnar, at abbi og Eyðun flettu seyð í kjallaranum hjá ommmu og abba. Abbi var altíð í sving við okkurt. Var tað ikki at passa kríatúr hjá mamba, so var tað at sláa kirkjugarðin [...] mest. Somuleiðs sendi eg mína heilsu til tykkum - mammu, Eyðun og Magnus. Tit ,sum hava mist tykkarar pápa, hann sum stóð tykkum so nær. Og somuleiðis til míni systkin, sum hava mist tann besta abban og langabban
og skrivað um teg í fleiri vikur, so nógv høvdu vit bæði saman, men so skuldi ikki verða, vit fingu 32 fantastisk ár saman... Góði Robert, eg havi goymt øll minnir í mínum hjarta, sjálvt um hjartað er [...] tað var tí, at eg var so góð við teg, og tað visti tú eisini væl, vit bædi høvdu so nógv saman.... Tá tú vart 16 ára gamal, fórt tú til DK Sønderborg at ganga í skúla fyrst á EUC og so á handilsskúla. Haldi [...] Árið 2005 kom tín gullklumpur til verdina, Joey, og hann betýddi alt í tínim lívi. Tit báðir vóru so góðir, tað var so stutligt at tosa við tykkum báðar á Skype. Joey sat og vinkadi til fastur og segði
vit vóru hjá tær á pleyguheiminum, og sjálvt um tað mangan vóru tungar løtur, so vóru tær samtíðis so ótrúliga gevandi. Tú var so avklárað við alt, lá har so friðfull, vit spældu tónleik, sum vit vistu [...] ferðast á Ulvervej. Tað var so hugnaligt, vit plagdu at fara túrar, ofta sótu vit úti um kvøldarnar, tá tað var gott veður. Eg hugsaði mangan, um tú mundi orka allan gangin, vit vóru so nógv, men spurdi eg teg [...] trygg. Eg sakni teg so ótrúliga nógv mamma, tú fylti so ótrúliga nógv í okkara lívi. Serliga sakni eg teg nú, tí um tú hevði verið á lívi, hevði tú havt føðingardag tann 22. november og so jólini, sum nærkast