Ringt er at koma norður til Mikladals og vita, at tað manglar ein persónur, sum vit ikki skulu síggja meira.
Abbi, eg dugi ikki at ímynda mær, at tú ikki ert ímillum okkum meira.
Abbi var sum ein pápi fyri okkum sytkini. Altíð var hann fúsur at gera skúlating saman við mær og Ellkin, tá ið vit gingu í skúla.
Abbi róði nógv út, og tí var tað altíð abba, vit spurdu um líkindi, tá ið vit skuldu yvirum fjørðin.
Jú, abbi var altíð fúsur at hjálpa. Í ódn og í long var hann uppi í Heygum og gav kríatúrunum hjá Eyðuni mamba.
Eg minist, tá ið ódn var í 1988, og mamma var einsamøll við okkum systkjunum, at úthurðin hjá okkum fór. Manna fekk bara stundir at ringja oman til abba og siga, at úthurðin var farin. Og so mistu vit telefonina!
Abbi var skjótur niðan og saman við abbabeiggja og Markus fingu teir neglt eina plátu uppfyri.
Ta náttina var hann uppi hjá okkum, til tað ringasta var hasað av.
Eg minnist eisini um heystarnar, at abbi og Eyðun flettu seyð í kjallaranum hjá ommmu og abba.
Abbi var altíð í sving við okkurt. Var tað ikki at passa kríatúr hjá mamba, so var tað at sláa kirkjugarðin ella at sláa niðri við Brúgvarnar, sum var eitt tað seinasta, hann gjørdi áðrenn, áðrenn hann fór heim til Harran.
Eg mnist væl, tá ið vit saman við abba vóru uppi í Dalinum og hentaðu ber. Tað vóru frálíkir túrar, vit høvdu saman við honum.
Abbi var ofta eisini úti í berginum og fleygaði fugl, og tann eina dagin, hann var farin at fleyga havhest, var tað blivið nakað seint. Omma sendi tá babba út at vita, um alt var í lagi.
Tá sat abbi har úti og skrædlaði havhest. Hann hevði fingið umleið 300!
Nú vit hava mist okkara abba, er sorgin stór. Men vit mugu royna at koma viðari. Men tað er hart, og tí fer mín samkensla til tín, góða omma, nú tú hevur mist tann, tú elskaði mest. Somuleiðs sendi eg mína heilsu til tykkum - mammu, Eyðun og Magnus. Tit ,sum hava mist tykkarar pápa, hann sum stóð tykkum so nær. Og somuleiðis til míni systkin, sum hava mist tann besta abban og langabban í verðini.
Abbi var nógv avhildin; tað sást á tí stóra skaranum, sum fylgdi honum til hansara seinasta hvíldarstað.
Abbi, eg saki teg ótrúliga nógv. Takk fyri alt, tú hevur verið fyri meg.
Til seinast vil eg enda við hesum ørindi, sum abbi lærdi meg:
Tað er so gott at kenna Guð
Frá ungum árum av
At veksa, tæna honum alt
sum okkum lívið gav.
Við hesum orðum vil eg lýsa frið yvir minnið um mín elskaða abba.
Hví í friði, elskaði abbi.
Abbadóttir tín, Anita