hevur Hugo Chavez, forseti, gjørt av at vápna stór herlið, so tey kunnu forða einum møguligum amerikonskum álopi. Tað hava vit ongar ætlanir um, sigur ame Fyri nøkrum mánaðum síðani var forsetin í Venesuela [...] Venesuela, Hugo Chavez, á ferð í Russlandi, Spania og Brasil. Tá frættist ikki nógv um ørindi hansara, men nú er komið fram, at hann keypti umleið 50 russisk jagaraflogfør, 40 tyrlur og 100.000 Kalasjnikov-riflur [...] milliónir tunn-ur av olju um dagin, og meiri enn ein triðingur fer til USA. Men sambært amerikonsku herleiðsluni nýtist ongum at stúra fyri, at USA fer at leypa á Venesuela. - Eg havi lisið um hatta í bløðunum
ynski úr Føroyum um meira sjálvstýri, men kortini leggja fót fyri føroysku ætlanini. - Stjórnin hevur biðið landsstýrið um at vera greiðari og at fáa eitt styrkt mandat. Tá ið landsstýrið so ger eftir boðunum [...] lata. - Tað ber ikki til at bestilla blokkstuðul í so og so nógv ár úr Danmark. Hava føroyingar ráð til at leggja eina hálva milliard krónur í ein grunn, so skulu teir ikki hava pengarnar, sigur Pia Larsen [...] fólkarætti heldur, at umdømið hjá Danmark kann líða stóran skaða, um stjórnin vísir ætlanini frá sær og ikki vísir vilja til at samstarva um nýggju ætlanina. Við Berlingske Tidende í gjár segði Frederik Harhoff
fyrra hálvleiki spældi verjan hjá KÍF seg upp, samstundis sum H71-álopið var um at gerast tómt fyri nýggjum hugskotum, og so rann KÍF avstað og legði seg á odda 14-10. Flestu av hesum málunum komu umvegis [...] stórspælið fram og gav liði sínum møguleikan at koma inn aftur í dystin. Teir tóku av og tá ið seinni hálvleikur var hálvrunnin, høvdu teir vunnið seg upp á javnt 19-19. Liðini fylgdust fram til 22-22, [...] skotum, Esbern Patursson við góðum fótskifti og Poul Kjartan Dam við góðum vongspæli, sum bóru H71 fram hesa løtuna, meðan frálíkar yvirgongdir hjá KÍF vóru við til at lata H71-verjuna upp og lá KÍF á henda
golfbreyt. Spurningurin er so, hvussu ein kann fíggja eina slíka golfbreyt. Tað skal ein so eisini kanna í næstum. Jákup Suni Lauritsen sigur, at kemur ein slík golfbreyt til Sørvágs, so fer hon at hava stóran [...] bjóða uppá. Tað er helst so sum sagt verður: Tað ferðast vanliga omanfyri 180.000 fólk um flogvøllin. Hevði ein kunna fingið 10% av hesum at steðga á áðrenn tey fóru víðari, so hevði hetta havt stóra og [...] ynskja, so fer at bera til íðka hesa ítróttargreinina við Sørvágsvatn einaferð í framtíðini. Í øllum hava tveir stigtakarar til fyrstu veruligu golfbreytina verið á fundi við Sørvágs kommunu um at fáa eitt
bert Arsenal 13 minuttir at skjóta málið, sum teir vistu skuldi til, um teir skuldu hava nakran møguleika á Anfield í kvøld. Og so var annars lagt upp til eitt satt brak. Sami Hyypia javnaði við einum [...] Liverpool aftur skjóta seg framum. Hesa ferð við brotssparki. Seinastu løtuna tveitti Arsenal alt fram, og so kundi innskifti Ryan Babel staðfesta sigurin, sum enn eina ferð hevur sent Liverpool í europiska
løtuna var eitt sindur aftur og fram, men Montenegro megnaði ongantíð at seta føroyska sigurin í vanda, og við einum framúr comeback kundu føroysku kvinnurnar stórfegnast um ein ótrúligan 2-1-comeback-sigur [...] dystinum tapti 3-0 ímóti Turkalandi. Føroyar vunnu 5-1-stórsigur ímóti Luksemburg í fyrsta dystinum, so vónirnar vóru góðar til dystin í dag, hóast ein visti av, at Montenegro helst var eitt vet ella bæði [...] javna. Frálíkt uppspæl frá Milju endaði við einum ikki minni frálíkum skoti frá Eyðvør Klakstein, og so var 1-1. Nú kom av álvara lív í føroysku kvinnurnar, og bara tveir minuttir seinni vóru Føroyar aftur
rumenar ferðina upp eina løtu, og fóru fram um aftur. Móti endanum av dystinum misti VÍF alt á gólvið og fóru fimm mál aftur um, sum var í meira lagið, tá hugsað verður um, hvusu gott avrikið hevði verið til [...] mistøk, og spælið gekk illa. Teir komu ikki fram at til veruliga avslutningar, og rumenska liðið kom fram um 8-2. VÍF bardi seg tó aftur í dystin, teir minkaðu um munin til tvey mál við seinasta kastinum [...] renari hondbóltssensatión, tá teir í einum ótrúligum dysti móti Dynamo Bukarest vunnu 17-16. Avrikið var so gott, at tað tolir samanbering við tað besta føroyingar nakrantíð hava avrikið innan hondbólt. Venjarin
bóltin í málið. Í hinum endanum vóru vestmenningar ivaleyst sera fegnir um, at Bárður Nielsen, sum hesu ferð varð valdur fram um Eli Müller, stóð seg eins væl, og tá hann sunnudagin kom inn í dystinum [...] stóð á jøvnum 16-16, og hóast Neistin so dánt megnaði at fylgja við til 19-20, so hevði tú nú varhugan av, at VÍF nú av álvara fór at spíla seg út. Tað gjørdu teir so sanniliga, og neistaliðið, sum nú tóktist [...] mansliðini hjá Neistanum og VÍF, hoyrdust graml um, at hetta neistaliðið sá út til at hava møguleikan fyri tí stóra í hesum kappingarárinum. Skal rætt vera rætt, so var eisini líkt til, at optimistisku áskoðararnir
fyritøkum at fáa útflutning til Kina í lag og at tað fer at lætta um samskiftið ímillum bæði londini. - Kina er ein veldugur marknaður, so vit vóna, at ferðin kann vera við til at leggja støðið fyri enn [...] Alfred Olsen sigur, at tað var rættiliga nógv á skránni á ferðini. Hann sigur, at ferðin var góð, men um nakað er komið burtur úr, ferð bara tíðin at vísa, sigur hann. - Tað er ringt at siga nakað ítøkiligt [...] ítøkiligt beint nú, tað fer at vísa seg sum frálíður, sigur hann. Men hann sigur, at kinesarar vita væl um Føroyar. - Eitt nú eru Føroyar størri útflytari av laksi til kinesiska marknaðin og tað eru kinesarar
staðfestir hann. – Um vit í staðin høvdu fingið eitt stig í Lettlandi og trý í Andorra, høvdu vit hinvegin verið ovurfegnir, so eg veit væl, at hetta er ein kensla, sum er eitt sindur løgin. Um nakrar dagar [...] ótrúliga skuffaður. Heðin Askham skal tó bara hava eina lítla løtu at hugsa seg um í, so hevur hann eitt sindur lættari við at tosa um samlaða avrikið. Og tá sær hann allíkavæl eitt lítið sindur ljósari upp á [...] frammi hava framherjar, ið duga at skjóta mál. So tað teknar gott, heldur hann, samstundis sum hann er sannførdur um, at liðið ikki sleppur at halda fram við øllum spælarunum, sum nú eru við. – Brian Kerr