VÍF stóð sunnudagin fyri eini renari hondbóltssensatión, tá teir í einum ótrúligum dysti móti Dynamo Bukarest vunnu 17-16. Avrikið var so gott, at tað tolir samanbering við tað besta føroyingar nakrantíð hava avrikið innan hondbólt.
Venjarin hjá VÍF, Kári Durhuus, var eisini í sjeynda himli eftir sigurin, og maðurin, sum hevur roynt nógv innan hondbólt, helt, at hetta var nakað av tí størsta, hann hevði verið við til.
Dagin fyri, eftir 5-málstapið, helt Kári eitt sindur frekt fyri, at hann trúði uppá ein 6-málssigur dagin eftir.
Tað gjørdist tað nú ikki til, men VÍF vann.
Mistu alt móti endanum
Fyrri dysturin, sum var leygardagin, vísti, at VÍF kundi spæla upp móti rumenska liðnum.
Álopsspælið hjá VÍF gekk væl, meðan teir í verjuni ikki høvdu rættiligt tak á stóru monnunum hjá Dynamo Bukarest. VÍF fekk nógvar útvísingar, og tað kostaði.
Men hóast tað hildu teir seg stutt aftanfyri rumenska liðið, og miðskeðis í seinna hálvleiki vóru teir frammanfyri við einum máli. Tá settu rumenar ferðina upp eina løtu, og fóru fram um aftur.
Móti endanum av dystinum misti VÍF alt á gólvið og fóru fimm mál aftur um, sum var í meira lagið, tá hugsað verður um, hvusu gott avrikið hevði verið til tá.
Sensatión
VÍF byrjaði sera illa í seinna dystinum, og tey sum óttaðust, at VÍF?arnir ikki fóru at orka tað sama, sum teir gjørdu dagin fyri, høvdu nakað at hava sín illgruna í fyrstu løtuna.
VÍF?arnir gjørdu nógv mistøk, og spælið gekk illa. Teir komu ikki fram at til veruliga avslutningar, og rumenska liðið kom fram um 8-2. VÍF bardi seg tó aftur í dystin, teir minkaðu um munin til tvey mál við seinasta kastinum í fyrra hálvleiki, tá Rógvi Nielsen tveitti bóltin um allan vøllin og í málið.
Eftir steðgin var sama skil hjá VÍF, sum í fyrra hálvleiki. Teir stríddust væl í verjuni, men vóru óneyvir í álopsspælinum. Teir høvdu hópin av kjansum, men misbrúktu einar fimm ella seks opnar møguleikar.
Rumenska liðið dróg frá VÍF og tá fýra minuttir vóru eftir av dystinum, tóktist avgerðin vera fallin. Bukarest var á odda 16-13.
Men við tveimum skjótum málum kom VÍF upp á 16-15. Teir javnaðu, og tá rumenar góvu sær góðar stundir seinastu sekundini at spæla millum sín, bíðaði avgerðin bara. Men Bárður Nielsen (sum stóð sera væl í málinum) bjargaði royndini hjá rumenum.
VÍF fór í álop og í seinastu sekundunum spældi Ingi Olsen (suverent besti spælarin á vøllinum) Sámal Joensen leysan, og hann skoraði við nærmasta stólpa.
So var 17-16 til VÍF, tíðin rann út, og ein hondbóltssensatión var í hús..
VÍF avrikaði nakað ótrúligt sunnudagin, og teir bláu og gulu kunnu kenna seg stolta yvir, at hava fingið besta úrslitið í Europa-Cup hondbólti nakrantíð.