Tað tók bert Arsenal 13 minuttir at skjóta málið, sum teir vistu skuldi til, um teir skuldu hava nakran møguleika á Anfield í kvøld.
Og so var annars lagt upp til eitt satt brak. Sami Hyypia javnaði við einum framúrskarandi stútara eftir hornaspark, og eins framúrskarandi langaði Torres bóltin í málhornið eftir 69 minuttum.
Arsenal hevði tó alla tíðina gott tak á dystinum. Adebayor hevði misnýtt risa-møguleika fyrr í dystinum, men hann sveik ikki, tá Walcott legði bóltin flatt inn fyri málið. Men minuttin eftir kundi Liverpool aftur skjóta seg framum. Hesa ferð við brotssparki.
Seinastu løtuna tveitti Arsenal alt fram, og so kundi innskifti Ryan Babel staðfesta sigurin, sum enn eina ferð hevur sent Liverpool í europiska hálvfinalu.
0-1: Abou Diaby, 13
1-1: Sami Hyypia, 30
2-1: Fernando Torres, 69
2-2: Emmanuel Adebayor, 84
3-2: Steven Gerrard (br.), 85
4-2: Ryan Babel, 90.