Hoyvíkingar eru á gosi í kvøld eftir at næstbesta liðið hjá H71 við 27-24-sigri gjørdi av við KÍF og óvæntað sendi oddaliðið í Atlantic Airways-deildini út úr steypakappingini. Hoyvíkshøllin var stúvað við áskoðarum, tá ið eykaliðið hjá H71 í kvøld hevði møguleikan at spæla seg í steypafinaluna. Teir vóru væl við eftir at bara hava tapt við einum máli, nevniliga 28-29, ímóti KÍF í fyrru hálvfinaluni, og eftir eitt megnaravrik á heimavølli hevur eykaliðið hjá H71 nú spælt seg í steypafinaluna.
Skiftandi leiðsla
Størsta partin av fyrra hálvleiki var tað H71, sum setti støðið og lat KÍF renna aftaná. H71 var fyri tað mesta á odda við einum ella tveimum málum. Serliga vóru tað Halgir Dahl Olsen við góðum skotum, Esbern Patursson við góðum fótskifti og Poul Kjartan Dam við góðum vongspæli, sum bóru H71 fram hesa løtuna, meðan frálíkar yvirgongdir hjá KÍF vóru við til at lata H71-verjuna upp og lá KÍF á henda hátt og lúrdi allatíðina. KÍF fekk heilar tríggjar útvísingar í fyrra hálvleiki allar meiri ella minni neyðugar og í eini roynd at halda einum stórspælandi Halgir Dahl Olsen frá dundurskotunum.
Seint í fyrra hálvleiki spældi verjan hjá KÍF seg upp, samstundis sum H71-álopið var um at gerast tómt fyri nýggjum hugskotum, og so rann KÍF avstað og legði seg á odda 14-10. Flestu av hesum málunum komu umvegis skjótálop. H71 gav tó ikki upp og kom upp á javnt 14-14, áðrenn KÍF gjørdi tað til hálvleiksstøðuna 15-14.
Komu sterkt aftur
Hoyvíkingar vardu væl frá byrjan í seinna hálvleiki og álopsspælið hjá KÍF bleiv nakað fløkt, men við góðum skjótálopum hildu teir leiðsluni væl og eina løtu vóru á odda við trimum málum. Tá fann blaðungi Tóraldur Kollsker í H71-málinum stórspælið fram og gav liði sínum møguleikan at koma inn aftur í dystin. Teir tóku av og tá ið seinni hálvleikur var hálvrunnin, høvdu teir vunnið seg upp á javnt 19-19. Liðini fylgdust fram til 22-22, tá ið H71 legði seg á odda 25-22 og fekk høllina fullkomiliga upp á kók. KÍF visti sær ikki livandi ráð, spældi ótrúliga illa og skoraði ikki eitt mál í næstan 10 minuttir, og við hesum ivasama avrikinum mugu teir bara takka fyri seg í steypakappingini og staðfesta, at eykaliðið hjá H71 við 27-24-sigrinum í kvøld vinnur samanlagt 45-43 og hevur tryggjað sær pláss í steypafinaluni, har Neistin bíðar teimum.
Steypafinalan verður spæld á Hálsi í Havn 11. februar.









