Í minsta lagi eitt fólk fekk skaða, tá ein spreinging var á einum oljupalli, sum er í Meksikoflógva einar 80 fjórðingar úr strondini í amerikanska statinum Louisiana. Guvernørurin í Louisiana, Bobby Jindal [...] Jindal, sigur við CNN, at eldur er framvegis í pallinum, men CNN sigur frá sjóverjuni, at manningin á pallinum hevur fingið tamarhald á eldinum. Sjóverjan hevur sent fleiri tyrlur, eitt flogfar og fleiri
Í Russlandi umhugsa myndugleikarnir at steðga allari flúgving við flogførum av slagnum Tu-154, eftir at eldur kom í eitt flogfar av hesum slagnum á flogvøllinum í býnum Surgut í gjár. Tíðindastovan Tass [...] hann umhugsar at biðja loftferðslumyndugleikarnar banna allari flúgving við Tu-154, meðan vanlukkan í gjár verður kannað.
Í morgun er stór bjargingarvenjing í Nólsoyarfirði. Við í venjingini eru Norrøna, Triton, Brimil, Tjaldrið, Ziska og bjargingartyrlan. Aðrir luttakandi partar eru sløkkiliðið í Havn, løgreglan, Sjóvinnustýrið [...] Smyril Line hevur fingið eina hóttan um, at ein bumba skal vera umborð á Norrønu. Eisini er eisini eldur komin í cafeteria á dekki 5. Av MRCC verður sagt, at venjingin væntandi verður liðug út móti middegi,
doyðu, tá eitt polskt hernaðarflogfar datt niður í gjárkvøldið Vanlukkan hendi har norðuri í landinum, og myndugleikarnir siga, at øll tey 10, sum vóru í flogfarinum, doyðu. Sjónvarpsstøðin TVN24 sigur [...] skuldi seta seg á ein hernaðarflogføll við býin Miroslawiec. Tað datt niður í skógin tætt við lendingarbreytina, og eldur kom í tað beinanvegin, sigur herleiðslan.
løgreglustøðini í Havn, at Kollafjarðartunnilin var stongdur, tí eldur var í einari gravkúgv á busssteðgiplássinum norðan fyri tunnilin. Vandi var fyri, at dekkini á gravkúnni fóru at spreingjast í hitanum, og [...] dekkunum var longu sprongt og var endað einar 30 metrar uppi í haganum. Vaktleiðarin hevur nú latið hoyra frá sær aftur og sigur, at eldurin í gravkúnni er sløktur, og at vegurin nú er opin aftur. - Seinni
at sjálvvirkandi ávaringarskipanin á Faroe Pelagic í Kollafirði er farin ígongd. – Ávaringarskipanin hjá Tórshavnar Sløkkiliði indikerar, er eldur er í onkustaðni á Kollafjørð Pelagic, men teir rokna við [...] við, at talan er um ein tekniskan feil, sigur vakthavandi á politistøðin í Havn. Hann leggur kortini dent á, at tað slík fráboðan kemur, so fer alt liðið sjálvandi avstað, og so kunnu tey bara vóna, at
Tíðliga í morgun boðaði ávaringarskipann hjá Bakkafrost á Norðtoftum frá, at har var eldur í. Løgreglan sigur, at alt varð sett ígongd og tá ið boðað verður frá eldi har um vegir, verður tunnilin ofta [...] ofta stongdir fyri at tryggja, at neyðsendarakfør hava frítt at fara ígjøgnum hann. Í hesum sambandi var Hvannasundstunnilin stongdur, sigur løgreglan. Men tey siga, at tá ið tey komu á staðið, vísti tað seg
kanna málið. Og rætt var, at talan var bara um ein bil, sum gav nógvan royk frá sær, uttan at eldur var í. Nú er tunnilin blástur út og sostatt er koyrandi aftur, sigur løgreglan. [...] Nú er koyrandi aftur ígjøgnum Norðoyatunnilin. Hann varð annars stongdur eina løtu í áðni eftir at nógvur roykur kom úr tunlinum. Men løgreglan metti ikki, at talan var um nakað óhapp, ella nakra vanlukku
ein ramur eldroykur. Eldur var komin í eina garasju við eini sethús, sum liggja fáar metrar frá rennibreytini. Hetta hendi júst tá Bjørk Herup Olsen og tveir aðrir íðkarar kappaðust í 3.000 metrum forðarenning
Í gjár fekk løgreglan eina fráboðan úr Klaksvík um, at roykur stóð úr einari ljósketu, ið eitt nú verður brúkt sum arbeiðsljós. - Eg veit ikki, um her var opin eldur, men roykur stóð úr ljósketuni. Átaksliðið [...] Átaksliðið kom á staðið, men her tørnaði alt væl út. Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at talan var um eina ljósketu, sum lá samanrullað, og tí gjørdist ketan heit. Ein slík ljósketa skal sjálvsagt liggja