Í Russlandi umhugsa myndugleikarnir at steðga allari flúgving við flogførum av slagnum Tu-154, eftir at eldur kom í eitt flogfar av hesum slagnum á flogvøllinum í býnum Surgut í gjár.
Tíðindastovan Tass skrivar, at vanlukkan kravdi trý mannalív, og at meiri enn 30 onnur fingu skaða.
Fleiri vanlukkur hava verið við flogførum av Tupelev-flogførum tey seinastu árini, og sambært tíðindastovuni Itar Tass hevur samferðslumálaráðharrin, Igor Levitin, sagt, at hann umhugsar at biðja loftferðslumyndugleikarnar banna allari flúgving við Tu-154, meðan vanlukkan í gjár verður kannað.