Fyri løtu síðani fór sløkkilið og politibilar ýlandi norðureftir úr Havnini.
Tað er tí, at sjálvvirkandi ávaringarskipanin á Faroe Pelagic í Kollafirði er farin ígongd.
– Ávaringarskipanin hjá Tórshavnar Sløkkiliði indikerar, er eldur er í onkustaðni á Kollafjørð Pelagic, men teir rokna við, at talan er um ein tekniskan feil, sigur vakthavandi á politistøðin í Havn.
Hann leggur kortini dent á, at tað slík fráboðan kemur, so fer alt liðið sjálvandi avstað, og so kunnu tey bara vóna, at talan »bert« er um ein tekniskan feil.