Roykur stóð úr ljósketu

- Talan var um eina ljósketu, sum lá samanrullað, og tí gjørdist ketan heit, og roykur stóð úr henni, sigur løgreglan.

Í gjár fekk løgreglan eina fráboðan úr Klaksvík um, at roykur stóð úr einari ljósketu, ið eitt nú verður brúkt sum arbeiðsljós.

 

- Eg veit ikki, um her var opin eldur, men roykur stóð úr ljósketuni. Átaksliðið kom á staðið, men her tørnaði alt væl út.

 

Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at talan var um eina ljósketu, sum lá samanrullað, og tí gjørdist ketan heit. 

 

Ein slík ljósketa skal sjálvsagt liggja strekt út, soleiðis at ljósini ikki hita hvørt annað og ketuna annars, sigur løgreglan.