Í minsta lagi eitt fólk fekk skaða, tá ein spreinging var á einum oljupalli, sum er í Meksikoflógva einar 80 fjórðingar úr strondini í amerikanska statinum Louisiana. Guvernørurin í Louisiana, Bobby Jindal, sigur við CNN, at eldur er framvegis í pallinum, men CNN sigur frá sjóverjuni, at manningin á pallinum hevur fingið tamarhald á eldinum.
Sjóverjan hevur sent fleiri tyrlur, eitt flogfar og fleiri skip til pallin.
Felagið Mariner Energy, sum eigur oljupallin, sigur, at manningin á pallinum hevur ikki staðfest nakran leka aftan á spreingingina.