10 fólk doyðu, tá eitt polskt hernaðarflogfar datt niður í gjárkvøldið Vanlukkan hendi har norðuri í landinum, og myndugleikarnir siga, at øll tey 10, sum vóru í flogfarinum, doyðu.
Sjónvarpsstøðin TVN24 sigur, at manningin taldi fýra, men tað er ikki greitt, hvørji hini seks vóru.
Herleiðslan sigur, at flogfarið, sum var av slagnum CASA, datt niður, tá tað skuldi seta seg á ein hernaðarflogføll við býin Miroslawiec. Tað datt niður í skógin tætt við lendingarbreytina, og eldur kom í tað beinanvegin, sigur herleiðslan.