Vit føroyingar standa í dag við ein tjóðskaparligan marknastein, og skulu um ikki langa tíð taka støðu til sera týðandi spurningar fyri land og fólk. Fyri øld síðani stóð okkara fólk fyri eini líknandi [...] sjálvi vita hvat er teimum at gagni. Í hesum sambandi er skúlin ein sera týdningarmikil stovnur, helst tann týdningarmesti, ið ikki eigur at vera undirmettur. Hvør einasti borgari í hesum landi fer gjøgnum [...] av tjóðskaparrørsluni er nationalisman, sum m.a. leggur dent á hetjudyrkan. Henda leggur dent á, at tann heimliga hetjan er størri, sterkari, vakrari og klókari enn onnur, og at landsins íbúgvar eru so serstakir
Flogfarið fleyg ikki kl. 13.00 og slett ikki tann dagin. Vit vórðu nú koyrd á hotel fyri náttina. Morgunin eftir er støðan tann, at eitt flogfar fer kl. 7.00, og næsta tíð er kl. 11.00 og nú skuldi eingin ivi [...] Vit vóru heimanífrá av Miðsælandi sunnudagin tann 12. juli kl. 06. Tá høvdu vit hoyrt, at tað var verkfall, men vit høvdu einki annað at gera, uttan at møta rættstundis. Vit skuldu flúgva við Mærsk kl [...] flogfarið klárt at fara og og nøkur av okkum, sum høvdu ferðaseðil 12. juli, sluppu við. Eftir stóð tann størra helvtin, men vit fingu boð um, at Mærsk fór at royna at fáa okkum við einum eykaflogfari. So
eisini var handtikin og førdur inn til Reunion, er ikki heilt tann sama sum hjá Sigmundi. ? Málið við Golden Eagle er ásett at koma fyri rættin tann 4. september. Trupulleikin hjá Sigmundi, er, at tað ikki [...] undrast eisini stórliga á framferðaháttin, sum er nýttur. Meniskjaligar orsøkir Støðan hjá Sigmundi er tann, at hann hevur kært avgerðina hjá »býarrættinum« um ikki at geva honum passið aftur til lokala landsrættin [...] løtuni er hann á starvsnevndarfundi hjá fiskimannadeildini í ITF í London. Í gjár høvdu teir ikki havt tíð at gjørt so nógv við málið um Sigmund, men Óli segði, at teir seinnapartin í gjár ella í dag skuldu
plátufelagið TUTL hevur gjørt av at senda Nalju aftur á marknaðin, so vit aftur kunnu skrála við, tá "Á tann deiliga Havn.." ljóðar. Nú enntá úr fløguspælaranum. Men á fløguni er ikki bara ólavsøkusangurin. [...] Eisini ber til at tralla "...eg verði púra ø-ø-ø-ø-ør" og at droyma afturvið "Einum dýpi av dýrari tíð". Heimlongsul Og so er tað jú eisini nýggja lagið "Heimlongsul", ið óivað er aktuelt fyri Nalju-limirnar [...] løgum, tá bandi kom í 1988. Tó eigur pápi Elina, Jens Pauli Heinesen yrkingina "Eitt dýpi av dýrari tíð". Elin og Kári stóðu eisini fyri røddum og ljóðførum, men aðrir tónleikarar høvdu eisini leiklut. Óli
?Tann seinasti roknskapur hjá landskassanum, sum er liðugur, er tann fyri 1994. ? Sostatt fremur landsstýrið grovt brot á stýrisskipanarlógina. Men samstundis førir tað við sær, at løgtingsgrannskoðararnir [...] útinnandi valdinum, sum er landsstýrið. ? Ja, støðan er enntá tann, at heili tvey landsstýri hava lagt frá sær, uttan at løgtingið hevur havt tann allarminsta møguleikan at kanna eftir, hvussu forsvarliga [...] so long tíð, áðrenn roknskapirnir verða gjørdir upp. Ábyrgd landsstýrismanna er sostatt bara bara eitt eiti, uttan innihald. ?Tað er eisini ómøguligt at stýra einum landi á henda hátt, tí ein tann allarfyrsta
tað ikki er løtuverk at gera eina slupp sum hesa, blivu nógv modellskip gjørd á sanatoriinum. Men tíð, var tað einasta, sjúklingarnir høvdu nokk av, tí mangan vóru sjúkralegurnar langar. Tá á døgum hevði [...] takkaði Per Lave, presidentur fyri Lions í Suðuroy, Poul Johannesen fyri at hann vísti klubbanum tann heiður hann læt tað uppí hendurnar á honum at lata sjúkrahúsinum henda prýðislut.
beinum, enn vit gera í dag, bæði umsitingarliga og búskaparliga. Men hann saknar tann búskaparliga partin og vísir á, at tann búskaparligi parturin, sum hevur verið frammi frá bæði tjóðveldisflokki og fólkaflokki [...] frælsar Føroyar, uttan at verða frælsar, so vil Føroya fólk kenna sína vitjunartíð og siga frá til ta tíð. Tá verður tað so eisini ein uppgáva fyri andstøðuna at greiða fólki frá, hvat hesir menn ætla, og [...] soleiðis at vit alla tíðina kenna út í minsta smálut avleiðingina av hvørjum stigi vit taka. Saknar tann búskaparliga partin Jóannes Eidesgaard sær fyri sær, at vit seta hol á ein veruligan sjálvstýrispolitikk
har vit kunnu ogna okkum alt tað sjálvstýri vit ynskja, og entá endaligu loysingina, um tað til eina tíð skal vera eitt ynski hjá tí føroyska fólkinum. Jóannes Eidesgaard sigur, at hetta er ikki málið hjá [...] tríggjar súlurnar, ákæruvald og rættarskipanin, eru intaktar. Tveir triðingar eru føroyskir í dag, men tann eini er perudanskur. Tað vit siga er: lat okkum fara undir at fyrireika okkum uppá at taka ábyrgd [...] . Eg rokni eisini við, at Høgni Hoydal og hansara fylgisneytar fyrr ella seinni fara at vakna til tann politiska veruleikan og síggja, hvat ber til og ikki. Tað dreymakenda, at tú frá einum degi til annan
honum rakti liðfelagan Henning og fór tí ikki í mál. Sjokkbyrjan Men GÍ brúkti kortini ikki langa tíð til at avgera dystin. Seinni hálvleikur var nóg illa byrjaður, áðrenn bólturin aftur lá í málinum hjá [...] mál, tá slakir tjúgu minuttir vóru eftir av dystinum. Petur Erhard metti, at Símun Petur ? er júst tann styrkurin, GÍ hevur havt brúk fyri ? feldi Jónstein Petersen inni í brotsteiginum, og hóast gøtumenn [...] minuttirnar royndu teir at fáa fleiri mál, uttan at teir heilt stóru møguleikarnir spurdust burturúr. Tann størsta útnyttaði Sámal, sum sostatt kundi seta krúnuna á verkið við at skora til 5-1. Tá vóru eini
Jugoslavia. Tann 29 ára gamli póllendingurin, sum er áleypari, men eisini kann spæla á miðvøllinum, kundi ikki vera við móti TB, tí spæliloyvið hjá honum ikki var komið fram í nóg góðari tíð. Eftir hvat [...] stig. Hvørki av hesum liðunum hava enn vunnið í kappingini, og 30. august skal TB til Fuglafjarðar. Tann dysturin kann geva eina góða ábending um, hvussu leikur fer í tyngra endanum av deildini.