Tannleys suðuroyaruppgerð í Vági

Fótbóltur, 1. deild menn: Hvørki VB ella TB megnaði at fáa mál vesturi á Eiðinum sunnudagin. Bæði liðini vóru ov bangin fyri at tapa lokaldystin, og viljin til at vinna var eisini hareftir

Bæði VB og TB vóru meira áhugað í ikki at tapa heldur enn at vinna, tá tey bæði suðuroyarliðini hittust vesturi á Eiðinum í Vági sunnudagin.

Einki mál kom í dystinum, og spælið legði sum so heldur ikki upp til ta stóru málveitsluna. Bæði liðini vóru varin, og hesin taktikkurin varð ongantíð veruliga sleptur.

TB hevur framvegis sín fyrsta sigur í landskappingini til góðar, og komandi vikuskiftið fáa tvørámenn trupla uppgávu á heimavølli móti oddaliðnum HB.

Hjá VB stendur ikki ov væl til í løtuni. Tað er sera smátt við fólki, men vágbingar hava megnað at bjarga sær somikið nógv stig, at teir skulu vera sera óhepnir, um niðurflyting verður samrøðuevni í Vági.

Men tað er ein sannroynd, at VB ikki roknar við nógv betri endastøðu enn ta, teir hava nú.


Rokeringar

í TB-verjuni

TB-liðið hevur havt ein lítlan flytidag síðani fyrru helvt, og tað hevði millum annað við sær, at Óli Johannesen spældi á aftasta manni móti VB, meðan vanligi sóparin Pól F. Joensen varð fluttur longur fram í verjuna. Hetta riggaði væl, og TB-verjan, sum hevur verið størsti trupulleiki hjá liðnum higartil í kappingini, stóð væl og lat ikki vágbingar koma fram at teimum stóru møguleikunum.

VB-liðið líktist sær sjálvum í útgangsstøðuni, men Milan Culjic, sum ikki er av hepnastu fótbóltsspælarum, keikti sær fótin aftur beint áðrenn hálvleik. Hann kundi ikki spæla meir, og so noyddist málslúkarin hjá VB, Jón Pauli Olsen, aftur á miðvøllin, meðan Bergur Vinther kom inn á álopsplássið hjá Jón Paula. Bergur stóð seg væl, men tað var heilt greitt ein smeitur fyri VB, at toppskjúttin hjá teimum noyddist aftur á miðjuna.


Spælandi venjari uttan spæliloyvi

Ein annar áleypari sat á bonkinum hjá VB, men hann kundi ikki spæla við. Tað er nýggi venjarin Krzystof Popczynski, sum er komin úr Esbjerg at avloysa Milan Milanovic, ið er farin heim aftur til Jugoslavia.

Tann 29 ára gamli póllendingurin, sum er áleypari, men eisini kann spæla á miðvøllinum, kundi ikki vera við móti TB, tí spæliloyvið hjá honum ikki var komið fram í nóg góðari tíð.

Eftir hvat frættist úr Vági, hevur Esbjerg fB sent spæliloyvið hjá honum til Póllands og ikki til Vágs. Hetta funnu vágbingar ikki útav fyrr enn fríggjadagin, tá teir fóru at ótolnast. Og oman á alt vísti tað seg, at póllendingar kravdu VB eftir ikki sørt av peningi fyri spæliloyvið hjá leikandi venjaranum!

Sum skilst hevur tað eydnast VB at samrátt seg fram til eina rættiliga nógv minni upphædd enn ta, sum póllendingarnir kravdu fyri spæliloyvið, og nú verður bíðað í spenningi eftir loyvinum, sum vágbingar vóna fer at koma fram, so Krzystof Popczynski kann vera við á vøllinum, tá VB nú leygardagin skal til Runavíkar at spæla móti NSÍ.


TB tykist

vera betur fyri

Í dystinum í Vági sunnudagin hevði hvørki av liðunum veruliga stórar málmøguleikar, sum kundu avgjørt dystin. Veðrið var ikki so ringt sum nógva aðrastaðni í landinum, og tað var turt so at siga allan dystin. VB hevur framvegis ikki tapt á heimavølli síðani ræðandi 0-5 ósigurin móti NSÍ í 2. umfari av kappingini. Síðani tá er tað blivið til ein 2-0 sigur á Sumba og tríggir javnleikir móti ávikavist HB, B36 og nú eisini TB.

TB-liðið tykist vera betur fyri enn tað var í fyrru helvt, og tað er eisini tiltrongt, um luttøkan í 1. deild komandi ár skal tryggjast. Við javnleikinum sunnudagin minkaði munurin upp til ÍF niður í bert eitt stig. Hvørki av hesum liðunum hava enn vunnið í kappingini, og 30. august skal TB til Fuglafjarðar. Tann dysturin kann geva eina góða ábending um, hvussu leikur fer í tyngra endanum av deildini.