nýggja lógin kom í gildi, men forkvinnan í Føroya Lærarafelag metir ikki, at tað er nóg mikið. - Lærarar, sum eru á lønarstigi 24-04, 25-04 og 26-04 fingu bert 300 krónur um mánaðin í part aftur fyri tey [...] á tingi í næstum fyri øll fastlønt, og tí fer Lærarafelagið ikki at brúka tíð uppá teir undir samráðingunum. Men forkvinnan í felagnum dylur ikki fyri, at tað kemur sera væl við, at teir fara í søguna. [...] Forkvinnan í Føroya Lærarafelag og hini í nevndini fara undir samráðingarnar við góðum treysti og vóna sjálvsagt, at krøvini tey hava sett fram, verða eftirlíkað. - Vit kunnu seta tiltøk í verk, um vit
vakurleikanum í málinum, í kærleikanum til landið og náttúruna og fyri ríkidøminum, sum er í bókmentum og list. Varhugin av øllum hesum liggur longu í tí, sum bóndakonan við Kirkjar skrivar í brævi sínum [...] frælsi einstaklinga er berandi hugsjón í háskúlarørsluni, var skúlin tjóðskaparliga kveikjandi í hinum norðurlondunum eins og í Føroyum við. Í Føroyum kravdi undirvísing í samsvari við hendan andan sjálvsagt [...] Afturhaldsvongurin í kjakinum sá trøll í tí sum var í umbúna, men viðhald og ynski um at fáa føroyskan skúla smæddu seg als ikki burtur. Vit síggja dømini um áhugan fyri málinum, tá vit hyggja í bløðini frá teirri
tey eisini í tí næststørsta býnum fingið ein nýggjan múr, sum bara tey áttu. Og tað var ein stórur maður úr tí lítla landinum, sum spældi fótbólt í tí størsta felagnum í tí næststørsta býnum í tí stóra landinum [...] landinum, um við pengar frá einum upp aftur størri landi. Ella rættari sagt eini landasamtøku. Og hygg. Hetta var jú nakað verri nakað, sum teimum í tí stóra landinum yvirhøvur ikki dámdi. Í tí stóra landinum [...] aftur minni. So høvur vórðu løgd í blot til tess at finna útav, hvussu komast kundi burtur úr hesi vanlukkuligu støðu, hesin ungi landsstýrismaðurin nú fekk alt ríkið í. Í tí stóra landinum búði ein drotning
hava fingið 30 prosent í stuðli til nýggju felagshølini í Gundadali og til gomlu felagshølini, sum standa við Niðara vøll. ? Annars halda vit eisini at tað er neyðugt at hava í huga, at barnaansingin og [...] nokk í meira lagið, men havandi í hugað, at pengingurin fer til ungdómsarbeiði, so er tað til at bera. B36 vildi hava meira fyri bygningin, men tað fingu teir ikki. Men tað eru enn nógvir pengar tá hugsað [...] var býráðsfundur í Havn mánakvøldið, og millum málini á skránni vóru tvey, sum á ein ella annan hátt høvdu við ítróttarfeløg at gera. Annað var umsóknin frá teimum báðu stóru feløgunum í Havn, HB og B36
Hóast fyrstu Lexus luxusbilarnir í Føroyum enn standa í framsýningarhøllini uppi á loftinum hjá Reyni Service uppi í Hoyvík, so hevur merkið rættuliga vunnið fram í USA sum ein sannur luxusbilur - ein [...] Tað er radio, bandspælari og cd-spælari alt í einum. CD-spælarin kann taka seks diskar, men tú skalt ikki í viðførisrúmið seta teir í, nei, teir trýstir tú bara í sprekkuna, sum sær tú til at kunn at taka [...] og best útgjørdi bilurin tú fært í Føroyum. Hann kostar nógvar pengar - meira enn vanligu Toyotabilarnir, ið Reyni Service hevur í vøruskránni. Men tú fært dýrari bilar í Føroyum. Tann fínari av bilum kostar
odda, hava nevniliga í umbúna at gera ein norðuratlantiskan miðdepil fyri mentan, gransking og vinnu. Miðdepilin skal vera í gamla pakkhúsinum frá 1767, haðani danska hjálandasøgan í útnorðri er farin ígjøgnum [...] írestandi 80 miliónirnar eru kanska nógvir pengar. Men ikki til hetta hugskotið og ikki fyri Vígdis Finnbogadóttir, sum er forkvinna í nevndini. Nevndin hevur fingið húsini í gávu frá danska statinum, eitt hús [...] er nakað øðrvísi. Í dag er tað ein longsul eftir at seta fótin á bremsuna í mun til altjóðu menningina, eittans av teirri grund, at alt ikki skal gerast ov eins. Eitt hús sum hetta er í mínum hugaheimi sera
BA (Bachelor of Arts) lidnan í vár, fara at taka tey seinastu fakini í heyst. Á Føroyamálsdeildini halda tey umleið 15, sum fóru undir grundnám í føroyskum í fjør, fram í eitt ár afturat og taka exam.art [...] enn teir nýggju: teir sum byrjaðu í fjør fara undir seinna árið í støðisútbúgvingini í stødd-alisfrøði og uppaftur aðrir studentar fara undir seinasta árið í BS-náminum í lívfrøði. Lestur er arbeiði Tey [...] i - hann hevur í ár verið í starvi á setrinum í 25 ár. Tað er heldur ikki bert starvsfólk í umsitingini, sum skifta um arbeiðspláss. Søgu- og samfelagsdeildin fær ein gestaprofessara í heyst. Tað er Jógvan
fyrisiting Heldur ikki í fyrisitingarfrágreiðingini verður roknað við møguleikunum. Sum tað stendur í frágreiðingini: ?Mint verður á, at tær skipanir, sum galda í Føroyum í dag, í mongum førum byggja á [...] beinleiðis skerjingar. Fleiri hava í hesum sambandi í fjølmiðlunum eftirlýst nærri viðgerð av nøkrum viðurskiftum í Hvítubók: 1. Vinnulívsmenning 1.Eykaútreiðslur til fyrisiting í einum sjálvstøðugum Føroyum [...] hava lýst ?worst case?. Alt, sum vit kunnu gera betri í framtíðini enn vit gera í dag, ger tí útlitini bjartari, enn tey eru í Hvítubók. Og tað er í veruleikanum eitt sera gott útgangsstøði fyri einum
sá hvørki náttarmyrkur ella dagsins ljós ? bara blásprongdu ljósrøririni á slaktarínum. Hit í dag. Í kummuni í morgin. [...] heimurin aftur eina fløgu við 1 góðum sangi og 8 myndum av eini sangarinnu, ið í av eini ella aðrari orsøk altíð telur upp í sex áðrenn hvønn sang. Jennifer Lopez gongur til fitness hvønn dag, takkar sínum [...] modell. Hvussu er so tónleikurin? Totalpoppur, skorin á teldu, røddin pitchað upp á pláss, meira pengar til video-produktión enn til tað at skapa tónleik. ?If You Had My Love? er longu eitt hit-lag og
Sambandsflokkurin ikki fyrr enn í ár hevur skilt, at tað er okkurt í ferð við at henda við ríkisfelagsskapinum, og nú er í grundini ov seint. ? Aftaná ta samgonguna, sum var í seinnu helvt av sjeytiárunum [...] Onkustaðni skulu pengarnir koma frá, og tað er ikki óhugsandi í mínari verð, at landsstýrið tá fer at »selja« NATO rættindi at vera í landinum og fáa pengar afturfyri, sigur Axel Skoubo, sum ikki heldur tað vera [...] kurin tann einasti, sum enn ikki er komin við nakrari útsøgn um tað sum skal henda framyvir. Í Sosialinum í gjár stóð at lesa, at Sambandsflokkurin ikki fer at siga nakað fyrr enn Javnaðarflokkurin hevur