Hvítabók slær fast, at við eini rímiligari skiftistíð við Danmark og einum ábyrgdarfullum búskaparpolitikki er gjørligt at minka ríkisveitingarnar burtur uttan at fremja beinleiðis skerjingar.
Fleiri hava í hesum sambandi í fjølmiðlunum eftirlýst nærri viðgerð av nøkrum viðurskiftum í Hvítubók:
1. Vinnulívsmenning
1.Eykaútreiðslur til fyrisiting í einum sjálvstøðugum Føroyum.
1.Búskaparligu útlitini hjá tí einstaka, familjuni og virkjum.
Undirritaði hevur ábyrgd av arbeiðssetningunum hjá nevndunum, og eg skal tí gera greitt, hvussu hesi viðurskifti eru viðgjørd.
Vinnulívsmenning
Grundhugsanin hjá landsstýrinum var, at Hvítabók skuldi geva fólki eitt grundarlag at standa á, tá tey skulu taka støðu til fullveldisætlanina.
Vit royndu at orða arbeiðssetningarnar soleiðis, at hetta grundarlag gjørdist veruleikakent, trygt og álítandi. Her skuldi alt á borðið, og her skuldu ongar ljósareyðar metingar vera.
Tí byggja niðurstøðurnar í Hvítubók í stóran mun á tað, tey nevna ?worst case?- útrokningar. Altso, tær byggja á ringasta føri. Við øðrum orðum sigur bókin, hvussu tað fer at gangast okkum, um tað ikki fer at gangast okkum væl.
Tí er vinnulívsmenning ikki innroknað sum ein fortreyt, tá Búskaparnevndin hevur gjørt sínar niðurstøður. Metingarnar byggja enntá á, at búskaparvøksturin verður helvtina minni enn hann hevur verið í miðal frá 1962 til í dag ? og tá eru kreppuárini íroknað.
Øll menning av vinnulívinum innan fiskivinnu, alivinnu, kunningartøkni, oljuvinnu, landbúnað, gransking, tónleik ella annað, fer sostatt bert at gera búskaparligu útlitini bjartari, enn tey eru lýst í Hvítbók.
At tryggja hesa menning, er sjálvsagt altavgerandi fyri framtíðar føroyska vælferðarsamfelagið. Tí leggur landsstýrið eisini stóran dent á, at karmarnir hjá vinnulívinum skulu bøtast. Hetta verður m.a. gjørt við tí vinnulívspolitikki, sum nú er orðaður og stungin út í kortið, og við álitinum um útbúgving og gransking í einum sjálvstøðugum Føroyum. Hetta álit viðger serliga samspælið millum útbúgving, gransking og vinnulívsmenning. Álitið er liðugt, og verður lagt fram í hesum mánaðinum.
Nýggjar inntøkur
ikki roknaðar við
Búskaparnevndin er heldur ikki biðin um at rokna við inntøkum sum stava frá eitt nú betri handilsviðurskiftum, bíligari innflutningi, og beinleiðis atgongd til aðrar stjórnir um politiskt, vinnuligt og handilsligt samstarv. Tílíkt verður ikki tikið við í ?worst-case?-útrokningar, men tað er ógvuliga sannlíkt, at tað fer at hava við sær lægri útreiðslur og hægri inntøkur, enn tað vit kenna í dag.
Uppgerðirnar yvir teir búskaparligu fyrimunir, sum danskar fyritøkur og vinnulív hava havt av, at Føroyar hava verið heftar í ríkisfelagsskapinum, eru heldur ikki tiknar við.
Tann vinningur, sum Danmark í sambandi við NATO hevur havt av at hava fullveldi í Føroyum, er heldur ikki við.
Við øðrum orðum: Tá Føroyar fáa fullveldi verða nógvir møguleikar fyri øktum inntøkum, sum eru hildnir uttanfyri útrokningarnar. Vit hava ongan bita kannað okkum, fyrr enn hann er svølgdur.
Lagt er upp fyri nýggjum útreiðslum
Búskaparnevndin sigur í Hvítubók, at samanløgdu ríkisveitingarnar til Føroya eru 1,3 milliard. Og útvarpið nevndi í tíðindunum herfyri, at vit fáa nýggjar útreiðslur fyri 200 milliónir tá Føroyar gerast sjálvstøðugar. Hetta tal er fingið við at leggja saman fleiri smærri tøl úr fyrisitingarálitinum. Lise Lyck, búskaparfrøðingur, nevndi sama tal í samrøðu við útvarpið.
Fleiri hava skilt hetta soleiðis, at vit skulu rinda 200 mió. kr. afturat teimum 1,3 mia. kr., sum búskaparnevndin nevnir og byggir sínar metingar á.
Tað er ein
álvarsom misskiljing
Tá Búskaparnevndin hevur roknað týdningin av ríkisveitingunum og hvussu tær kunnu minkast burtur, so er lagt upp fyri øllum nýggjum útreiðslum í ríkiligt mát.
Nevndin er biðin um at telja alt tað við, sum danir brúka til eitt nú fiskiveiðieftirlit, Færøernes Kommando, løgregluna, fólkakirkjuna, tænastumannapensiónir, krígspensiónir o.s.fr. Tað er orsøkin til, at talið er so stórt ? 1,3 mia. kr.
Men av hesum eru í minsta lagi 230 mió. kr., sum ikki verða útreiðsla hjá Føroyum. Hetta er eisini nevnt í Hvítubók:
? Pensiónir fella ikki yvir á Føroyar, tá vit fáa fullveldi. Her er talan um meira enn 100 mió. kr.
? Fiskiveiðieftirlit og tyrlutænasta hjá dønum í Føroyum eru roknað at kosta omanfyri 140 mió. kr. árliga. Men sambært metingum hjá fiskimálastýrinum kunnu føroyskir myndugleikar taka sær av hesum fyri 10 mió. kr. árliga. Her eru sostatt 130 mió. kr. sum ikki fella yvir á Føroyar
? Sostatt er meira enn nóg mikið lagt upp fyri til at fíggja eitt nú útbúgvingarstuðul og eina fult útbygda uttanríkistænastu.
Bíligari fyrisiting
Heldur ikki í fyrisitingarfrágreiðingini verður roknað við møguleikunum. Sum tað stendur í frágreiðingini: ?Mint verður á, at tær skipanir, sum galda í Føroyum í dag, í mongum førum byggja á danskar, búskaparligar og fyrisitingarligar fortreytir, sum upprunaliga eru ætlaðar einum donskum tørvi. Tað er greitt, at í einum fullveldi verður neyðugt við umskiping, samanlegging og tillaging av stovnum og arbeiðsgongdum til føroysk viðurskifti - bæði hvat viðvíkir fortreytum og tørvi. Hetta eigur at kunna hava við sær, at umsitingin fer at kosta minni enn tað, sum tølini í hesum frágreiðingum vísa.?
At skipa eina meira hóskandi fyrisiting verður ein politisk avbjóðing ? og har eru uttan iva stórir pengar at vinna.
Hvat kann tann
einstaki rokna við?
Tað, sum fólk flest sjálvsagt hugsa mest um, er, hvussu útlitini eru fyri tann einstaka, familjuna ella virkið, tá vit fáa fullveldi.
Hetta er eisini tað, sum landsstýrið hugsar mest um. Tað er við hesum aðalmáli fyri eyga, at vit leggja politikkin til rættis: Vinnumøguleikarnir, livistøðið og almenna tænastustøðið skulu ikki versna. Tað er orsøkin til, at vit fegnast um kanningarúrslitini í Hvítubók. Tey vísa púra greitt, at tað ber til at røkka aðalmálinum ? og væl tað.
Nevndirnar hava gingið við bæði reim og selum, tá tær hava gjørt sínar metingar. Tær hava lýst ?worst case?. Alt, sum vit kunnu gera betri í framtíðini enn vit gera í dag, ger tí útlitini bjartari, enn tey eru í Hvítubók.
Og tað er í veruleikanum eitt sera gott útgangsstøði fyri einum sjálvstøðugum Føroyum.
Vit kunnu taka við ábyrgdini av egnum landi, um bert vit vilja.
Vit kunnu fara undir eitt nýtt samstarv við Danmark, har vit eru javnbjóðis partur, um bert vit vilja.
Vit kunnu vera við í heimssamfelagnum og standa uppi sum onnur fólk, um bert vit vilja.
Høgni Hoydal,
landsstýrismaður