Gomul handilsmentan fær nýtt lív

NORÐURLOND. Ætlanin um ein norðurlendskan miðdepil í Keypmannahavn, har Noreg, Ísland, Grønland, Føroyar og Danmark møtast í fortíð, nútíð og framtíð, er komin eitt stórt stig nærri

Í løtuni eru tað fyri tað mesta tær treisku dúgvurnar, sum halda til við pakkhúsið á Den Grønlandske Handels Plads á Christianshavn. Men gongst sum ætlað mugu tær longu næsta ár finna sær eitt annað tilhald. Pakkhúsið er nevniliga partur av eini stórfingnari ætlan, sum Morten Meldgaard, leiðari á Dansk Polarcenter, er upphavsmaðurin til. Hann og onnur navnframin fólk við fyrrverandi íslendska forsetanum Vígdis Finnbogadóttir á odda, hava nevniliga í umbúna at gera ein norðuratlantiskan miðdepil fyri mentan, gransking og vinnu.

Miðdepilin skal vera í gamla pakkhúsinum frá 1767, haðani danska hjálandasøgan í útnorðri er farin ígjøgnum. Her eru turri fiskurin og hvalirnir skipaðir inn. Revsifangar frá teim gomlu hjálondunum, sum skuldu sita tíðina í Danmark, eru eisini farnir ígjøgnum har. Skipini hava lagt at, og tað krevur ikki nógv hugflog at ímynda sær tann ruðuleika av lívi og handli, sum er farin fram har. Sjálvt pakkhúsið er væl hildið við líka takkað verið góða viðinum og byggisiðinum, sum var tá. Tað hevur staðið tómt síðani fyrst í áttati árunum, tá ið tann kongligi grønlendski handilin fór út og tók síðstu vørurnar í stóra goymslubygninginum við sær.


Ein gluggi til

Norðuratlantiska økið

Nevndini fyri Den Nordatlantiske Brygge vantar 80 milliónir krónur til umvælingar av bygninginum. Tá ið umvælingarnar eru fingnar frá hondini skuldi hesin 7000 fermetra stóri bygningurin staðið klárur at hýst øllum teim mentanarligu brigdunum úr Grønlandi, Íslandi, Føroyum og Danmark. Ætlanin er, at vinnulívið skal vera primus motor í menningini av húsinum, tá ið tað stendur liðugt. Nevndin roknar við, at umleið 75 prosent av húsinum verða leigað út til vinnulig endamál úr Norðuratlantshavi, soleiðis, at um ein keypir grønlendskan gandagrip, føroyskan turran fisk og íslendskar troyggjur, so fer ein onga aðra staðni enn í Pakkhús C á Bryggen. Hini 25 prosentini av húsinum skulu brúkast til feløg, søvn, stovnar og hvat ein annars kann ímynda sær av norðuratlantiskum felagsskapum, sum í løtuni eru spjaddir um alt Keypmannahavn. Her verður alt savnað. Umframt verða kaffistovur, framsýningar og serbúðir. Ein nýggjur miðdepil fyri gomlu handilsmentanina.


Pengarnir koma

Tær írestandi 80 miliónirnar eru kanska nógvir pengar. Men ikki til hetta hugskotið og ikki fyri Vígdis Finnbogadóttir, sum er forkvinna í nevndini. Nevndin hevur fingið húsini í gávu frá danska statinum, eitt hús, sum er mett at vera vert 40 milliónir krónur, men við teirri treyt, at nevndin er før fyri at reisa restina av pengunum næsta hálva árið.

Kanska verður tað ikki so trupult. Á einum tíðindafundi í summar segði Vígdis Finnbogadóttir soleiðis:

- Tú hevur eitt hugskot, og so útvegar tú pengarnar.

Hevur hon rætt, standa húsini klára at taka í nýtslu um trý-fýra ár.


Avoldaður hugsunarháttur?

Eftir stendur bert spurningurin, hvat vit skulu brúka nýggja pakkhúsið til. Er tað ikki ein avoldaður hugsunarháttur at tosa um norðurlendskt mentanarskifti?

- Mín fatan er nakað øðrvísi. Í dag er tað ein longsul eftir at seta fótin á bremsuna í mun til altjóðu menningina, eittans av teirri grund, at alt ikki skal gerast ov eins. Eitt hús sum hetta er í mínum hugaheimi sera týdningarmikið fyri ungdómin. Minnini, søguna og felagsskapin mugu vit ikki missa. Og her verða okkara felags norðuratlantisku røtur. Tað var her tað hendi, sigur Vígdis Finnbogadóttir.

- Stórur partur av okkara mentanarligu røtum er varðveiddur í skaldskapi á mannamunni, sum samstundis er ein skrivað søga. Vit kunnu siga, at fólksligi skaldskapurin er ein vitan um, hvussu ræðuligt tað er at gloyma.

- Fyri okkum er Den Nordatlantiske Brygge í hjartanum á Keypmannahavn vorðið ein visjón um eitt stað, har Noreg, Ísland, Grønland, Føroya og Danmark kunnu møtast í fortíð, nútíð og framtíð, og har gransking, undirvísing, vinna og mentan kunnu gerast innihaldið í einum livandi umhvørvi.