Jennifer Lopez:On the 6

Fløguummælið

So fekk heimurin aftur eina fløgu við 1 góðum sangi og 8 myndum av eini sangarinnu, ið í av eini ella aðrari orsøk altíð telur upp í sex áðrenn hvønn sang.

Jennifer Lopez gongur til fitness hvønn dag, takkar sínum ?Heavenly Father? fyri, at hon er sloppin at gera ?On the 6?, sum heitið er á fløguni.

Nú er tað fyri tað mesta onnur fólk, ið hava staðið fyri at gera tónleik til latínamerikansku sangarinnuna, ið eisini hevur roynt seg sum filmsleikari og modell. Hvussu er so tónleikurin?

Totalpoppur, skorin á teldu, røddin pitchað upp á pláss, meira pengar til video-produktión enn til tað at skapa tónleik. ?If You Had My Love? er longu eitt hit-lag og samstundis besta lagið á fløguni. Og Jennifer dugir at syngja. Men hon er ongin stór songkvinna. Og tað verður hon aldrin.

Flestu kompositiónirnar eru líka ósjarmerandi sum ein penecilin sproytaður, speed-framleiddur høsnarungi, ið aldrin sá hvørki náttarmyrkur ella dagsins ljós ? bara blásprongdu ljósrøririni á slaktarínum.

Hit í dag. Í kummuni í morgin.