Sjálvstýrisflokkurin hevur í mun til støddina havt stóra ávirkan, ásannar Kenneth Rasmussen. Men tað kemur av, at hann kann arbeiða til báðar síður. Flokkurin er ikki læstur fastur á nøkrum veingi, vísir [...] sjálvbjargni, áðrenn vit fara at taka støðu til fullveldið. Tí ikki fyrr enn fólk hava upplivað, at búskapurin veruliga er sjálvberandi, hava tey førleika til at velja skilagott, vísir hann á. Unga fólkið [...] kring landið til reiðar at taka í móti fólki við ansingarplássum, bústaðarmøguleikum innan fyri rímilig mørk og ymsum frítíðarmøguleikum, er einki til hindurs fyri, at fólk kunnu búgva ein til tveir tímar
internetið at liggja. Tí taki eg als ikki undir við. Tað kann ikki vera meiningin, at umsitingin skal standa til svars fyri hvørt einstaka barn, sum verður tikið inn. Og tað koma ikki fleiri ansingarpláss, um [...] onkur enn tá siga upp, tí tey ikki fáa børnini ansaði. Ei undur í, at tey eru ill, men tey rópa í skeivum stað, sigur Jancy. Hon heldur fram, at tey kunnu rópa frá nú av og til jólar um tey vilja. Tað nyttar [...] tí tað mangla stovnspláss. - Og har fáa vit sum umsiting ikki gjørt nakað annað enn at koma við tilmælum til sosialu nevnd. Jancy tekur tó ikki undir við framferðarháttinum hjá foreldraráðnum í Havn. -
øll hava nógv at bjóða í politikki og eg síggi bara menniskjuni, als ikki, hvønn flokk tey hoyra til, sigur Annika Wardum Joensen. Samfelagið er ikki lagað til okkum, sum liva í tí, heldur Annika. - Tað [...] øll havt møguleika til, t.d. við, at tað almenna letur skattafrádrátt til løn til húshjálp. - Pinku- og smábørnini fara ov tíðliga frá foreldrunum. Sjálv haldi eg, at kvinnan er best til at taka sær av teimum [...] hon fekk, ikki minst frá fjølmiðlunum. - Tá ið eg gjørdist stjóri, var eg púra óroynd í einum so høgum starvi. Men frá fyrsta degi gjørdi eg mítt allar besta og kundi vísa á nógv góð úrslit. Eg visti, at
Hugnaligt Tað er ikki sørt hugnaligt at sita í Tilhaldinum henda morgunin. Eins og áarstreymur rennur, Alt hann átti á fold og aðrir sangir, og øll syngja av hjartans kraft. Tey síggja ikki sørt nøgd út, [...] sum passa ommu- og abbabørn, og tey taka bara børnini við. Tað er ongin forðing. Sangirnir, sum sungnir verða, eru føroyskir. Nógvir av teimum verða ikki sungnir so nógv. Eisini hevur Nancy Vesturbú, sum [...] m eru ógvuliga kreativ, ikki bara hvat sangi viðvíkur. Sangurin heldur áfram, meðan sólin skínur uttanfyri. Og meðan "Breið verndarveingir tínar" ljómar í bakgrundini, sníki eg meg útaftur í frísku várluftina
Berlingske Tidende. Í hesum tíðarskeiði las eg fyrstu ferð eina bók eftir Ballard ? søgusavnið The Disaster Area. Eg fekk brell eftir meira, og at kalla hvønn dag hugdi eg inn í onkran bókhandil at vita, um onkur [...] a, ið ikki so sjáldan er ?eitt yvirmett gjaldoyra, sum mangan vísir seg at vera falskur myntur?. Metingin hóskar eftir mínum tykki væl til tær bestu søgurnar í hesum savni. Tað eru kortini ikki bara tað [...] , men ikki allir sf-lesarar, ella ummælarar, vildu vita av honum. Hetta kom, sum fyrr hevur verið nevnt, m.a. av, at hann royndi nýggjar leiðir og eitt nú brúkti sína vísindasøguligu skoðan til at lýsa
eldru. Hetta helst til at fíggja ta stóru lønarhækkanina, sum politikararnir góvu sær sjálvum síðsta ár. Fyri ikki at gloyma tryggjanina av teirra egnu pensión, tá teir rúka út til komandi val. Hvør króna [...] Hvussu í allari víðu verð skal hetta roknistykkið kunna hanga saman? Skulu tey gomlu flyta inn til børnini ella eta tara? Skulu tey aftur at skera torv, tí olja er ov dýr? Blokkurin Um vit nú ongantíð høvdu [...] Blokkurin kundi staðið við sítt trúvirði, um teir stýrandi høvdu dugað at stýra við skili og ikki við hatri. Eg vil samstundis nýta høvi at takka Aksel Krogh pensiónisti fyri, at hann áhaldandi skrivar um
Syðrugøtu. Ninnema og Petur Eli eiga børnini Elin og Jóannes, tey búgva í Syðrugøtu og Barbaru og Petur Páll, sum búgva í Havn. Á ungum árum fór Petur Eli Mikkelsen til skips; fer á læraraskúla og tekur [...] Hillerød. Lærari var hann á Toftum 1960-67, síðani fyrstilærari við Gøtu skúla og starvaðist har, til hann gavst í lærarastarvinum í 1997. Á so mangan hátt var Petur Eli sera virkin, eldhugaður fór hann [...] livandi og lætt bar hann fram sínar hugleiðingar, framsøgmaður og upplesari var hann góður. Seinast, eg hevði ta eydnu at lýða á hann, var á summarstevnuni hjá Javnaðarflokkinum á Svangaskarði á sumri 2001;
Heðin ikki tað mesta traditonella sjónarmiðið. ?Eg eri hvørki samband ella loysing. Eg seti mítt álit á eina trygga og hóvliga gongd á sjálvstýrisleið, men eg trúgvi ikki uppá ríkisfeagsskapin. Eg havi [...] fór til Southhampton hitti hann Biritu, og tey fylgdust bæði til Southampton og allan vegin í Vesturkirkjuna, har tey góvu játtandi boð til hvørt annað. Nú arbeiðir Heðin í Fiskimálastýrinum. ?Eg vil vera [...] hægra Handilsskúlan í 1994, og hann legði mestsum beinanvegin leiðina til Skotlands. Fyrsta árið varð nýtt til arbeiði, men lesturin lá ikki langt vekk. Frá at selja hospitals vørur og annað gott, fór hann
skalt verða ógvuliga tolin í politikki. Eg valdi at stilla upp, eisini tí, at brúk er fyri konufólki í politikki, men eg rokni ikki við, at eg hevði tikið av, um eg ikki hevði royndir úr kommunalpolitikki, [...] seinast, varð vald. Trúgvi ikki, at tað er tí, at bygdafólk tilvitað ikki velja kvinnur. Heldur haldi eg, at veljarar á bygd velja fólk tey kenna, familju kanska, úr sínari bygd. Eru til dømis fýra valevni á [...] finna seg í ov nógvum og muta ikki ímóti. Vit gera ikki uppreistur, men hóast tað er nógv lættari at tiga, eiga vit í nógv størri mun at siga okkara meining. Tíðin er komin til, at vit kvinnur skulu gevast
forðing, eg seti mær sjálvari. Hinvegin eri eg við at vinna yvir hesi mørkini. Meiri eg skrivi, betur tori eg. Hvussu tað verður, tá ið eg fái onkran ímóti mær, veit eg ikki. Tað havi eg ikki roynt enn [...] viljan, so hví ikki bjóða meg fram. Men var Miðflokkurin ikki, hevði eg ikki stillað upp, tí eg føli ikki, at míni sjónarmið kunnu sameinast við nakran annan flokk. So nógv brenni eg ikki fyri politikki. Tað [...] vikurnar í valstríðnum føli eg, at eg eri vorðin meiri búgvin, men enn dugi eg ikki nóg væl at selja meg sjálva og eg komi neyvan til tað, at eg fari at biðja fólk um at velja meg. Eg vil heldur, at fólk skulu