fyri allar dómarnar er, at maðurin hevur drukkið nógv. Ákærin vísti á, at felagsnevnarin í dómunum móti skuldsetta er harðskapur á vertshúsi, í fyllskapi, at tað er tá hann drekkur, at hann fremur harðskap [...] matstovu í miðbýnum í Havn at seta seg niður fyri at rinda sær møðina. Hann er ikki meiri enn innkomin, tá hann følir nógva pínu í nakkanum og smellir í gólvið. Tað vísir seg, at ein annar av gestunum hevur [...] dent á, at einki bendir á, at teir hava havt nakað útistandandi. Tískil er talan um ógrundaðan harðskap. Ógreitt er, um fløskan var ætlað órættaða ella onkrum øðrum og her gjørdi ákærin greitt, at um víðari
arbeiðast kann við at burturbeina tabu, neiligar uppfatanir og eyðkenni, sum alt ov ofta verða tengd at fólki við sálarligum trupulleikum. Toppfundurin er komin í lag í sambandi við at Nordisk Ministerråd [...] formansskapin í Norðurlandaráðnum, at sjóneyðkan varð sett á sálarheilsuna, og lunnar lagdir undir hendan toppfundin. Hugsanin er, at vit í norðurlondunum hava nógv at læra av hvørjum øðrum, fáa góðu hugskotini [...] fingu vit eisini høvi at tosa saman við íslendingar og hava gjørt avtalu um at hittast seinni og vita um vit ikki kunnu gera meira við samstarvið okkara millum. – Sum heild haldi eg, at toppfundurin varð
góðtaka, at skipið verður leigað til Grønlands at fiska grønlendska makrelkvotu. Tað sama hendi í fjør. Men nú, tá íslendsku frystigoymslurnar eru fullar, standa vit her heima og hyggja bara at, meðan íslendsk [...] upplýsingar at lata um feløg, sum eru skrásett har. So nú var ongin at senda rokningina til, og manningarfeløgini og limir teirra, ið áttu pengar til góðar, stóðu so nakkalang. Orsøkin til, at hetta sirkussið [...] n virkar undir, og Hoyvíkssáttmálin, eru so vánaligir, at okkurt má gerast í stundini. Sum er halda Føroyar opið hús fyri øllum, sum hava hug at gera sær dælt av óskilinum. Dømi 1: Fyri stuttari tíð síðani
vísir á, at vil ein brúkari, sum er komin illa fyri av einum keypi, kæra, er einasti útvegur at fara til dómstólarnar, og tað er ein ov drúgvur – og dýrur- vegur at fara. Tí mælir hon til at ein brúka [...] sjálvboðið, og tað var helst ein orsøk til, at tað datt niðurfyri. Tí mælir hon til at løgtingið játtar pening á fíggjarlógini fyri at stimbra uppundir og eggjar til, at eitt brúkarasamtak ella brúkararáð, verður [...] Føroyum. Tað merkir, at ein keypari, sum hevur keypt eina vøru á netinum kann angra keypið, og senda vøruna aftur, og fáa peningin aftur. Brúkaraumboðið vísir eisini á, at krøv eiga eisini at verða sett til
verður skumpaður aftur hoyrist, umframt at ein hurð verður latin aftur. Stýrimaðurin stýrir nú flogfarinum einsamallur, og tað er í hesi løtu, at hann byrjar at føra flogfarið niður í hædd. Flogarið fer [...] tekin vóru í andadráttinum til, at nakað serligt var áfatt. Tá flogskiparin skal inn aftur í stýrhúsið, er hurðin læst. Ein hoyrir skiparan rópa um at sleppa inn, og at hann gevir seg til kennar umvegis [...] flogfarinum og ynskti eftir øllum at døma at oyðileggja flogfarið, segði kanningarleiðarin. Flogfarið sendi ongantíð nakað neyðarkall. Flogtornið í Marseille royndi fleiri ferðir at fáa samband við flogfarið,
sum, at bíðað verður til í morgin, áðrenn síðstu skiftini verða framd í Bretlandi, tí at ikki er tað nógv, sum í løtuni bendir á, at tað hendir tað heilt stóra í kvøld. Leysasøgur hava gingið um, at umstríddi [...] kunngjørdur sum nýggjur málverji hjá Real Madrid. SkySports veit at siga, at Real Madrid fer at lata smáar 300 mió. kr. og málverjan Keylor Navas fyri at fáa fatur á honum. Anders Lindegaard skiftir ókeypis úr [...] fyrr í dag váttað, at bert 19 ára gamli Anthony Martial, ið spælir við Monaco, er í samráðingum við United um eitt skifti. Prísurin sigst at liggja um 360 milliónir krónur, sum má sigast at vera ein risa upphædd
góðtakast. Vit eiga sum ríkt vælferðarsamfelag at syrgja fyri at býta ágóðarnar í landinum soleiðis, at hvørki pensjónistar ella onnur láglønt ár undan ári noyðast at liva í nívandi og órættvísum fátækradømi [...] løgtingslóg nr. 158 frá 16. des. 2011 varð samtykt, at viðbótin og onnur almannagjøld árliga verða javnað við 0%. Hetta merkir, at tað nú er ásett við lóg, at hvørki grundupphæddin í fólkapensjónini, pensj [...] Hagtøl vísa, at seinnu árini eru samlaðu inntøkurnar í landinum nógv vaksnar. At samlaðu inntøkurnar eru vaksnar hava pensjónistar, sum einans ella nærum einans hava fólkapensjón, oljuviðbót og samhaldsfasta
mundi fá vænta, at hetta fór at blíva úrslitið, sigur løgtingskvinnan. Hon vísir á, at endamálið hevur verið, at dupultfunktiónirnar skuldu burtur í heilsuverkinum. - Men nú er úrslitið er, at urologi verður [...] landsstýrismanni í heilsumálum um at samskipa viðgerðina fyri urologi-sjúkur á teimum trimum sjúkrahúsunum. Karsten Hansen hevur gjørt av at skipa urologi í Føroyum soleiðis, at fakligu førleikar sum eru á økinum [...] enn trý ár hjá landsstýrismanninum at fremja hesa ljótu gerð ímóti Klaksvíkar sjúkrahús, sum er eitt stórt vónbrot. So kunnu vit kanska vóna, at hann ikki megnar at fremja fleiri vónbrot fyri Klaksvíkar
sær hitavarmapumpur ella sólfangarar. - Av tí, at so nógv verður tosað um, hvussu væl tað loysir seg at gera íløgur í alternativa útgerð, hava vit valt at koma alment fram við tí vitan, sum vit halda okkum [...] heild eru illa bjálvað. Stovnurin heldur, at í nógvum førum ber til at minka um oljunýtsluna niður í eina helvt. Stovnurin metir eisini, at ein íløga í bjálving kann vinnast inn aftur í einum tíðarskeiði, [...] vunnin inn aftur eftir umleið seks árum. Orkudeildin vísir á, at vansar kunnu vera, at luft-til-luft hitapumpur bara geva hita til einstøk rúm, og at livitíðin er avmarkað til eini 10 ár. Luft-til-vatn hitapumpur
ókeypis frá landinum, átti landið at sett sum treyt, at alt skal takast til lands. Eg eri sannførdur um, at um verandi skip ikki vóru sinnað at taka alt til lands, høvdu vit funnið annan reiðara og aðra manning [...] og ikki bara sjálvt flakið. Eitt dømi, hann vísir á, at , at føroyingar hava eina kvotu í Barentshavinum upp á 30.000 tons. Men veruleikin er tann, at skipini gagnnýta bara eini 36% av fiskinum, meðan heili [...] tingmaður fyri Sambandsflokkin. Og hann staðfestir, at nú politikarar viðgera spurningin um eina fiskivinnunýskipan, skal tað vera ein parture av nýskipanini, at allur fiskurin skal førast til lands og gagnnýtast