Nú er við at vera seinasta freist hjá stóru fótbóltsfeløgunum í Evropa at keypa nýggjar leikarar. Flytingargluggin í teimum flestu londunum, har ímillum Spania, Fraklandi og Russlandi, letur aftur á midnátt. Flytingargluggin í Premier League letur tó ikki aftur fyrr enn kl.18 í morgin.
Vit á in.fo fylgja við teimum mest nevniverdu flytingunum, og greinin verður dagførd so hvørt niðanfyri:
22.16: Enn er onki kunngjørt um til dømis væntaða skiftið hjá David de Gea til Real Madrid, men meira verður at lesa á in.fo í morgin um síðstu spælaraflytingarnar, tá ið millum annað flytingargluggin í Premier League sum kunnugt letur aftur klokkan 18. Vit takka fyri í kvøld.
Fyri nógvar føroyskar fótbóltsfjepparar er tað óivað mest áhugavert, hvørjar flytingar verða framdar í ensku Premier League. Tað tykist tó sum, at bíðað verður til í morgin, áðrenn síðstu skiftini verða framd í Bretlandi, tí at ikki er tað nógv, sum í løtuni bendir á, at tað hendir tað heilt stóra í kvøld.
Leysasøgur hava gingið um, at umstríddi danski framherjin, Niclas Bendtner, sum spælir við týska Wolfsburg, skuldi verið ávegis til turkiska Galatasaray. Nicklas Bendtner avsannar tó hesar søgur og vísir á, at hann verður verandi í Wolfsburg.
Pólski Jacob Blazczykowski, sum hevur spælt við Borussia Dortmund síðani í 2007, verður útleigaður til italska Fiorentina komandi árið.
Nógv virksemi er í Manchester United í dag. Franska fótbóltssambandið hevur fyrr í dag váttað, at bert 19 ára gamli Anthony Martial, ið spælir við Monaco, er í samráðingum við United um eitt skifti. Prísurin sigst at liggja um 360 milliónir krónur, sum má sigast at vera ein risa upphædd fyri ein tannáring.
Juventus hevur váttað, at 30 ára gamli Hernanes, ið er brasilskur landsliðsleikari, fer at umboða ta gomlu damuna. Keypsprísurin liggur um 82 milliónir krónur.
Tað er helst bara ein spurningur um tíð, til David de Gea verður kunngjørdur sum nýggjur málverji hjá Real Madrid. SkySports veit at siga, at Real Madrid fer at lata smáar 300 mió. kr. og málverjan Keylor Navas fyri at fáa fatur á honum.
Anders Lindegaard skiftir ókeypis úr Manchester United til West Bromwich. 31 ára gamli danski málverjin hevur skrivað tvey ára sáttmála.
Leverkusen skrivar í kvøld, at felagið hevur keypt Javier 'Chicarito' Hernandez í Manchester United. Hann hevur skrivað undir sáttmála fram til 2018. Týsk bløð halda seg vita, at keypsprísurin er 90 mió. kr.
Manchester United hevur leigað Adnan Januzaj út til týskan fótbólt. Les meiri um tað HER!
Schalke 04 boðar frá, at felagið hevur selt týska landsliðsleikaran, Julian Draxler, til Wolfsburg. Sambært SkySports, so er prísurin umleið 250 mió. kr.
Fabio Borini spælir ikki longur við Liverpool. 24 ára gamli áleyparin er seldur til Sunderland fyri góðar 70 mió. kr. Sáttmálin er galdandi í fýra ár.