Orkudeildin hjá Jarðfeingi hevur nøkur ráð um, hvussu sethúsini kunnu hitast – fyri at spara olju og minka um CO2 útlátið.
Hóast oljuprísirnir seinastu tíðina eru lækkaðir nakað, er oljunýtslan í sethúsum altíð ein spurningur, sum verður nógv umrøddur. Eitt er, at prísirnir kunnu flyta seg eitt sindur aftur og fram, men tað er ein sannroynd, at tað er kostnaðarmikið at hita eini sethús við olju sum orkukeldu – alt eftir, hvussu sethúsini eru bygd og bjálvað.
Jarðfeingi hevur eisini síni ráð um orkusparandi tiltøk í sethúsum við atliti til oljuprísir og hækkandi CO2 útlát.
Stovnurin ásannar, at nógvir sethúsaeigarar hugsa um, hvussu útreiðslan til upphiting kann gerast minni, og fleiri hava valt at royna alternativ til upphiting við olju.
Orkudeildin hjá Jarðfeingi hevur eisini fylgt við í royndunum hjá sethúsaeigarum, sum hava fingið sær hitavarmapumpur ella sólfangarar.
- Av tí, at so nógv verður tosað um, hvussu væl tað loysir seg at gera íløgur í alternativa útgerð, hava vit valt at koma alment fram við tí vitan, sum vit halda okkum hava um hesi viðurskifti, sigur orkudeildin hjá Jarðfeingi.
Royndirnar hjá orkudeildini vísa, at oljunýtslan í sethúsum vanliga liggur um 15 til 20 litrar av olju um árið fyri hvønn fermetur av búareali.
- Hetta er eitt sera høgt tal og vísir, at føroysk sethús sum heild eru illa bjálvað. Stovnurin heldur, at í nógvum førum ber til at minka um oljunýtsluna niður í eina helvt. Stovnurin metir eisini, at ein íløga í bjálving kann vinnast inn aftur í einum tíðarskeiði, sum er stytri enn 15 ár.
Tær báðar vanligastu orkusparandi skiparnirnar nýttar í Føroyum eru sólfangarar og hitapumpur. Royndirnar av sólfangarum vísa, at hvør fermetur av sólfangara sparir húsarhaldinum umleið 50 litrar av olju um árið. Orkudeildin upplýsir, at ein vanlig sólfangaraskipan á umleið 10 fermetrar kostar umleið 60.000 krónur. Við verandi oljuprísi sparir húsarhaldið 3.500 krónur um árið.
- Íløgan í eina sólfangaraskipan kann tí vinnast inn aftur eftir umleið 20 árum, sigur Orkudeildin.
Ein hitapumpa minkar um oljunýtsluna, men veksur um elnýtsluna. Tvey sløg av hitapumpum verða nýtt í Føroyum, luft-til-luft hitapumpa og luft-til-vatn hitapumpa.
Luft-til-luft hitapumpur verða ofta nýttar sum ískoyti til sentralhita. Íløgan er avmarkað, og er tí vunnin inn aftur eftir umleið seks árum. Orkudeildin vísir á, at vansar kunnu vera, at luft-til-luft hitapumpur bara geva hita til einstøk rúm, og at livitíðin er avmarkað til eini 10 ár.
Luft-til-vatn hitapumpur verða brúktar í staðin fyri oljufýr og eru vorðnar alsamt vanligari í føroyskum sethúsum. Orkudeildin sigur, at í mun til eina skipan við oljufýri er íløgan við eini luft-til-vatn skipan umleið 60.000 krónur hægri, men er vunnin inn aftur um eini 15 til 20 ár.