Ein maður var í gjár varðhaldsfongslaður í 18 dagar, skuldsettur fyri harðskap móti einum øðrum.
Maðurin er skuldsettur fyri serliga grovan harðskap og fyri afturvendandi harðskap
Hendingin fór fram gamlaárskvøld. Heilt fitt av fólki var í býnum, og nakað út á náttina fer ein ungur maður inn á eina matstovu í miðbýnum í Havn at seta seg niður fyri at rinda sær møðina. Hann er ikki meiri enn innkomin, tá hann følir nógva pínu í nakkanum og smellir í gólvið. Tað vísir seg, at ein annar av gestunum hevur júst tveitt eina fløsku í nakkan á viðkomandi. Skuldsetti verður skjótt lagdur í gólvið og síðani tveittur út úr matstovuni. Løtu seinni kemur hann aftur, fyri at fregnast um, hvat var hent, tí hann visti ikki heilt sjálvur. Skuldsetti noktar seg sekan, av tí at hann minnist einki, so mikið hann hevði drukkið.
Skuldsetti maðurin er dømdur fleiri ferðir. Í 2013 fekk hann ein dóm fyri rúsdrekkakoyring og í novembur 2011 er hann dømdur fyri harðskap, longu tá fyri afturvendandi harðskap. Í desembur fekk hann ein dóm fyri at hava givið einum manni nevan á kjaftin í Sirkus í Havn. Í juni 2015 fær hann ein nýggjan harðskapsdóm, hesa ferð fyri at hava givið einum manni nevan á kjaftin í Mimir. Hann hevur tí sitið í geglinum í heyst og varð leyslatin jólaaftan. Men longu eina viku seinni var galið aftur. Felags fyri allar dómarnar er, at maðurin hevur drukkið nógv.
Ákærin vísti á, at felagsnevnarin í dómunum móti skuldsetta er harðskapur á vertshúsi, í fyllskapi, at tað er tá hann drekkur, at hann fremur harðskap og í øllum førum í hesum førinum er talan um ógrundaðan, álvarsaman harðskap.
- Hann hevur eyðsæð eitt ósunt forhold til rúsdrekka, og megnar snøgt sagt ikki at stýra sær, tá hann hevur drukkið, segði ákærin.
Skuldsetti og verji hansara vóru sum so samdir í hesum og skuldsetti segði seg eisini vera sinnaðan at byrja antabus-viðgerð, um tað var ein møguleiki. Tað metti dómarin tó ikki. Hann metti ikki, at endamálið við eini varðhaldsfongsling kundi røkjast við antabusviðgerð.
- Har er okkurt við tínum forholdið til rúsdrekka, sum ikki er heilt sum tað skal vera, segði dómarin og játtaði tí at varðhaldsfongsla hann til 21. januar, tá málið kemur fyri í rættinum.
Skuldsetti og órættaði kenna ikki hvønn annan og ákærin legði dent á, at einki bendir á, at teir hava havt nakað útistandandi. Tískil er talan um ógrundaðan harðskap. Ógreitt er, um fløskan var ætlað órættaða ella onkrum øðrum og her gjørdi ákærin greitt, at um víðari kanningar vísa, at skuldsetti ætlaði at raka onkran annan við fløskuni í eini hevndaratsókn, verður hann eisini ákærdur fyri tað.
Les meiri um málið í Sosialinum, sum kemur út í dag.