Brúkarin í Føroyum er alt ov illa vardur

- Enn er langt á mál, at verja tey, sum koma illa fyri av onkrum, tey hava keypt, sigur Brúkaraumboðið

 

Føroyski brúkarin er ikki nóg væl vardur.

 

Til at røkja áhugamálini hjá tí einstaka brúkaranum krevst meiri enn eitt Brúkaraumboð.

 

Tað sigur Rannvá Ragnarsdóttur, brúkaraumboð, nú hon tekur samanum árið í fjør. Og hon sigur enntá, at enn er langt eftir á mál til vit hava eina skipan, sum gevur brúkarunum nøktandi verju.

 

Rannvá Ragnarsdóttir vísir á, at vil ein brúkari, sum er komin illa fyri av einum keypi, kæra, er einasti útvegur at fara til dómstólarnar, og tað er ein ov drúgvur – og dýrur- vegur at fara.

 

Tí mælir hon til at ein brúkarakæruevnd verður sett á stovn í Føroyum. Hetta er ein nevnd, sum kann taka støðu til kærur frá brúkarum.

 

- Tað hevði verið ein skjót og smidlig skipan, ið hevði bøtt um verndina hjá brúkarunum, sigur hon.

 

- Ein brúkarakærunevnd kundi havt umboð fyri brúkarar og umboð fyri vinnurekandi, sigur hon

 

- Hetta vildi bøtt um verjuna hjá brúkaranum og hevði verið ein skjót og smidlig skipan, sum hevði hjálpt bæði teimum vinnurekandi og brúkarunum, sigur Rannvá Ragnarsdóttur

 

Hon heldur eisini, at høvdu brúkararnir havt sítt egna áhugafelag, hevði tað eisini styrkt um støðuna hjá brúkarunum

 

Eitt skifti fyrst í øldini virkaði eitt sjálvboðið brúkarasamtak, sum greinaði og kannaði ymisk viðurskifti, ið lógu brúkaranum nær.

 

- Hetta arbeiðið var sjálvboðið, og tað var helst ein orsøk til, at tað datt niðurfyri.

 

Tí mælir hon til at løgtingið játtar pening á fíggjarlógini fyri at stimbra uppundir og eggjar til, at eitt brúkarasamtak ella brúkararáð, verður sett á stovn.

 

- Eitt brúkarasamtak kundi eisini umboðað brúkaraáhugamálini í eitt nú eini brúkarakærunevnd og verið hoyringspartur í samband við lógaruppskot, leiðreglur

 

Eitt øki, sum støðugt vindur upp á seg, er handil á netinum. Alt fleiri velja at keypa vørur og tænastur á netinum – bæði frá seljarunum her heima og frá útlendskum fyritøkum.

 

- Á hesum umfatandi marknaði er brúkaraverndin í Føroyum ikki skipað og ofta tilvildarlig.

 

Tí mælir Brúkaraumboðið somuleiðis til, at reglur um nethandil verða settar í verk.

 

- Í hinum Norðurlondum kann brúkarin angra sítt netkeyp.

 

Brúkaraumboðið mælir tí til, at reglur um angrirrætt verða settar í gildi í Føroyum. Tað merkir, at ein keypari, sum hevur keypt eina vøru á netinum kann angra keypið, og senda vøruna aftur, og fáa peningin aftur.

 

Brúkaraumboðið vísir eisini á, at krøv eiga eisini at verða sett til seljarar á netinum um at geva fullfíggjaðar upplýsingar um prís, fullfíggjaðar upplýsingar um vøruna, og um allar keyps­treytir og  garanti.

 

Hinvegin fegnast Brúkaraumboðið um, at freistin hjá brúkarunum at boða seljara frá um vøran hevur brek, er longd úr einum ári upp í tvey ár. Tað er ein bati fyri brúkaran, sigur hon.