Opið hús

Lógarkarmarnir, sum fiskivinnan virkar undir, og Hoyvíkssáttmálin, eru so vánaligir, at okkurt má gerast í stundini. Sum er halda Føroyar opið hús fyri øllum, sum hava hug at gera sær dælt av óskilinum.

Lógarkarmarnir, sum fiskivinnan virkar undir, og Hoyvíkssáttmálin, eru so vánaligir, at okkurt má gerast í stundini. Sum er halda Føroyar opið hús fyri øllum, sum hava hug at gera sær dælt av óskilinum.

 

Dømi 1:
Fyri stuttari tíð síðani varð fabrikstrolarin Næraberg bannaður atgongd í íslendska havn, tí íslendingar ikki góðtaka, at skipið verður leigað til Grønlands at fiska grønlendska makrelkvotu. Tað sama hendi í fjør. Men nú, tá íslendsku frystigoymslurnar eru fullar, standa vit her heima og hyggja bara at, meðan íslendsk uppsjóvarskip tralla hendavegin at landa, samstundis sum tey undirbjóða prísin, ið føroysku skipini hava fingið.
Um alt hettar kann fara fram innan karmarnar av Hoyvíkssáttmálanum, er hann verri enn ongin sáttmáli.
Tjóðveldi skal ganga á odda at rætta hettar upp sum skjótast.


Dømi 2:
Eitt uppsjóvarskip, sum ongi fiskirættindi hevði, kom í flotan í fjør og fekk við einum ótali av proformahandlum atgongd at fiska so nógvan makrel, sum tað orkaði.
Skipið helt ikki sáttmálarnar við manningarfeløgini viðvíkjandi avrokningunum, men feløgini tóku vandan fyri, at skipið fór at rýma frá rokningini, róligt, tí tvey føroysk vinnufeløg formliga stóðu sum eigarar av skipinum teir túrarnar, talan var um. Hetta váttaðu skrásetingarskjølini, sum innlit fekst í frá Skipaskrásetingini. Tískil var bara at fara eftir hesum feløgunum, um skipið rýmdi, hildu manningarfeløgini.
Men tað, sum skjølini hjá Skipaskrásetingini ikki vístu, var, at veruligi eigarin av skipinum hevði gjørt sonevndar bareboard charter-avtalur við tey bæði vinnufeløgini. Hesar avtalur merkja, at veruligi eigarin yvirtók øll fiskirættindi, men samstundis eisini allar skyldur, frá hinum báðum feløgunum.
Knappliga ein dagin var skipið farið av landinum og skrásett hjá einum felag í Belize, ið er kent fyri sítt hentleikaflagg og ongar upplýsingar at lata um feløg, sum eru skrásett har.
So nú var ongin at senda rokningina til, og manningarfeløgini og limir teirra, ið áttu pengar til góðar, stóðu so nakkalang.
Orsøkin til, at hetta sirkussið ikki varð avdúkað í skjølunum hjá Skipaskrásetingini, er einføld hon, at bareboard charter-avtalur (ið vanliga bert verða nýttar í farmavinnuni), ikki verða skrásettar hjá Skipaskrásetingini uttan so, at tær verða gjørdar í sambandi við útflagging. Og skipið var ikki flaggað út, tá avtalurnar vórðu gjørdar.

Her skal strammast upp í lóggávuni, og tað við lít, og eisini her vil Tjóðveldi ganga á odda.

 

Nógv orka verður í nógvum flokkum brúkt uppá at tosa um fiskivinnunýskipan, tá tað snýr seg um tilfeingis-ognarskapin, regulering av fiskiskapinum og atgongdina at fiska. Alt gott um tað, tí tað er eitt tað týdningarmesta arbeiðið, ið liggur fyri framman. Men í øllum hesum mugu vit ikki gloyma aðra vinnulóggávu í fiskivinnuni – ella rættari, vantandi lóggávu.

 

Ingolf S. Olsen

løgtingsvalevni fyri Tjóðveldi