Sardarjan. Hetta skal Russland gera fyri at hevna seg inn á Danmark aftur fyri at Danmark stuðlar Ukraina í krígnum ímóti Russlandi. Hann heldur, at tað eigur at fáa avleiðingar fyri Danmark, at danska stjórnin [...] ukrainska herinum við vápnum. Hetta endurgevur danska TV2 ymsar miðlar fyri. Og eitt uppskot frá Henry Sardarjan er, at Russland leggur seg út í viðurskiftini í ríkisfelagsskapinum Hann vísir á, at danir hava [...] krevur tað, at vit leggja okkum út í innanríkisviðurskifti í øðrum londum fyri at røkja okkara áhugamál, eiga vit at gera tað fyri einhvønn prís.
Vágum í gjár, har hon gjørdi kanningar. Har vísti tað seg, at ein persónur varð tikin fyri at koyra bil uttan koyrikort, sum hann so fær revsing fyri. Men ikki nóg mikið við tí. Av tí at talan var um ein [...] tvey tíðina í nátt tók løgreglan ein persón, sum varð skrivaður fyri at koyra 72 km/t í bygdum øki á Glyvrum. Tað fekk viðkomandi ein bót fyri, 2.500 krónur. Men viðkomandi fær eisini eitt klipp í koyrikortið [...] bilútleigarin eisini bót fyri lata einum persóni uttan koyrikort bilin. Tí tað er soleiðis, at bileigari, um hann lænir út ella leigar út ein bil, so hevur hann ábyrgdina fyri at tryggja sær, at viðkomandi
kannaði ferðsluna í Runavík, vísti tað seg, at ein tilkomin bilførari ikki hevði koyrikort og tí ikki hevði loyvi at koyra bil. Hann verður tí skuldsettur fyri at koyra bil uttan førararætt, og tað kostar [...] fyrstu ferð. Og endurtekur tað seg, so veksur bótin, sigur vaktleiðarin á politistøðini. Løgreglan tók ein skutara, sum varð tikin inn á politistøðini, har hann skal kannast fyri ferð, tí mistanki er um, at [...] foreldrini hjá eigaranum kunnu síðani heinta skutaran á politistøðini. Fyri at fáa hann skrásettan aftur, so má hann til sýn á Akstovuni fyri at fáa nýggja nummarplátur og góðkenning. Tá løgreglan í gjár gjørdi
setti hann seg uppímóti handtøku, sum eisini kostar eina bót fyri brot á skilhaldsreglarnar. So hesin persónurin fekk tríggjar bøtur fyri brot á skilhaldsreglarnar. Hin persónurin fekk eina bót fyri brot á [...] Seint í nátt vóru tveir persónar skrivaðir fyri at vísa háðandi atburð móti løgreglufólki. Teir góvu løgreglu fingurin, longutong, og tað kostar eina bót fyri brot á skilhaldsreglarnar. Men annar persónurin [...] eingin var tó meldaður fyri nakað í tí sambandinum, sigur vaktleiðarin. Og í Klaksvík er eitt harðskapsmál meldað til løgregluna. Ein persónur fór á sjúkrahus til kanningar. Tað snúði seg um ung fólk undir
við fíggjarætlanini fyri 2026. Fyri fyrstu ferð er ein játtan tøk til at seta frítíðarkortið í verk í Sunda kommunu. Eyðstein Zachariasen sigur seg fegnast, samstundis sum hann sigur seg vóna, at frítíðarkortið [...] atkvøtt hevur verið, hevur frítíðarkortið verið niðurstemmað, og tá fíggjarætlanin fyri Sunda kommunu áður hevur verið fyri, so hevur frítíðarkortið ikki verið raðfest. Men, nú bragdaði. - Flest øll vita [...] frítíðarkortið verður til gagns fyri øll børn í kommununi. - Málið er, at vit sum kommuna vilja ganga á odda innan eitt gott og trygt umhvørvi fyri ung at veksa upp í, leggur borgarstjórin aftrat.
tí, sum er best fyri brúkaran. Nógv av hesum snýr seg um væntandi politiska vitan og innlit í viðurskiftini hjá okkara veikastu samfelagsborgarum og nógv, tíverri alt ov nógv, snýr seg um vánaligar og [...] sorgini um, at tykkara barn mátti skiljast frá restini av familjuni fyri at fáa hjálp. Villiam byrjar í læruplássi í januar og flytir fyri seg sjálvan at búgva. Við stuðli frá pedagogum verður gerandisdagurin [...] stendur sum ein fyrimynd fyri mær í dag. Ein kvinna, sum ongantíð gav upp og ongantíð læt lívsins harðbalnu síðu gera seg grenjuta. Hon var altíð takksom. Finnur Helmsdal, sum fyri mær var ímyndin av einum
løtuna havt tvey horna, og Karl Løkin hevur roynt seg við skoti, men bólturin fór omanfyri tvørtræið. 65) 2-2 Síðstu løtuna hevur tað mesta gingið fyri seg millum brotsteigarnar báðar, men talan hevur ikki [...] NSÍ hevur sæð gult kort fyri fríspark, og Filip Djordjevic hjá Víkingi sá eisini gult fyri eftir dómin at spenna bringuna úr sær! 16) Finnur Justinussen 15. Heimaliðið hevur lagt seg framum. Hanus Jacobsen [...] royndi seg við langskoti, Kristian Joensen hálvbjargaði, og Finnur Justinussen var fyrstur á. Magnus Olsen gult kort. 15) 0-0 Tað er nógv lív í. Filip Djorjevic fyri Víking og Klæmint A. Olsen fyri NSÍ hava
konge og fædreland, men mest det første«. Jú, Jokeren er avgjørdur, og tað er ikki fyri einki, at hann er nógv róstur fyri sínar beinraknu rapptekstir. Brotið er tikið er tikið úr sanginum »Genopstandelsen« [...] sum hann sjálvur málber seg, so vaks hann upp í einum intellektuellum umhvørvi. Føroyskar røtur Og so er faðirættin hjá honum slektað úr Vági. Handan navnið Jokeren fjalir seg nevniliga kristna navn hansara [...] ferðaðist í ghettoum og livdi tað villa lívið í Keypmannahavn, sum hann sjálvur málber seg. Sjálvur sigur hann seg tó al-tíð hava havt guðstrúnna við í viðførinum. - Hetta eru ikki nøkur nýggj tíðindi,
Eitt blátt tjald fer flúgvandi gjøgnum luftina og festir seg fast í koppaða hegnið, sum hevur gjørt innrás á høvuðsvegnum. Vinmaðurin ger sítt fyri, at hansara tjald ikki fer við vindinum. - Nei! Nú eri [...] noyðist yvir á tjaldingarøkið, so hon fær sovið rúsin av sær. Tað tykist sum, at hon er um at koma fyri seg. - Á tjaldingarøkið?, spyr hon aftaná eina løtu. - Eg fari ikki at sova í einum tjaldi í hesum regninum [...] Men endaspurturin var framúr. Tað var fyrst og fremst veðrið, sum legði bein fyri festivalinum. Tungar aldur skolaðu seg undir pallin á sandinum, og tí var festivalurin so at siga fluttur niðan á spæliplássið
ferð eftir ferð fyri at skilja - fyri at eyðmerkja. Ímillum fortíðini og nútíðina er endurtøkan. Knívurin borar seg inn í mønuna á seyðinum. Eyguni rulla í høvdinum. Ein annar knívur borar seg inn aftanfyri [...] spengur traðka fram, spleysaði saman til fast kjøt. Tómar æðrar stinga seg fram, sum myrkir og forvitnisligir tunnlar, ið greina seg inn í tað endaleysa. Ímillum heimin og húðina er hin livandi líðingin [...] mátin at skræða seg úr rammuni, er at noyða blóðið úr kroppinum ? úr rammuni. Men blóðið er altíð reytt. Hevur altíð blóðsins lit. Hevur litin av líðing og lívi. At liva lívið innan fyri rammuna, er tað