SAMRØÐA: »Jeg tror på Gud konge og fædreland, men mest det første«.
Jú, Jokeren er avgjørdur, og tað er ikki fyri einki, at hann er nógv róstur fyri sínar beinraknu rapptekstir. Brotið er tikið er tikið úr sanginum »Genopstandelsen«. Og á ein hátt ber eisini til at siga, at eitt slag av hamskifti hevur eyðkent Jokeren hesi seinastu árini.
Men alt hevur eina byrjan, og um vikuskiftið leitar fremsti rapparin í danska kongaríkinum aftur, har rótin rann.
Søgan um um Jokeren er nevniliga ikki tann vanliga ráa søgan um ein rappara, sum vaks upp í eini harðførari ghetto, ið kundi fáa býarpartin Harlem at líkjast einum forstaði norðanfyri Keypmannahavn.
Nei, Jokarin kemur úr einum heimi við klaveri, og sum hann sjálvur málber seg, so vaks hann upp í einum intellektuellum umhvørvi.
Føroyskar røtur
Og so er faðirættin hjá honum slektað úr Vági.
Handan navnið Jokeren fjalir seg nevniliga kristna navn hansara Jesper Dahl.
Tá Sosialurin prátar við hann, er tað týðiligt, at rættilig ferð kemur á prátið, tá hann skal útgreina sína føroysku »connection«.
Sum eftirnavnið ber boð um, so er Jokeren runnin av Dahl-ættini úr Vági.
Abbin í kalllegg var Hans Jacob Dahl, sáli, og rapparin greiðir frá, at familjan gjøgnum øll barnaárini varðveitti tann føroyska samleikan og siðirnar við at eta spik og skerpikjøt, sum hann sjálvur kallar tað í nevndu gastronomisku raðfylgju.
- Eg eri uppvaksin við einum grindaknívi á vegginum, sigur Jesper Dahl, sum tó ongantíð sjálvur hevur verið í Vági. Hann hevur bert verið í Føroyum ta einu ferðina. Tað var fyri tveimum árum síðani saman við fótbóltsliðnum FC Keypmannahavn.
- Eg vóni tó at koma upp hagar onkuntíð sum vanligur ferðamaður, sigur Jesper Dahl, hóast tað heldur ikki verður á hesum sinni, at hann kemur til Vágs.
Blaðmaðurin hevur longu framman undan samrøðuni avgjørt, at hendan samrøðan ikki skal snúgva seg um, hvat Jokarin heldur um Føroyar, so prátið ikki skal drukna í lifrandi klisjéum.
Tann royndi entertainarin veit tó, hvørjar knøttar hann skal trýsta á, tá hann prátar við fjølmiðlafólk. Hann dylur nevniliga ikki fyri, hví hann so gjarna vil koma til Føroya at vitja.
- Tað er ófatiliga vakurt í Føroyum, sigur Jesper Dahl.
So fingu vit eisini tað við.
Sálmar væl egnaðir til rapp
Men kanska er tað okkurt um tað, at Jokeren er vorðin ein vaksin maður sum er komin eitt vet inn í tríatiárini. Í øllum førum kann tað tykjast so, tá hann verður spurdur, hvar hann metir seg vera tónleikaliga í løtuni.
- Lyriskt eri eg har, at tekstirnir eru eitt snapshot av mínum lívi júst á tí tíðarskeiðnum, greiðir hann frá.
Tað er ikki av tilvild, at Jesper Dahl svarar »lyriskt«, tá hann verður spurdur um tað tónleikaliga.
- Huglagið í tekstunum skal speglast í tónleikinum.
- Eftir tíggu ár við drukk, damum og niðurtúrum tori eg nú at vísa aðrar síður av mær sjálvum, sigur Jesper Dahl, og nevnir serliga tvinni ting: Trúnna á Guð og sambandið við unnustuna!
Sum nevnt kemur Jesper Dahl frá einum heimi, har foreldrini vóru mett sum “hampafólk”, men sum hálvvaksin og vaksin royndi hann lívið í L.A., ferðaðist í ghettoum og livdi tað villa lívið í Keypmannahavn, sum hann sjálvur málber seg.
Sjálvur sigur hann seg tó al-tíð hava havt guðstrúnna við í viðførinum.
- Hetta eru ikki nøkur nýggj tíðindi, sigur hann, hóast hetta var nokk til skapa nakrar yvirskriftir í donskum bløðum fyrr í ár, at hann segði seg trúgva á Guð.
Hann sær tað tó ikki sum nakra andsøgn at siga seg trúgva á Guð og spæla í rappumhvørvi við ofta bersøgnum tekstum, og sum dømi nevnir eina framførslu herfyri, har hann sang hipp hopp í Dómkirkjuni í Keypmannahavn. Sálmurin var “Se, nú stiger solen af havets skød” ella “Sí, úr havirísiur nú morgunsól”, so sum hann er føroyskaður av Axeli Tórgarð. Konfirmantarnir sungu fyrsta ørindi, og so tók Jokarin við.
- Tekstirnir í sálmunum eru kraftmiklir, og tí egna teir seg væl til rapp, vil Jesper Dahl vera við.
Filmaktuellur
Jesper Dahl hevur annars úr at gera í hesum døgum.
Ikki minst er hann aktuellur við filminum “”Fidibus”, sum hevur verið spældur í donskum biografum í seinastuni. Sjálvur sigur Jesper Dahl, at leikluturin sum pushari er nær skyldur við “Jokaran”, og at tað ivaleyst er tí, at hann er castaður sum “brovtende stodder”, sum hann sjálvur málber seg á síni ektaðu ektaðu kjøpinhavnsku dialekt.
- Hatta var stuttligt, men eg eri entertainari, ikki sjónleikari, vil Jesper Dahl vera við um sína byrjan á tí hvíta tjaldinum.
Men hvør er so hesin Jokarin – eru hann og Jesper Dahl tann sami?
Tann spurningurin er kanska ikki so heilt lættur at svara hjá Jesper Dahl, sum hevur kallað seg Jokeren, síðani hann var 12 ára gamal. Hann hevur to gjørt sær nakrar tankar um sítt alter ego.
- Jú eldri eg blívi, jú meira av Jesper fylli eg í Jokaran. Hann er eitt listaligt úttrykk, og sovorðin skulu sodnast – annars kunnu tey blíva sterotyp og eindimensionell. Upplivingarnar hjá Jesper koma sostatt í Jokaran.
- Jokarin er jú ein íspegil ella hovnarr, har tú ikki veit, hvørjum hann kemur við næstu ferð, sigur hann.
Og tað ber eisini til at siga um Jokaran, sum eftir m. a. at hava roynt seg í Den Gale Pose, nú meira er farin at viðgera evni sum vakran kærleika og trúgv – og hvør veit, un ikki kongur og føðiland eiga tørn næstu ferð.
Eitt er tó heilt vist.
Jesper lovar, at føroyingar um vikuskiftið sleppa at hoyra tónleik úr allari hansara karrieru sum rappari.'
Fakta um Jokaran
Navn:Jesper Dahl
Føddur:13. juni 1973
Útbúgving:lærari
Sum 12 ára gamal valdi hann sær heitið Jokeren. Flutti í 1992 til L.A. saman við sínum táverandi bólki, har teir framleiddu fyri kendar rapptónleikarar. Hálvtannað ár seinni komu teir aftur til Danmarkar sum Den Gale Pose, ið gav tríggjar fløgur út.
Í 2003 byrjaði Jokeren sína yrkisleið sum solistur, og hevur síðani fingið fleiri tónleikaheiðurslønir.
Útgávur:
Við Den Gale Pose:
»Mod rov« 1996
»Sådan er reglerne« 1998
»Definitionen af en stodder« 2001
Sum einstaklingur:
“Alpha Han” 2004
“Gigolo Jesus” 2005
Spælir leygarnáttina kl. 2 í Eclipse og leygarkvøldið kl. 23 í Ítróttarhøllini í Runavík