Russland skal stuðla sjálvstýrisrørsluni í Føroyum

Russiskur professari, og embætismaður, mælir til, at Russland skal gera sítt til at syndra ríkisfelagsskapin

Russlan eigur at stuðla og hjálpa sjálvstýrisrørsluni í Føroyum. Tað heldur russiski professarin í statsvísindum, og russiskur umboðsmaður í ST, Henry Sardarjan. Hetta skal Russland gera fyri at hevna seg inn á Danmark aftur fyri at Danmark stuðlar Ukraina í krígnum ímóti Russlandi. Hann heldur, at tað eigur at fáa avleiðingar fyri Danmark, at danska stjórnin hjálpir ukrainska herinum við vápnum.

 

Hetta endurgevur danska TV2 ymsar miðlar fyri. Og eitt uppskot frá Henry Sardarjan er, at Russland leggur seg út í viðurskiftini í ríkisfelagsskapinum

 

Hann vísir á, at danir hava stórar trupulleikar av sjálvstýrisrørsluni í Føroyum og hann heldur, at tað er einki í forðar Russlandi í at stuðla føroysku sjálvstýrisrørsluni, bæði fíggjarliga, diplomatiskt og skipanarliga.

 

Síðani eru hesi tíðindini vorðin ein partur av russiskari propaganda, tí nú hevur eisini russiski sjónvarpsverturin, Vladimir Solovjov, greitt sínum fylgjarum á sosialu miðlunum frá sjónarmiðjunum hjá russiska ST-umboðsmanninum. 

 

So seint sum 15. janiar var Henry Sardaryan eisini gestur í sjónvarpssending hjá Vladimir Solovjov. Og har segði hann, at krevur tað, at vit leggja okkum út í innanríkisviðurskifti í øðrum londum fyri at røkja okkara áhugamál, eiga vit at gera tað fyri einhvønn prís.