G!-festivalurin hevur sæð betur dagar

G!-festivalurin í 2010 verður mintur fyri buldrasliga veðrið, sum fekk nøkur at venda við, meðan onnur ikki lótu seg órógva og royndu at fáa sum frægast burturúr

Hóskvøld.

Hann setir ryggsekkin og ølkassan frá sær og hyggur illbrýntur at vinmanninum.

- Vit koma aftur í morgin. Kom nú avstað!, rópar hann til hansara, meðan hvirlurnar hava funnið sær enn eitt tjald at spæla við. Eitt blátt tjald fer flúgvandi gjøgnum luftina og festir seg fast í koppaða hegnið, sum hevur gjørt innrás á høvuðsvegnum.

Vinmaðurin ger sítt fyri, at hansara tjald ikki fer við vindinum.

- Nei! Nú eri eg á festivali! Far tú, um tú vil!, er ráma svarið, hann fær frá vinmanninum.

Hann hyggur nipin at vinmanninum í ódnarveðrinum, áðrenn hann leitar sær einsamallur oman til bilin, sum hann setti frá sær niðanfyri kirkjuna tveir tímar frammanundan.


Aftur regn

Fríggjakvøld.

Klokkan er júst farin av ellivu. Tað hevur regnað uttan slit seinastu tveir tímarnar.

Stutt frá høvuðsinngongdini er ein ung genta fallin til kníggja. Hon styðjar til við at hava vinstru hond á einum lítlum grótveggi. Gula spýggið goysir úr henni, meðan tvær vinkonur royna at hjálpa henni sum frægast. Tær eru greiðar á málinum og leggja illastøddu vinkonuni eina við, at hon noyðist yvir á tjaldingarøkið, so hon fær sovið rúsin av sær.

Tað tykist sum, at hon er um at koma fyri seg.

- Á tjaldingarøkið?, spyr hon aftaná eina løtu.

- Eg fari ikki at sova í einum tjaldi í hesum regninum. Eg fari til hús nú, leggur hon sannførd afturat.

Løtu seinni fóru hon, og fleiri við henni, til hús.


Soleiðis er G!

Leygarkvøld.

Tað er gott og væl ein hálvur tími síðan, at Nephew fór av pallinum á spæliplássinum í Syðrugøtu. Fýra vinmenn standa framvegis og syngja nakrar av sangunum, sum danski rokkbólkurin hevur framført. Myrkið hevur so smátt lagt seg yvir fjøldina av fólki, sum rastleys tuska runt millum tjaldingarøkið og festivaløkið.

So kemur fløskan. Ein heit og føroysk Eldvatn kemur væl við. Teir seta munnklovan á fløskuna og stoyta niður í nevið. Hin fyrsti ristir við høvdinum, áðrenn hann kemur við sínu greiðu niðurstøðu um ársins G!-festival.

- G!-festivalurin rular!, brølar hann um allar geilar.


Sum F.R. David

Eg kann ikki annað enn samanbera ársins útgávu av G!-festivalinum við framførsluna hjá F. R. David á Summarfestivalinum í 2006.

Eg stóð millum mongu áhoyrararnar, meðan hesin, tá 60 ára gamli, poppsangarin framførdi nakrar av sangunum, sum hann hevur skrivað. Hann var millum høvuðsnøvnini, sum hevði lokkað fleiri til Klaksvíkar á festival. Men tað var ikki serliga gott. Hýrurin var ikki stórur. Fá sungu við. Tað vóru ikki fleiri enn 25 fólk, sum dugdu meirilutan av sangunum.

So kom endaspurturin. F. R. David framførdi sangin, sum hevur ført hann víða. Og meðan ‘Words’, sum er eitt fantastiskt popplag, rungaði, sungu øll við.

Nú var konsertin brádliga fantastisk. Og tað var hendan løtan, sum hevur metlað seg fast í minni á teimum allarflestu.

Men tað er neyðugt at síggja heildarmyndina. Framførslan var ikki fantastisk. Og tað var ársins G!-festivalur heldur ikki. Men endaspurturin var framúr.

Tað var fyrst og fremst veðrið, sum legði bein fyri festivalinum. Tungar aldur skolaðu seg undir pallin á sandinum, og tí var festivalurin so at siga fluttur niðan á spæliplássið. Og har var ofta lítið pláss og ljóðgóðskan var ikki sannførandi.

Veðrið hóvaði ikki fleiri, sum tung í huga runnu undan veðrinum.

Onnur vóru treisk og lótu seg ikki órógva. Tey valdu at brynja seg við toli og royndu at fáa sum frægast burturúr á mórudíkinum á tjaldingarøkinum.

Føroyskir festivalar hava roynt vansarnar við føroyska veðurlagnum. Regnið og vindurin fekk eisini ávirkan á G!-festivalin í ár. Leygardagin fingu gestirnar tað, sum festivalurin er eyðkendur fyri.

Fleiri gramdu seg um, at tónleikaskráin var ikki eins áhugaverd í ár, sum onnur ár. Tað er eisini rætt. Men hinvegin tóktist tað sum, at føroysku Týr, Eivør, Guðrið Hansdóttir, Annika Hoydal og onnur vóru undirmett. Hugburðurin millum fleiri var, at so leingi tað er føroyskt, so er tað ikki gott.

Festivalurin var stundum sera óskipaður. Tað vóru fleiri broytingar, orsakað av veðrinum, men samskiftið við gestirnar var ikki nøktandi. Fjølmiðlarnir gjørdu sítt til at kunngera broytingarnar, men festivalgestirnir lurta ikki eftir tíðindunum í útvarpinum ella hyggja á alnetinum.

Við treytunum, sum veðrið setti, fekk G!-festivalurin væl burturúr.