NSÍ á fjórða plássi

Við tveimum málum síðstu tíggju minuttirnar tryggjaði NSÍ sær 4-2 sigur á Víkingi í Sarpugerði

Við 4-2 sigri á útivølli ímóti Víkingi hevur NSÍ í kvøld lyft seg fram á fjórða plássið, har liðið verður í hvussu so er í eitt samdøgur. NSÍ hevur 30 stig, sum er sama stigatal, sum B36 á bronsuplássinum hevur. Víkingur er á sætta plássi við 28 stigum.

 

Talan var um tætta og spennandi grannauppgerð, sum í 1. hálvleiki eisini var væl spæld. Lotið var rættuliga frískt, og heimaliðið var fyrsta hálva tíman leikliga omaná. Víkingur legði seg framum við máli, sum Finnur Justinussen skoraði, og tað vóru møguleikar at økja um leiðsluna. Men so mentist NSÍ, og eftir lítlari løtu vendi gongdin soleiðis, at NSÍ bæði javnaði og legði seg framum. Málskjúttar vóru Árni Frederiksberg og Klæmint A. Olsen. Dygst undan steðginum javnaði Finnur Justinussen eftir útspark frá Geza Turi, og so var púra opið aftur, tá ið teir fóru undir 2. hálvleik.

 

Tað var framvegis javnt og intenst, men spælið var ikki so væl skipað eftir steðgin, og tað kendist, at spælararnir fóru at møðast.

 

Men so var tað, at NSÍ sjey minuttir undan leikloki legði seg framum 3-2, og at 4-2 sigurin varð staðfestur í síðstu løtu av fimm minuttunum, sum Eiler Rasmussen hevði lagt aftrat.

 

Magnus Olsen legði við høvdinum NSÍ framum, eftir at innskifti Sjúrður Jacobsen hevði spælt í høgru til Jónhard Frederiksberg, sum legði væl innfyri, og Klæmint A. Olsen staðfesti við høvdinum sigurin, eftir at miðvallarin Karl Løkin við frísparki úr vinstru hevði lagt innfyri.

 

 Víkingur skal næstu ferð spæla á útivølli ímóti B36, og NSÍ skal næstu ferð spæla ímóti KÍ á heimavølli.

 

 

Víkingur-NSÍ 2-4 (2-2)

1-0: Finnur Justinussen 14.

1-1: Árni Frederiksberg 37.

1-2: Klæmint A. Olsen 40.

2-2: Finnur Justinussen 45.

2-3: Magnus Olsen 83.

2-4: Klæmnt A. Olsen 90.+5.

Dómari: Eiler Rasmussen

Víkingur: Geza Turi – Bárður Hansen, Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Dánjal Pauli Lervig (Heðin Hansen, 78.) – Sølvi Vatnhamar, Jann Ingi Petersen (Sverri Jacobsen, 56.), Hanus Jacobsen (Hjartvard Hansen, 87.) – Filip Djordjevic, Finnur Justinussen, Kaj Leo í Bartalsstovu

Gult kort: Filip Djordjevic, Dánjal Pauli Lervig, Atli Gregersen

NSÍ: Kristian Joensen – Jónhard Frederiksberg, Jens Joensen, Andras Brixen Vágsheyg, Einar Tróndargjógv – Karl Løkin, Magnus H. Olsen, Pól Jóhannus Justinussen – Árni Frederiksberg (Sjúrður Jacobsen, 80.), Klæmint A. Olsen, Andy Olsen (Jann Martin Mortensen, 61.) 

Gult kort: Magnus Olsen, Karl Løkin 

-----

 

LIÐUGT

2-4

NSÍ hevur vunnið 4-2 á Víkingi í Sarpugerði!

 

 

 

2-4: Klæmint A. Olsen

Karl Løkin legði frispark innfyri úr vinstru, og Klæmint A. Olsen stýrdi við høvdinum bóltin í málið!

 

 

 

2-3

Víkingur hevur nógvar spælarar frammarlaga, men tað sær út til, at NSÍ fer at halda tørn.

 

 

 

2-3

Eftir innlegg frá Kaj Leo í Bartalsstovu sendi Hjartvard Hansen við høvdinum bóltin dygst framvið stólpanum.

 

 

 

 

90) 2-3

5 minuttir eru lagdir aftrat.

 

 

88) 2-3

Tað sá ikki so vandamikið út, men tað varð tætt við, tá ið Klæmint A. Olsen setti krúllin undir bóltin eftir langa NSÍ framleggin. Víkingur tykist hava torført at svara aftur, eftir at NSÍ hevur lagt seg á odda.

 

 

 

83) 2-3: Magnus Olsen 83.

So er NSÍ á sigurskós. Júst innskifti Sjúrður Jacobsen legði bóltin í høgra borð til Jónhard Frederiksberg, sum sendi bóltin innfyri, har Magnus Olsen við høvdinum sendi bóltin í málið.

 

82) 2-2

Nú er langt síðani síðsta upplagda møguleikan. Størri dentur verður lagdur á at verja, enn at leypa á.

 

 

 

78) 2-2

Dánjal Pauli Lervig er borin út á børu. Heðin Hansen er komin inn á Víkinga miðvøllin, og Hanus Jacobsen er farin aftur á vinstra vongverja.

Sjúrður Jacobsen er komin inn á NSÍ miðvøllin í staðin fyri Árna Frederiksberg.

 

 

 

76) 2-2

Tað er langt millum málmøguleikarnar, og tað kennist sum um, at spælararnir eru farnir at troyttast.

 Setningurin hjá Sverra Jacobsen á høgra vongverja er at byrgja upp fyri Pól Jóhannusi, sum er sera framrættaður í vinstru.

 

 

 

73) 2-2

Danjal Pauli Lervig hjá Víkingi hevur sæð gult fyri at steðga Jann Martin Mortensen í NSÍ skjótálopi. Kvaliteturin í spælinum er ikki tann sami, sum hann var undan steðginum.

 

 

 

70) 2-2

Lotið er vaksið aftur, og tað tykist ávirka soleiðis, at NSÍ, ið hevur lotið undan, hevur størri trýst, men tað gongst ikki so væl at fáa skipað spæl í lag. NSÍ hevur síðstu løtuna havt tvey horna, og Karl Løkin hevur roynt seg við skoti, men bólturin fór omanfyri tvørtræið.

 

 

 

65) 2-2

Síðstu løtuna hevur tað mesta gingið fyri seg millum brotsteigarnar báðar, men talan hevur ikki verið um upplagdar málmøguleikar. Leikferðin er høg.

 

 

 

60)2-2

Jann Martin Mortensen hevur loyst Andy Olsen av á NSÍ miðvøllinum.

 

 

 

55) 2-2

Jann Ingi Petersen er farin av vøllinum, og í hansara stað er komin Sverri Jacobsen inn á Víkinga miðvøllin.

Víkingaliðið verður umskipað: Sverri Jacobsen er nú á høgra vongverja, og Bárður Hansen er farin í vinstra álopsborð. Filip Djordjevic er nú sentralur miðvallari.

 

 

 

50) 2-2

Veðrið er batnað munandi, og harvið darvar vindurin ikki soleiðis, sum hann gjørd í 1. hálvleiki.

 

----- 

Teir eru farnir at hvíla seg í  Sarpugerði, har undirhaldið hevur verið fínt fyrru trý korterini.

 

Bill Jacobsen, sum er viðmerkjari hjá Tróndi Arge, heldur, at gongdin í 1. hálvleiki kundi givið ábendingar um, at úrslitið kanska fer at verða 4-4 ella 5-5! Og at umstøðurnar – regn og frískt lot – kunnu vera orsøk til, at okkurt gult kort kemur aftrat, sum kann bera við sær, at onkur verður vístur av vølli.

 

 

 

 

HÁLVLEIKUR

2-2

 

 

45.+1) 2-2: Finnur Justinussen 45.+1

Eftir langa framlegging frá Geza Turi og eftir at NSÍ verjan varð snýtt av vindinum, varð Finnur Justinussen leysur í høgru, og hann sendi bóltin í handara síðunetið. Flott av Finni, sum var kroystur av tveimum verjuspælarum og hevði málverjan ímóti sær.

 

 

 

45) 1-2

NSÍ málverjin Kristian Joensen tykist vera darvaður av pínu í knænum eftir samanbrest við Finn Justinussen.

NSÍ hevur nú leikliga yvirvág!

 

 

40) 1-2: Klæmint A. Olsen 40.

NSI hevur  rættuliga fingið høvdið fyri seg! Enn eina ferð var  talan um støðu, tá ið Geza Turi hálvbjargaði, og so var NSÍ toppskjúttin á rætta staðnum í røttu løtuni.

 

 

 

38) 1-1: Árni Frederiksberg 37.

So hava Árni Frederiksberg og NSÍ javnað. Efti at Geza Turi í fyrstu atløgu hevð hálvavegna ruddað av vegnum, legði Jónhard Frederiksberg bóltin til Árna Frederiksberg, sum legði hann dygst inn við stólpan. Eitt flott mál!

 

 

35) 1-0

Hóast Víkingur er omaná og á odda, so er NSÍ ikki niðurspælt. Árni Frederiksberg hevur roynt seg við skoti, men bólturin fór við siðuna av, og stutt frammanundan var um reppið, at Pól Jóhannus Justinussen spældi Árna Frederiksberg leysan.

 

 

30) 1-0

Fyrsta hálva tíman hevur Víkingur verið greitt omaná, og talan hevur verið um gott og hugflogsríkt samanspæl,men nú hevur NSÍ verið framvið. Klæmint A. Olsen legði bóltin upp á tvørs í málteiginum, men Geza Turi bjargaði.

 

 

 

25) 1-0

Eftir frísparksinnlegg úr høgru frá Kaj Leo í Bartalsstovu hevði Erling Jacobsen risa møguleika, men hann fekk ikki høvdið á bóltin. 

 

 

22) 1-0

Víkingur er omaná. Heimaliðið hevur havt fleiri royndir, meðan NSÍ hevur ilt við at spæla ímóti fríska lotinum.

 

 

 

20) 1-0

Karl Løkin hjá NSÍ hevur sæð gult kort fyri fríspark, og Filip Djordjevic hjá Víkingi sá eisini gult fyri eftir dómin at spenna bringuna úr sær!

 

 

16) Finnur Justinussen 15.

Heimaliðið hevur lagt seg framum. Hanus Jacobsen, sum í kvøld er sentralur miðvallari, royndi seg við langskoti, Kristian Joensen hálvbjargaði, og Finnur Justinussen var fyrstur á.

Magnus Olsen gult kort.

 

 

 

15) 0-0

Tað er nógv lív í. Filip Djorjevic fyri Víking og Klæmint A. Olsen fyri NSÍ hava roynt seg, men í báðum førum fór bólturin við síðuna av málinum.

 

 

 

 

11) 0-0

Finnur Justinussen roynir seg við frísparki undan lotinum, men Kristian Joensen bjargar lættliga.

 

 

8) 0-0

Gott NSÍ spæl, sum endaði við, at Jónhard Frederiksberg royndi seg úr brotsteiginum í høgru, men bólturin fór omanfyri málið.

Í næsta Víkingaálopinum stýrdi Finnur Justinussen bóltin við síðuna av málinum.

Víkingur hevur lotið undan.

 

 

3) 0-0

Tað hevur verið lívligt frá fyrsta bríksli. Fyrst tiltuskaði Víkingur sær hornaspark, og so var NSÍ tætt við.

 

Víkingur-NSÍ kl. 18.00

Dómari: Eiler Rasmussen

Víkingur: Geza Turi – Bárður Hansen, Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Dánjal Pauli Lervig – Sølvi Vatnhamar, Jann Ingi Petersen, Hanus Jacobsen – Filip Djordjevic, Finnur Justinussen, Kaj Leo í Bartalsstovu

NSÍ: Kristian Joensen – Jónhard Frederiksberg, Jens Joensen, Andras Brixen Vágsheyg, Einar Tróndargjógv – Karl Løkin, Magnus H. Olsen, Pól Jóhannus Justinussen – Árni Frederiksberg, Klæmint A. Olsen, Andy Olsen

 

Undan dystinum

Tað er grannauppgerð í Sarpugerði í kvøld. Víkingur og NSÍ hava dystast fýra ferðir fyrr í ár. Í landskappingini vann Víkingur í fyrsta umfari 3-2 á heimavølli, og í 10. umfari vann NSÍ 3-0 á heimavølli. Í hálvfinaluni í steypakappingini vann Víkingur 3-2 á heimavølli, og á Svangaskarði var úrslitið 1-1.

Líkindini at spæla fótbólt í Sarpugerði eru ikki av teimum bestu í kvøld, men tað er eingin ivi um, at dysturin verður spældur. Fríska lotið liggur inn á Gøtuvík, tað er tjúkt í erva og harvið eitt sindur myrkt, og tað er ikki frítt, at tað hevur hug at regna.