meir um hann sum privatpersón og pápa. Um lívsins gongd í einum so politiskt merktum heimi, ja ein kann siga burturav politiskum heimi. Hvussu tað gekst hjá honum at fáa stundir til av vera pápi, og at hava [...] lokalt, úr oynni, norðaneftir og úr útheimi. Okkurt heilt privat Kortini áttu vit ein part eftir, sum bara var okkara. Tað sum pappa nevndi ?Reiðrið?, sítt reiður, okkara reiður, har hann treivst ótrúliga [...] lívið. Og her lá mammusa partur ikki eftir. Húsini vóru ikki eins stór tá, sum nú, men rættuliga stór at halda samstundis sum takast skuldi ímóti so serliga nógvum fólki, og hartil longri tíðarskeið eiga ábyrgd
ger á vøllinum. Tað kann ikki vera skeivt, ella? Men tá ein gevur kort fyri tey smáu tingini tíðliga í dystinum, verða kortini tað litríkari og fleiri, sum dysturin líður. Hvussu kann tað henda ella bera [...] dómarum. Lat teir døma útfrá sær sjálvum, t.d. kann eg ikki krevja, at Heðin á Lakjuni skal spæla júst sum Allan Joensen. Tað letur seg ikki gera, og tað kann ein heldur ikki krevja av einum dómara. Tak til [...] dømur, sum bert ein Petur Erhardt ger. Hann hevur stíl - nevniliga sín egna máta, at gera tað uppá. Eins væl vit hava góðar fótbóltsleikarar, hava vit vánaligar dómarar og øvugt. Áskoðararnir kunnu so frøast
proklamerað. Ein hálvan tíma seinni ella so verður heitt á danskar myndugleikar um at umsita somu málsøkir, sum teir við tógvi stríð hava tingið seg fram til at yvirtaka. Skil tað hvør ið kann, eg skilji [...] Javnaðarflokkinum, sum á landsfundi um 14 dagar m.a. skulu viðgera loysingina hjá samgonguni. Satt at siga so væntaði eg frið um hetta mál, til tað fráboðaða aðalorðaskiftið skuldi vera. Hóast vit ongan [...] Javnaðarflokkurin fyri vælferð og trygd fyri allar borgarar. So tá ið Tjóðveldisflokkurin ber flaggið so høgt, at beinini ikki røkka niður á jørðina, so eru vit ikki við longur. Sjálvstýrispolitikkurin hjá samgonguni
finnast. Og vit halda tað vera skeivt av føroyingum at ganga við til loysnir, sum víkja nógv frá teimum ymsu útleggingunum av fiskimarkinum. Tá avtornar má so finnast ein linja, sum liggur onkunstaðni millum [...] uppaftur, tí tað tænir ongum endamáli bara at standa og bíða, so ræður kortini um frá føroyskari síðu at halda høvið kalt. Her kann í veruleikanum verða talan um so stór virði, at hvørt eitt stig má viðgerast [...] kompromi. Hetta kann vera við til at skaða taktisku støðu okkara. Hinvegin er orðið kompromi sera breitt og liðiligt, so tað nýtist ikki at merkja, at føroyingar við tí eru við at draga í land og bara ganga inn
at vit frá bretskari síðu vilja vísa ein positivan vilja, vit vilja vera liðiligir og vit vilja vita , um tað ikki finst ein loysn, sum er so týdningarmikil fyri báðar partar. -Men hvat sigur tú til ynskið [...] leiðina henda vegin, og tað er eisini ein sera fegin sendiharri, sum sigur frá upplivingum sínum í Føroyum. -Tykkara land er ómetaliga vakurt, og fólkini her eru so blíð og vinsom. Tú kennir teg væl at [...] hugaligt at vita sær, at Bretland stendur sum nr. 2 á listanum yvir handilspartnarar hjá Føroyum. Sjálvur heldur hann, at føroyingar eiga at vera fegnir um at hava so góð viðurskifti við Bretland, tí hetta
gingu í skúla í Hoydølum. Sum so ofta var Iggi eisini her í ferð við okkurt spennandi og sjáldsamt. Eitt skifti galt tað um at konstruera rakett-motorar, m.a. við hydrazin sum brennievni. Einasta, ið restaði [...] samstundis so vakurt sum gjørligt. Eitt annað stórverk hansara er t.d. hangar-bygningurin í Vága Floghavn. Í Danmørk var hann t.d. eisini við til at tekna Ítróttarparkina Nýggju í Keypmannahavn. Sum Marjun [...] hansara førdu hann sum tíðin leið inn í arkitektoniska heimin, har hann fann sítt lívsstarv. Kemur tú framat einum prýðiligum, bláum bygningi í Vesturbýnum í Havn, er talan um Blindaheimið, sum Iggi legði nógva
dømi, sum hvørt mansbarn átti at fata Sum er, er røktarpeningurin nokkso oyramerktur, býttur út á hvørja deild ella sjúkrahúseind sær, men hvør sigur, at ein sjúkrahúsdeild er eitt maskinarí, sum koyrir [...] starvsfólk skal sita hjá sjúklinginum alla tíðina, sum vil siga 3 eyka dagsverk pr. samdøgur til bara henda eina sjúkling, og so kemur tað enntá ikki so sjáldan fyri, at tað gerst neyðugt at festa ella hava [...] roynir at gera tað forsvarliga, men tað kann altso lýta ta frammanundan løgdu fíggjarætlan, sum í politikaranna eygum tykist vera vorðin heilag kúgv. Hvat kann gerast Sjálvur meti eg hendan eina trupulleikan
hava trý stór oljufeløg og ein stóran ídnað annars, sum tæna og servisera oljuvinnuna sum heild - og sum fegin vilja vera við í einum føroyskum oljuútviklingi. HETTA er ein týðuligur boðskapur, og eiga [...] vísa hesum ynski stóran áhuga. Tað kann bara vera gott, tá aðrar tjóðir og fyritøkur í øðrum londum, halda tað vera skilagott at gera íløgur her hjá okkum, íløgur, sum skulu fjøltátta okkara vinnulív og [...] oljuvinnu, sum longu er í Noregi. Tað hevði gagnað øllum, um tað longu nú vóru føroysk virki, sum knýttu samstarv við norskar fyritøkur og harvið fingið know how og kunnleika, sum aftur kann vera góð barrlast
at áhugin hjá føroyskum fyritøkum at vera við í eini komandi oljuvinnu, ikki er so týðiligur nú sum bara fyri einum ári síðani. - Kanska eru fyritøkurnar nú ikki so ónøgdar við, at alt ikki byrjar her og [...] at útbjóðingarrundan skuldi vera í vár, so broyttist tað til í heyst, og nú vita vit, at tað verður í fyrsta lagi næsta ár. Og tað eru ikki tekin, sum oljufeløgini taka so væl undir við, sigur Jan Mortensen [...] við, sum duga enska málið raðið. So samskiftið vísir seg at ganga væl. At fyritøkur og feløg eru við á eini oljuframsýning er ein íløga í framtíðina. Tey flestu fáa onga beinleiðis inntøku av at vera við
og tann kostnaðurin er so nógv hægri enn 3 krónur pr. flyting, sigur hann Bara manuellar flytingar Janus Petersen heldur ikki, at hetta við ómaksgjøldum hevur so nógv uppá seg, sum tað verður gjørt til. [...] lønarflytingar og tað kann so avgjørt ikki vera meingin, sigur Janus Petersen. Hann nevnir at føroyska peningarensli kostar eini 50 mió. krónur at reka og at tað eru peningastovnarnir sum gjalda meginpartin [...] tað er bara ein spurningur at fáa kundarnar at brúka hesar tænastur. Men er tænastugjaldið ikki eitt slag av pressión, soleiðis at kundarnir hugsa tann vegin? ? Tað er ikki ætlað so, men tað kann síggja