fyri Føroyar. Ikki vanligt at fara frá skipinum Hjá Fiskiveiðieftirlitinum verður sagt, at tað er ikki vanligt í altjóða høpi, at eitt sleipiskip fer frá skipinum, sum tað sleipar, um ketan slitnar. - Hetta [...] síðani verður hjá skipinum, til onkur annar kemur til og tekur yvir, sigur Jóhan Simonsen hjá Fiskiveiðieftirlitinum. Hann sigur, at Fiskiveiðieftirlitið noyddist at fara eftir skipinum, tí tað lá og rak [...] at lata skipið verða verandi í økinum. Nú liggur skipið á Skála, og Fiskiveiðieftirlitið hevur latið løgfrøðingum málið, so at greiða kann fáast á, hvørjar reglur eru galdandi íeinum slíkum føri. - Fis
gjørdu eisini magakanningar av toski, hýsu og upsa á túrinum, sigur Eyðfinn Magnussen. Niðurstøða Á túrinum hjá Magnusi Heinason á Føroyabanka varð trolað á 28 ymiskum støðum, og samanumtikið er úrslitið hetta; [...] Tilsamans fekk Magnus Heinason 38 fiskasløg á túrinum, og hetta eru heldur fleiri enn vanligt er at fáa á Føroyabanka undir yvirlitstrolingum. Talið av fiskasløgum á Bankanum er vanliga rættiliga støðugt, eini [...] til túrin um somu tíð í fjør upp á 39%, tá ið samlaða veiðan var stívliga 26,3 tons, sigur Eyðfinn Magnussen. Hann vísir á, at hendan túrin vórðu fingin 1301 kg. av toski á Føroyabanka móti 1.596 kg. í 2004
váttar Leiðarin á sláturdeildini í Miklagarði, Jørgen Jørgensen, váttar, at hetta er prísurin fyri hesi upsafløk, sum komin eru úr Danmark. Hann veit eisini at siga, at kiloprísurin á tí, sum danir rópa [...] er ein fiskur, sum minnir um upsa, men er heldur klænri og blankari á liti. Lýsingur fæst sjáldan her um okkara leiðir, men syðri á havinum. Aftur og fram Slaktarin í Miklagarði heldur, at upsin og lýsingurin [...] fiskimonnum, sum hava staðið við kryvjipavnin og brotið vakt, tí næsta hálið longu var undir hekkuni á skipinum.
Í øldir hevur Suðuroy verið í serstøðu millum hinar oyggjarnar. Oyggin er fjarskotin og er sermerkt á mangan hátt, og er hetta sagt í jaligari merking. Búskaparliga, sosialt og mentanarliga hevur gjøgnum [...] fegnast um. Vit ynskja suðringum og øllum føroyingum hjartaliga tillukku við nýggja og stásiliga skipinum. Samstundis sum øll fegnast og gleðast yvir hetta risastóra framstig fyri suðringar og fyri allar
Árni heldur tað vera ringt at siga, hvør størsta broytingin við nýggja skipinum verður á hansara starvsøki. Grundprinsippið er altíð á leið tað sama í einum dieselmaskinaríið, sum bæði skipini hava. Kortini [...] trupulleikar, áðrenn teir koma. Vit hava verið á skeið, har vit hava fingið innlit í nýggja maskinaríið, og onkur hevur verið við í Spania eftir skipinum, so vit læra av hvørjum øðrum, sigur ein spentur [...] Árni leggur áherðslu á, at hesin Smyril hevur roynst ómetaliga væl og hevur verið eitt sera sjógott skip í allar mátar. Hann minnist serliga eina ferð í 1976, tá skipið skuldi í dokk. Óli Hammer var skipari
fyri Suðuroynna, sum tá Jógvan Arge á sinni sang um Smyril hjá Finnboga og Atla. Tá fór man frá, at skula lossa 5-6 bilar umborð, til at kunna rulla 100 bilar umborð á Mortan Mols. Hetta frambrotið var ófatiligt [...] handverk, sum tykist gjøgnumført. Eg varð satt at siga ovfarin" greiður hann frá. "Vit hava fyrr bygt skip á hasum leiðum, kanska ikki í Spania men í Portugal. Eg kann nevna Vágbing, Ólav Halga og Leiv Øssurson [...] Smyril er vorðin ímyndin av útlongsli hjá Suðuroyingum. Smyril er ikki loysnin Men er Smyril loysnin á teimum nógvu trupulleikunum í Suðuroynni við arbeiðsloysi og lækkandi fólkatali? "Nei tað er hann ikki
fara á Tvøroyri, tí ikki var komandi á Havnina. Harafturat skuldi hann syrgja fyri, at øll, sum tosaðu til lands, skuldu siga, at vit komu á Havnina. Vit vistu jú, at allur útróðrarflotin lurtaði á Tórshavn [...] Thomas Arabo Molsrok í tinginum Sjáldan hevur so nógv rok verið í føroyskum fjølmiðlum og á løgtingi sum á vári 1975. Finnbogi Ísakson var landsstýrismaður í samferðslumálum og legði fyrst í marts mánað [...] nýggjum bilum og umleið 30 ferðafólkum. Á middegi grundlógsdag bleiv kósin so sett ímóti Føroyum. Tá íð vit komu norður um Skagen var tung alda. Eg stóð rættuliga leingi á brúgvaveinginum tað kvøldið fyri at
Føroya søgu. Men tað gjørdist tað. Vegna landsstýrið bundu Finnbogi og Atli seg til keypið av skipinum í álitið á, at teir høvdu politiskan meiriluta. Teir roknaðu við fullari undirtøku frá Javnaðarflokkinum [...] verðina, og eisini teir, sum tá flentu at honum. Leygardagin kemur Smyril á Tvøroyri. Tá Mortan Mols kom noyddist hann fyrst á Tvøroyri, tí havnin í Havn varð blokerað. Útróðrarverkfall var og stór øsing [...] pið. Vónandi verður fagnaðurin størri hesu ferð bæði á Tvøroyri og í Havn og runt um í landinum. Míni bestu ynski fyri nýggja og stásiliga skipinum. Vónandi verða eisini ráð til at sigla fleiri túrar.
umborð, sigur Pauli Larsen. Og so eru umstøðurnar til ferðafólkið umborð á hesum skipinum ikki at samanlíkna við umstøðurnar umborð á Smyrli eitt. [...] Nýggi Smyril Nýggi Smyril verður sera vælegnaður til Suðuroyarsiglingina Tað ivast skiparin á heimferðini, Pauli Larsen, ikki í. Hann sigur, at Smyril er smíðaður serliga til hesa farleiðina. Tað er heilar
stjóri á Strandferðsluni, tá ið byggingin varð fyrireikað og hann hevði eftirlitið við byggingini fyri Strandferðsluna til fyri einum sløkum ári síðani, tá ið hann fór í annað starv sum stjóri á skipasmiðjunum [...] fer Smyril ikki at rulla og tað er stórur munur á, at nýggi Smyril fer at liva minni enn tann gamli, sum nú fer úr sigling, sigur hann. Tað vit upplivdu á heimferðini, svarar akkurát til tað, vit sóu í [...] skipasmiðjunum í Havn og á Skála. Tá hevði hann arbeitt við nýggja Smyrli í næstan fimm ár. Í hesum sambandi búði hann eisini í Spania í hálvtannað ár fyri at kunna hava betri eftirlit við byggingini. Livir