Jógvan Sundstein,
fyrrv. løgmaður
Tað var hugaligt at hoyra og síggja í sjónvarpinum, tá yvirtøkan av nýggja Smyrli fór fram í Spania. Øll "avvarðandi" vóru til staðar, og øll vóru samd um, at hetta var eitt væla skip og eitt stórt frambrot fyri føroyska innanoyggja skipaferðslu. Hendingin fekk meg til at koma við nøkrum smávegis hugleiðingum um menningina av samferðsluni í Føroyum.
Sum smádrongur beint undan og undir krígnum sigldi eg fleiri ferðir við tí Smyrli, sum seinri fekk navnið "Gamli Smiril". Hetta kom av, at pápi mín, sum um vetrarnar tá var lærari á Sjómansskúlanum, mangan um sumrarnar avloysti sum stýrimaður við Smyrli. Hetta var tá roknað fyri at vera okkara besta innanoyggja ferðamannaskip, sum - minnist meg rætt - eisini onkuntíð gjørdi túrar uttanlands. Eg minnist túrar til Suðuroyar og eisini norðureftir. Serliga stendur mær í huganum túrar út til Mikinesar eftir oksum.
Í sekstiárunum kom avloysari fyri hetta væl tjenta skipið. Nýggjur Smyril varð bygdur á Tórshavnar Skipasmiðju. Eitt væla skip, sum var eitt stórt framstig fyri innanoyggja siglingina. Men samfelagsmenningin gekk so skjótt, at tað gingu bert fá ár, so stóð tað klárt fyri mongum, at hendan loysnin ikki var optimal. Tíðin kravdi størri skip og betri útbygt skip, sum eisini, og serliga, kundi føra bilar, bæði last- og fraktbilar og persónbilar. Tað var fyrst og fremst Suðuroya leiðin, sum í mun til restina av landinum, merkti, at framburðurin ikki fylgdi við.
Landsstýrið, sum tók við í januar 1975 setti sær fyri at gera nakað við ferðasambandið til Suðuroyar. Fólkaflokkurin var við í hesum landsstýri saman við Javnaðarflokkinum og Tjóðveldisflokkinum. Av tí, at eg helst var tann av táverandi tingmanning Fólkaflokksins, sum mest gekk inn fyri tí samgonguni var tað kanska ikki so løgi, at Atli Dam og Finnbogi Ísakson, sum høvdu sama leiklut innan sínar flokkar, talaðu nógv saman um ymisk mál, og harímillum ikki minst spurningin um innanoyggja ferðasambandið. Tað stóð okkum greitt, at her var longu nógv gjørt við vegum, tunnlum og ferjum, men nógv var eftir at gera, og tað ráddi um, at ikki partar av landinum vórðu afturútsigldir.
Várið 1975 løgdu Finnbogi, sum hevði Strandferðsluna um hendi, og Atli fyri mær eitt projekt um at keypa eina bilferju úr Danmark til fyrst og fremst at røkja Suðuroyasiglingina. Talan var um skipið "Morten Mols", sum sigldi millum Sjællands Odde og Ebeltoft. Skipið var 5-6 ára gamalt og hevði ein kapacitet, sum kundi nøkta okkara tørv í mong ár. Tað kostaði um leið 25 mió. kr. at keypa. Tað var stór peningaupphædd tá. Samstundis var sjálvandi greitt, at rakstrarútreiðslurnar eisini fóru at økjast í mun til verandi skip.
Hetta var ein stórur biti at svølgja. Men persónliga hevði eg áðrenn valið í 1974 lovað frá tingsins røðarapallið, at eg eftir valið vildi stuðla eini nýskipan av ferðasambandinum millum Suðuroynna og restina av landinum. Hetta vildi eg halda. Sjálvt um eg var greiður yvir, at ikki allur Fólkaflokkurin fór at taka undir við málinum, lovaði eg at gera tað og eisini royna at fáa so stóran part sum møguligt av flokkinum at gera tað.
Eg vitsti ikki tá, at málið um Mortan Mols fór at gerast eitt hitt størsta politiska stríðsmál í Føroya søgu. Men tað gjørdist tað. Vegna landsstýrið bundu Finnbogi og Atli seg til keypið av skipinum í álitið á, at teir høvdu politiskan meiriluta. Teir roknaðu við fullari undirtøku frá Javnaðarflokkinum og Tjóðveldisflokkinum og lutvíst frá Fólkaflokkinum. Men tá ið atkvøðast skuldi stóð rættiliga nógv á. Stríðið í tinginum var hart, og fíggjarnevndin, sum hevði málið til viðgerðar, býtti seg í tveir partar. Javnaðarflokkurin og Tjóðveldisflokkurin tóku undir við keypinum, meðan umboðini í nevndini hjá Fólkaflokkinum, Sambands-flokkinum og Sjálvstýrisflokkinum vóru í móti. Hesir báðir seinast nevndu flokkarnir vóru í andstøðu, so tað var so tað var, men spjaðing kom í Fólkaflokkin. Vit høvdu mangan orðadrátt innanhýsis í flokkinum, og við hvørt var tað eisini eitt sindur beiskt. Men flokkurin kom kortini heilskapaður burtur úr støðuni.
Tá var tingmannatalið 26. Tá atkvøðugreiðslan fór fram atkvøddu 15 fyri uppskotinum, meðan 9 vóru ímóti. Tveir mugu sostatt hava verið burturstaddir. Teir, sum atkvøddu fyri vóru 6 javnaðarmenn, 6 tjóðveldismenn, 2 fólkaflokksmenn og 1 sambandsmaður. Í móti vóru Sjálvstýrisflokkurin, Framburðsflokkurin, 3 fólkaflokksmenn og Sambandsflokkurin, burtursæð frá suðuroyatingmanninum hjá hesum flokki. Minnist meg rætt var ein javnaðarmaður í móti.
Eitt var tað politiska stríðið og tann harði politiski ágangurin, men úti í samfelagnum var rættilig øsing. Mótstøðumenninir førdu dúgliga fram, at skipið var alt ov dýrt, bæði í útvegan og í rakstri, at tað var alt ov stórt, og tað als ikki brúk fyri slíkum stórum skipi. Eisini var ført fram, at tað kundi ikki nýtast til sigling í føroyskum farvatni og als ikki millum lond (tað skuldi jú eisini brúkast til at sigla til Noregs og Íslands). Eg gloymi ongatíð, hvussu glaður ein kendur politikari var, tá hann brosandi fortaldi mær, at Smyril lá uppsteðgaður á veg til Bergens. Hetta víst seg einki at hava uppá seg, men vísti samstundis meinfýsni hjá persónum, sum ynsktu, at tað skuldi ganga illa.
Men tað gekk væl, og rættiliga skjótt, sum tíðin leið, vísti tað seg, at skipið var gott, at tað var ein stórur bati fyri innanoyggja samferðsluna, og allir spádómar um, at skipið var alt ov stórt vórðu gjørdir til skammar. Eg dugi ikki rættiliga at ímynda mær, hvussu støðan hevði verið, um skipið ikki var komið tá.
Men mótstøðan móti útbygging hevur altíð verið til staðar. Vit hava sæð hana tá vegagerðir skuldu fremjast, tá tunnlar skuldi byggjast og í øðrum førum við. Undirsjóvartunnilin til Vágarnar fekk stóra mótstøðu, men tá hann so endalig kom var ikki mark fyri frøðini, og eingin skilti, hví hann ikki var gjørdur fyrr.
Sjálvandi eru mørk fyri, hvussu nógv og hvussu skjótt tiltøkini kunnu fremjast, men við teirri framkomnu planlegging, sum nú verður nýtt, sær tað út til, sat samanbindingin av landinum verður framd á skilagóðan hátt. Næsta stóra nýbrotið verður Norðoyatunnilin, og hvør veit um ikki løgmaður fær rætt, tá hann hugsar sær til, at eingin nýggjur Smyril kemur aftaná hendan, men at til ta tíð verður landfast samband av onkrum slag.
Eg havi tað ikki við hondina, men eg minnist, tá Thorstein Petersen i fýratiárunum hevði greinarøð um útbygging av samferðslukervinum og samanbinding av oyggjunum. Sum ikki eina ferð varð hann gjørdur til láturs. Men hevði hann vita aftur í verðina, og eisini teir, sum tá flentu at honum.
Leygardagin kemur Smyril á Tvøroyri. Tá Mortan Mols kom noyddist hann fyrst á Tvøroyri, tí havnin í Havn varð blokerað. Útróðrarverkfall var og stór øsing, og hon gekk so eisini út yvir nýggja suðuroyaskipið. Vónandi verður fagnaðurin størri hesu ferð bæði á Tvøroyri og í Havn og runt um í landinum. Míni bestu ynski fyri nýggja og stásiliga skipinum. Vónandi verða eisini ráð til at sigla fleiri túrar.