Nýggi Smyril
Nýggi Smyril verður sera vælegnaður til Suðuroyarsiglingina
Tað ivast skiparin á heimferðini, Pauli Larsen, ikki í.
Hann sigur, at Smyril er smíðaður serliga til hesa farleiðina.
Tað er heilar 24 metrar breitt, sum er 7-8 metrar breiðari enn Smyril er, sum nú fer í søguna og sostatt er tað ógvuliga stútt í sjónum
Harafturat er forskipið ógvuliga slankt, so hann er smíðaður til at skera seg ígjøgnum alduna og fer ikki at bresta so illa, tá ið hann er ímóti.
Tí er hetta eitt skip, sum uttan iva fer at vera heilt munandi róligari í sjónum enn Smyril 1 er, sum nú fer í søguna.
Harafturat siglur tað skjótt og hevur nógva maskinkraft og er tískil gott at manøvrera við
Annars siga bæði hann og onnur, sum vóru við úr Spania, at hann ber seg ómetaliga væl.
Ta einu náttina, vit sigldu framvið Portugal, var stormur beint ímóti. Hann hann uppførdi eg ógvuliga væl í sjónum og hann helt ferðina akkurát sum onki.
Annars er hann sera væl nøgdur við skipið annars.
Tað er í øllum førum rúmsátt umborð, sigur Pauli Larsen.
Og so eru umstøðurnar til ferðafólkið umborð á hesum skipinum ikki at samanlíkna við umstøðurnar umborð á Smyrli eitt.