Ein spennandi avbjóðing

Árni Mortensen starvast vanliga sum 2. meistari, men er virkandi maskinsjefur hendan túrin við gamla Smyrli. Hann hevur starvast umborð á skipinum síðani 1975

Árni leggur áherðslu á, at hesin Smyril hevur roynst ómetaliga væl og hevur verið eitt sera sjógott skip í allar mátar. Hann minnist serliga eina ferð í 1976, tá skipið skuldi í dokk. Óli Hammer var skipari, og ivaðist stórliga í, um teir skuldu fara, tí veðrið var so ringt. Men teir fóru so kortini. Vindurin var rættiliga nógvur, men tá teir nærkaðust havnini í Scrabster, legði skipið seg í bakborð, og sum eitt seglskip sigdi tað uttan trupulleikar inn í havnina.
Sorgblítt
Árni heldur tað vera ringt at siga, hvør størsta broytingin við nýggja skipinum verður á hansara starvsøki. Grundprinsippið er altíð á leið tað sama í einum dieselmaskinaríið, sum bæði skipini hava. Kortini væntar Árni, at nógv nýtt verður at seta seg inn í, tá tað ræður um teldustýrda eftirlitið við maskinunum.
- Men eg stúri ikki fyri tí. Eg taki tað sum eina spennandi avbjóðing, sum eitt upplivilsi. Tað er ongin grund til at taka møguligar trupulleikar, áðrenn teir koma. Vit hava verið á skeið, har vit hava fingið innlit í nýggja maskinaríið, og onkur hevur verið við í Spania eftir skipinum, so vit læra av hvørjum øðrum, sigur ein spentur Árni mortensen, sum tó viðgongur, at tað er við sorgblíndi hann fer at siga gamla Smyrli farvæl.
- Lat okum vóna, at nýggja skipið fer at roynast líka væl sum hetta. So er á góðari leið, smílist Árni