Alt peikar niðureftir á Føroyabanka

Minni er til av toski, minni av hýsu, og upsin er eisini munandi minkaður. Haraftrat er fiskurin meira rak nú enn fyri einum ári síðan. Hetta er høvuðsniðurstøðan, nú Magnus Heinason herfyri var á Føroyabanka og gjørdi yvirlitstrolingar

Føroyabanki

Magnus Heinason hevur verið á sínum triðja og seinasta túri í heyst og gjørt yvirlitstrolingar.
Høvuðsendamálið við hesum túrum er at fáa til vega tilfar, sum skal nýtast í stovnsmetingunum av toski, hýsu og upsa.
Veiðan á hesum túrum verður skrásett í vekt og tali, longdarbýti, vektbýti, aldursbýti, kynsbýti og sløgum. Eisini verða magakanningar gjørdar av toski, hýsu og upsa.
Hesin triði og seinasti túrurin hjá Magnusi Heinason í heyst byrjaði, 7. september og endaði, 12. september, og hesaferð var tað Føroyabanki, sum varð settur undir "sjóneyku".
Umborð á skipinum fyri Fiskirannsóknarstovuna vóru Arnold Henriksen, Mourits M. Joensen og Marit Pedersen og umborð fyri Fróðskaparsetur Føroya var Eyðfinn Magnussen, sum eisini hevur skrivað frágreiðing um túrin.

Minkandi veiða
Tilsamans fekk Magnus Heinason 38 fiskasløg á túrinum, og hetta eru heldur fleiri enn vanligt er at fáa á Føroyabanka undir yvirlitstrolingum. Talið av fiskasløgum á Bankanum er vanliga rættiliga støðugt, eini 33-34 sløg. Tó fekk Magnus Heinason í fjør heyst heili 39 fiskasløg.
- Samlaða veiðan hendan triðja og seinasta túrin við yvirlitstrolingum var góð 16 tons, sum er ein minking í mun til túrin um somu tíð í fjør upp á 39%, tá ið samlaða veiðan var stívliga 26,3 tons, sigur Eyðfinn Magnussen.
Hann vísir á, at hendan túrin vórðu fingin 1301 kg. av toski á Føroyabanka móti 1.596 kg. í 2004. Hetta er ein minking upp á 19%, og haraftrat var toskurin feitari fyri einum ári síðan.
- Hendan túrin var miðalveiðan av toski 45 kg. fyri hvønn fiskitíma, og hetta er 18% minni enn árið fyri, tá ið veiðan var 55 kg. fyri hvønn fiskitíma.
Eyðfinn sigur, at miðalveiðan í 2003 var heili 123 kg. fyri hvønn fiskitíma.

Hýsa minkandi
Magnus Heinason fekk tilsamans góð 6,6 tons av hýsu, sum er ein minking upp á 45% samanborið við árið fyri. Hýsan á Bankanum er heldur ikki so feit í ár sum í fjør.
Øll árini frá 1991-2002 vístu yvirlitstrolingarnar, at hýsuveiðan var í støðugum vøkstri, men síðan 2002 er veiðan minkað - og soleiðis eisini í ár.
Miðalveiðan hjá Magnusi Heinason hendan túrin var 228 kg. fyri hvønn fiskitíma móti 413 kg. í 2004. Hetta svarar sum nevnt til eina minking upp á 45%.

Upsin sama veg
Undir hesum seinastu yvirlitstrolingunum í heyst var samlaða upsaveiðan á Føroyabanka stívliga 1,5 tons, sum er heili 76% minni enn í fjør. Upsin á Bankanum er heldur ikki so feitur, sum hann hevur verið. Veiðan fyri hvørt tóv ella troltíma í ár var 53 kg. móti 219 kg. í fjør. og heili 328 kg. í 2003.

Livandi toskar
Ætlanin var eisini hendan túrin at taka einar 40-50 livandi toskar til Fiskaaling við Streymin, men hetta eydnaðist ikki, tí veðrið var so vánaligt. Í staðin høvdu tey, sum vóru við Magnusi Heinason hendan túrin, 10 livandi toskar heim við.
- Vit gjørdu eisini magakanningar av toski, hýsu og upsa á túrinum, sigur Eyðfinn Magnussen.

Niðurstøða
Á túrinum hjá Magnusi Heinason á Føroyabanka varð trolað á 28 ymiskum støðum, og samanumtikið er úrslitið hetta; toskaveiðan er minkað við 19%, hýsuveiðan við 45%, og upsaveiðan var einans 45% av tí, hon var fyri einum ári síðan.
- Kanningarnar vísa eisini, at fiskurin hevur minni at eta. Toskurin er 2,9% klænri nú enn fyri einum ári síðani, hýsan 6%, og upsin er vorðin 10% klænri samanborið við kanningarnar á heysti 2004, sigur Eyðfinn Magnussen.