milliardir pund út í samfelagið. Endamálið er at forða fyri einari nýggjari kreditkreppu, og at samfelagið skal fara aftur eftir hæli. Mervyn King, tjóðbankastjóri, segði á einum tíðindafundi í gjárkvøldið, [...] er tann mest álvarssama fíggjarkreppan, sum vit hava sæð síðani kreppuna í 1930-árunum, og kanska er hon verri enn tann kreppan, segði tjóðbankastjórin. Tjóðbankin fer at keypa almenn virðisbrøv frá bankunum
longu í gjárkvøldið á skrivstovuni hjá Giorgio Napolitano, forseta og bað um at verða loystur úr embætinum sum forsætisráðharri. Beint frammanundan hevði stjórnin tapt eina misálitisatkvøðugreiðslu í Senatinum [...] tilnevna eina fyribilsstjórn. Politiskir eygleiðarar í Italia eru ósamdir um, hvat fer at henda, men teir eru á einum máli um, at tann politiska kreppan er ikki løtt at loysa, og at hon kann lættliga gerast [...] Senatinum, sum er yvirhúsið í tjóðartinginum. 156 limir styðjaðu stjórnina, men 161 atkvøddu ímóti henni. Orðaskiftið upp undir atkvøðugreiðsluna var ógvuliga hvast. Tingmenn róptu ókvæmisorð eftir hvør øðrum
Barrack Obama rættiliga klárt á odda í amerikanska forsetavalstríðnum undan sjónvarpsdystinum, sum verður í Nashville í nátt. Ein kanning, sum CNN kunngjørdi tíðliga í morgun, vísir, at var forsetavalið [...] og í einari kanning hjá NBC fáa teir 49 og 43 prosent. Politiskir eygleiðarar í USA siga, at allar kanningarnar vísa, at munurin millum tey bæði valevnini økist í hvørjum undan sjónvarpsdystinum í nátt [...] halda, at tað eru fleiri orsøkir til framgongdina hjá Barrack Obama. Eitt er tann búskaparliga kreppan í USA, eitt annað er, at umdømið hjá Bush, forseta er so vánaligt sum ongantíð fyrr, og ein triðja
skipar Kvinnufelagið í Havn fyri fundi í Mettustovu, har Karin Kjølbro tosar um Arbeiðsloysi/ lønt arbeiði hjá kvinnum í Føroyum. Støðan viðvíkjandi løntum arbeiði hjá kvinnum í Føroyum í dag er hættislig [...] útbúgvingarnar hjá kvinnum, hvat hevur kreppan forvolt, og hvussu ávirka tvørrandi dagrøktarplássini kvinnur? Nógv er at tríva í hjá Karini Kjølbro, forkvinnu í stýrinum fyri ALS, og fundurin mánakvøldið
málfrøðingur, í viðmerking í Sosialinum í dag. Tað var Sjúrður Poulsen, fyrrverandi lærari í Hvan, sum er ættaður úr Skúvoy, sum í Sosialinum spurdi, “Hví hevur Skúvoyggin broytt navn í nýggja føroyakortinum [...] báði Sørvágsvatn og Leitisvatn er á kortinum). Tá ið kortini í kortmátinum 1:20.000 (tey sonevndu máliborðsbløðini) komu út í 1980-90’unum, skuldi støða takast til um Skúvoy ella Skúgvoy skuldi standa [...] úttaluformurin í tí øki í landinum har oyggin er. Kortið við Skúgvoy kom í 1996, útgivið av Kort- og Matrikelstyrelsen, og tað kortið hevur verið grundarlag undir kortum ið síðan eru gjørd, t.d. korti í mátinum
Í gjár seinnapartin var móttøka á nýggja Vallaraheiminum Tórshavn hjá Smyril Line, ið liggur í Húsahaganum í Havn. Vallaraheimið er annars tikið í nýtslu fyri tveimum mánaðum síðani, men bíðað hevur verið [...] vallaraheim í Havn. Badmintonhøllin og onnur høli hava verið leigað til endamálið, men hesar loysnirnar hava ikki verið nóg góðar. Onnur vallaraheim í Føroyum lata ikki væl at bíleggingunum í summar, men [...] hjá Smyril Line. Í mun til í fjør, tá ið Smyril Line leigaði Badmintonhøllina til vallaraheim, er undirtøkan tvífaldað. - Vit koma ikki uttan um, at ferðafólk serliga vilja gista og vitja í Havn. Tí er avgjørt
hvussu fólkavøksturin í kommununi er. Tá íbúgvaratalið í Runavíkar kommunu var hægst í 90´unum vóru gott og væl 2500 íbúgvar, og tá tað var lægst undir kreppuni vóru 2280 fólk. Í dag er fólkatalið á knøppum [...] húsast undir Posthúsinum á Heiðavegi í Saltangará. Har hava umstøðurnar verið heldur trongar, og í eini vaksandi kommunu hevur tørvurin á nýggjum barnagarði verður stórur. Í nýggja barnagarðinum er pláss fyri [...] meira enn í tí gamla. Tvær vøggustovur eru og fýra barnagarðsstovur. Uttandura umstøðurnar eru eisini munandi betri á nýggja stovninum, sum liggur í einum náttúruvøkrum og friðarligum umhvørvi. Í og við at
av í Føroyum. Ein teirra, sum leingi hevur verið virkin í einum av oljufeløgunum, sum hevur verið við í kanningunum her, Mike Welland hjá Lasmo, er farin at royna seg sum sjálvstøðugur ráðgevi. Í løtuni [...] Vilhelm Petersen, stjóri í Atlants Kolvetni sigur seg vera væl nøgdan við at hava fingið Mike Welland sum ráðgeva, nú hann hevur luttikið í arbeiðinum við Føroyar frá miðjan 90-unum. Hann hevur neyðuga tøkniliga [...] hava so nógva aðrastaðni í verðini. Mike Welland vísir annars á, at øll feløg í oljuvinnuni taka slíkar avgerðir nú og tá, og tað er heldur ikki óvanligt, at onnur feløg finna olju í nettupp økjum, hesi rýma
u. HB-kvinnurnar, sum eru uppflytarar, vitjaðu í Klaksvík í gjár, men máttu leggja rygg til ein veruligan avsmurning, tá KÍ vann heili 9-0 eftir 5-0 í hálvleikinum. Og eftir trý umfør eigur KÍ nú tríggjar [...] sum fleiri mundu halda, at kanska fóru fleiri lið at gera seg galdandi í kappingini hjá kvinnunum, tí tekin høvdu verið um tað í venjingardystum og undankapping, fann KÍ aftur tann góða formin frá u [...] misskilja! Skála í evstu løtu Tey bæði liðini, ið skuldu verið frægast fyri at bjóðað KÍ og AB av, sum endaðu á tveimum teimum ovastu plássunum í fjør, spældu javnt 3-3, tá Víkingur í Sarpugerði tók ímóti
leikt seg upp í bestu deildina, har teir síðani hava verið verandi, nærum uttan slit. Bert tað eina árið miðskeiðis í 90?unum mistu teir henda sess, men vunnu sær tó beinanvegin aftur sæti í bestu deildini [...] nakað heiðursmerki Petur Martin heldur at liðið teir hava í dag, ikki kemur at blanda seg upp í toppstríðið, men heldur skal royna at halda í minsta lagi ein av kappingarneytunum aftan fyri seg. Liðið [...] 12 ára gamal, og 17 ára gamal leikti í fyrstu deilt fyri fyrstu ferð. Talan er um liðskiparan hjá kollfirðingum seinasta ár, Petur Martin Johansen. Tá hann byrjaði í fyrstu deild var hetta tó ikki við KÍF