Nýggjur stovnur við ongum bíðilista

Hósdagin lat Barnagarðurin á Mýrunum í Runavík upp. Hetta er ein spildurnýggjur stovnur, har pláss er fyri 94 børnum. Í og við at nýggi stovnurin letur upp, hvørvur bíðilistin til ansingarpláss í kommununi

Runavík: Úti við Toftavatn í Runavík stendur ein stásiligur nýbygningur. Talan er nevniliga um nýggja barnagarðin í kommununi, sum hevur fingið navnið »Barnagarðurin á Mýrunum«.
Hósdagin var almenn móttøka, har høvi var at síggja stovnin, og nýggja navnið á barnagarðinum varð eisini avdúkað.
Nógv fólk kom á gátt henda dagin. Øll børnini, sum skulu slíta sínar skógvar á Mýrunum, og nógv forvitin foreldur og onnur vitjandi stukku inn á gólvið.
Kári Sverrisson undirhelt við gittara og sangi, og var nógv leskiligt hjá børnum og vaksnum at fáa sær.

Betri pláss

Barnagarðurin hevur annars seinastu 21 árini húsast undir Posthúsinum á Heiðavegi í Saltangará. Har hava umstøðurnar verið heldur trongar, og í eini vaksandi kommunu hevur tørvurin á nýggjum barnagarði verður stórur.
Í nýggja barnagarðinum er pláss fyri 94 børnum. 40 meira enn í tí gamla. Tvær vøggustovur eru og fýra barnagarðsstovur.
Uttandura umstøðurnar eru eisini munandi betri á nýggja stovninum, sum liggur í einum náttúruvøkrum og friðarligum umhvørvi.
Í og við at nýggi stovnurin letur upp, kann triðstørsta kommuna í landinum erpa sær við, at bíðilistin til ansingarstovn, hvørvur.
? Ein slíkur nýggjur stovnur hevur sjálvsagt nógv at siga fyri kommununa. Vit hava havt ein langan bíðilista, og at hann hvørvur, eru vit sjálvandi erpin av, sigur Rodmundur Nielsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu. Hann vísir á, at tað er ymiskt, sum hevur hjálpt til, at bíðilistin verður burtur. Millum annað tað, at ein stórur árgangur fer í fyrsta flokk í summar, og harvið fara nógv børn úr ansingarskipanini.
? Málið er sjálvandi altíð at halda bíðilistan á null, men hetta avhongur alt av, hvussu fólkavøksturin í kommununi er.
Tá íbúgvaratalið í Runavíkar kommunu var hægst í 90´unum vóru gott og væl 2500 íbúgvar, og tá tað var lægst undir kreppuni vóru 2280 fólk. Í dag er fólkatalið á knøppum 2600 íbúgvum, og er tað hægri enn tað nakrantíð hevur verið.
? Kommunan veksur støðugt. Kanska ikki so skjótt, men hetta er ein positiv gongd, sum vit hava, sigur Rodmundur Nielsen at enda.
Barnagarðurin á Mýrunum letur upp mánadagin 4. august, og tá verður byrjað at taka børn inn. Tann eina stovan letur ikki upp beinanvegin, men børnini verða slúsað inn, so hvørt.