Bretski tjóðbankin fer nú at seta ferð á sína seðlapressu, tí stjórnin hevur gjørt av at pumpa 75 milliardir pund út í samfelagið. Endamálið er at forða fyri einari nýggjari kreditkreppu, og at samfelagið skal fara aftur eftir hæli.
Mervyn King, tjóðbankastjóri, segði á einum tíðindafundi í gjárkvøldið, at umstøðurnar eru heilt óvanligar, og tí er tað neyðugt við óvanligum tiltøkum.
-Hetta er tann mest álvarssama fíggjarkreppan, sum vit hava sæð síðani kreppuna í 1930-árunum, og kanska er hon verri enn tann kreppan, segði tjóðbankastjórin.
Tjóðbankin fer at keypa almenn virðisbrøv frá bankunum fyri pengarnar. Bankarnir skulu so brúka pengarnar til at læna privatfólki og fyritøkum. 75 milliardir pund er tað sama sum 640 milliardir krónur.
Summir bretskir greinarar bera ótta fyri, at tiltakið hjá tjóðbankanum fer at økja inflasjónina og kann viðvirka til at gera kreppuna verri, enn hon longu er.