Tá náttúruvísundin sigur, at skrápur er svartur oman á bakinum, er hetta ikki heilt rætt. Vit, sum kenna eitt sindur til skráp og líra, plaga at siga, at ungin er kolsvartur oman á rygginum, meðan skrápur [...] líraveiði at siga. At súluveiða er ókend fyri mong, er í fyrsta lagi tí, at hetta er ein veiða, sum bert fer fram í Mykinesi – og í myrkri. Líraveiða er lítið kend, tí tað er bert á fáum plássum, at nakar [...] trívist nakað serligt. Annars siga kønir, at rotta tekur bæði egg og ungar. Lítið man vera at ivast í, at náttúruviðurskifti, sum hava gingið út yvir svartfuglastovnin, eisini hava gjørt seg galdandi hjá
felags, eisini tað, at vit eru fegin um og góð við okkara egna fólkaskúla, Hoyvíkar Skúla. Havi havt og havi varhugan av, at børn og abbabørn vóru og eru fegin um at fara í skúla á morgni, at tey vóru og eru [...] eru fegin um at vera í skúlanum, og at tey vóru og eru eins fegin, tá tey koma heim aftur til húsa. Skomm at siga tað, men eg havi ongantíð fylgt nóg væl við í, hvat og hvussu nógv tey læra í skúlanum. Sjálvsagt [...] Frá mínum uppvøkstri minnist eg væl, at tað var munandi tyngri at ganga frá okkara húsum oman brekkuna í skúla enn at ganga niðan brekkuna úr skúlanum aftur til húsa. Pisakanningin vísir neyvan, hvussu
jólaaftansmorgun og har fara rennararnir at taka støðu til, hvørja rutu tey skulu renna. Fýra rutur eru at velja ímillum, so at tað ber til hjá teimum flestu at vera við. Tann stytsta rutan er ein lættur [...] oy. Vanliga plaga tey at vera aftur á Tórsbreyt klokkan 12.30 ella klokkan eitt, men tað ber eisini til at renna til Kirkjubøar og fáa fart heim aftur við bili. Hvirlan sigur, at eins og undanfarin ár [...] Aftur í ár fara tey at renna ímillum kirkjur í Suðurstreymoy jólaaftan. Tað er Hvirlan, sum er eitt felag fyri fólk, sum renna, ið skipar fyri og hetta er fimtanda árið á rað, at skipað verður fyri einum
kann tykjast at vera rættiliga hugnaligur, lítil og lættur at ferðast í. Hóast býurin er fjórðstørsti býurin í Danmark og hevur næstan fýra ferðir so nógvar íbúgvar sum Føroyar, so er tað lætt at finna runt [...] eru eftir allari gøtuni, so ikki er neyðugt at keða teg, fert tú ein tú eftir gongugøtunum. Har er nógv at hyggja at – eisini um handlarnir ikki lokka. Oman frá gongugøtuni er kenda gøtan, Jomfru Ane Gade [...] stutta løtu, sum tykist vera fleiri minuttir og veitst, at um eina løtu fert tú við fullari ferð niðuraftur. Hóast tornið ikki er so høgt sum tornið í Keymannahavn, so man tað vera nóg høgt fyri flestu fólk
vitjaði hann aftur til Hvalvíkar. Og omma plagdi at siga frá, at meðan hann var har, hevði hann til vana hvørt kvøld at festa sær í eina pípu og ganga oman til staðið, har hús hansara høvdu staðið. Har dvaldi [...] saman við húskalli sínum var farin at hyggja eftir seyði. Tá teir nærkaðust at ánni, legði bóndin húskallinum eina við at seta í eitt róp, um hann skuldi fingið feril av, at áin vildi leypa. Hetta lovaði [...] Men tað vildi so til, at hann fekk ein slíkan hvøkk á seg, tá ið áin knappliga fór at leypa, at hann ikki fekk rópt fyri ræðslu. Ólavur doyði í áarlopinum og slongdist við ánni oman á sandin, har líkið
landið, at fyri tað er ikki neyðugt at dragsa hendan tonsatunga gravsteinin heim til Føroyar. Og forrestin, so visti eg slett ikki, at talan var um ein føroyskan gravstein, tá ið eg tók avgerð um at fáa hann [...] plagdi at vera niðri um summarið og vitja hann. Omma var altíð ring av astma, tá íð hon var heima í Rættará, og tá hon var niðri, var hon púra frísk. Hetta endaði við at abbi og hon avgjørdu, at tey skuldu [...] tann lesaran sum í næstu reglunum væntar at finna nakað markaburt og óunniligt, verður sagt frá beinanvegin, at hann verður vónbrotin og hann hevur stundir at bakka út beinanvegin, sum hann ynskir tað
farin oman á spæliplássið at hugna sær við hoppipútuni og reiggjunum. Fyri Svannu er tað nakað serstakt við at koma allan henda vegin úr Klaksvík til Vatnsoyrar. - Tað er sera stuttligt at vera saman við [...] hátt rokkið henni, soleiðis at Svanna í roynd og veru er ov gomul til at luttaka á vanligu summarlegunum. Men hvat ger man so, tá ein elskar legulívið, men er ov gomul til sjálv at luttaka á eini legu? Jú [...] við starvsfólk í køkinum fyri at vita, hvat nýtslan av ymiskum er hesa vikuna. Frá køkinum siga tey, at henda legan nýtir 1000 bollar fyri hvønn drekkamunn á kvøldi, og at í gjár ótu vit øll 3000 karrybollar
1968. Og gjørdi hetta vegasambandið, at høgligari var at fara norðurum. Men áðrenn tað, varð farið við báti ella til gongu, og mundi onkuntíð vera heldur ótespiligt at fara um Skarði á stummari nátt ella [...] Sagt var her í bygdini, at onkur útróðrarmaður ringdi til Emmu, tá ið hann vildi hava at vita hvussu útróðralíkindini mundu fara at verða, tá ið um streym og rákið galt. Sigast kann at mikil skaldskapur var [...] nógv fyri at koma fram til málið - til sjúklingin. At vera lækni á sløttum lendi, er lítið í mun til hvat tað er, tá ið tú skalt fara upp um dalar og fjøll og sjóvegis leggja til brots fyri at veita ein
blivu sett til at luttaka í tí dagliga arbeiðinum frá heilt umgum av, tað veri seg at vera við at hoyggja, at passa kúnna og seyðin, at reinsa hjá hønunum, og dunnunum, at vera við til at seta niður eplir [...] aftur við akslatrænum. At tað skuldi vera síðstu ferð, at eg sá Abraham, tað grunaði eg ikki. Meg minnist eisini sum tað var í dag, tá eg skuldi fara eitt ørindi oman til Haraldsen at keypa. Í úthurðini møtti [...] troystaði okkum við, at Abraham var farin til Jesuspápa, og tað var hansara vilji, at tað skuldi vera so. Hóast óskiljandi, so góðtóku vit, í hvussu er eg, at tað var Guðs vilji, at Abraham bróður var deyður
aftur og fram í vón um at finna at stað at standa, har tey kundu fáa eyga á tey kongaligu. Skipið legði at, og hvørjaferð hurðin fóru upp, fór eitt suð gjøgnum fjøldina. Mundu tað nú vera tey, sum komu? Misti [...] hornorkestur byrjaði at spæla, og júst sum mastrarnar á Dannebrog komu undan grótbrotinum á molanum, dagaði eisini sólin undan skýggjunum. Tað merktist týðiliga, at fólk vóru spent, og at hetta ikki var ein [...] hann av kongaliga høvdinum. Men hon var kvik at fáa hendur á honum aftur. Drotningin smílti at hendingini, og eisini tey mongu skúlabørnini hildu tað vera ógvuliga stuttligt. Síðani fór fylgið til gongu