Jústinus Leivsson Eidesgaard
Hetta er ein av teimum meira løgnu søgunum um ein gravstein, sum var tilevnaður í Føroyum, hevur staðið seinastu góðu 70 árini á Vestre Kirkegaard í Keypmannahavn og sum nú er komin heimaftur, og stendur í nýggja kirkjugarði í Havn.
Fyri tann lesaran sum í næstu reglunum væntar at finna nakað markaburt og óunniligt, verður sagt frá beinanvegin, at hann verður vónbrotin og hann hevur stundir at bakka út beinanvegin, sum hann ynskir tað. Her er ongin, sum treður dansin undir moldum.
Søgan snýr seg heldur um ynskið hjá einum abbasoni at varðveita minnið um abban, og ommuna, hvørs astma noyddi hana av landinum fyrst í farnu øld. Abbasonurin er Jákup Andrias Arge og maðurin sum er meitlaður inn í gravsteinum hevur sama navn og omman kallaðist Rasmina.
Aftan á alt hetta uttanumtosið koma vit beinleiðis til málið.
- Abbi var ein kendur maður í Føroyum og hann var eisini ein kendur maður í Keypmannahavn. Hann var ein framúr grótmaður og minnisvarðarnir um hann eru so nógvir kring landið, at fyri tað er ikki neyðugt at dragsa hendan tonsatunga gravsteinin heim til Føroyar. Og forrestin, so visti eg slett ikki, at talan var um ein føroyskan gravstein, tá ið eg tók avgerð um at fáa hann heim, sigur Jákup Andrias Arge, sum er eins kendur undir kelinavninum Pussi, tað er hann sum í eitt mannaminni hevur ríkað føroyingar við teimum vøkru myndakalendarunum. Til tykkum sum nú halda, at eg takið munnin ov fullan og eri óargaligur at kalla Jákup Andrias fyri Pussa, verið bara heilt rólig. Eg havi spurt hann, tað er ikki eitt niðrandi eyknevni, men eitt kelinavn í familjuni, eins og Daisy er fyri hennara hátign, Margretu, drotning onnur av Danmørk.
- Gróthandverkið hjá abba gjørdist kent í kongaríkinum og boð vóru eftir honum í Danmark. Hann skuldi millum annað gera gróttrappuna upp til landstingið á Christiansborg. Hon er gjørd úr føroyskum gróti, tilevnað í Rættará, har abbi arbeiddi. Abbi var nógv niðri og omma plagdi at vera niðri um summarið og vitja hann. Omma var altíð ring av astma, tá íð hon var heima í Rættará, og tá hon var niðri, var hon púra frísk. Hetta endaði við at abbi og hon avgjørdu, at tey skuldu seta seg fast niður í Danmark. Tey blivu búgvandi har til sína doyggjandi tað. Omma doyði í 1930 og abbi í 1931,sigur Jákup Andrias Arge.
- Tey blivu grivin í Vestre Kirkegaard og ikki har føroyingar vanliga blivu grivnir. Síðan hevur grøvin staðið, og vit í familjuni hava skiftst um at rinda fyri leiguna av gravplássinum. Eg eri tann seinasti, sum havi betalt leiguna. Einaferð herfyri eg var í Keypmannahavn, so súklaði eg út á kirkjugarðin. Eg súkli altíð, tá ið eg eri í Danmark, tað er tað lættasta. Tá ið eg kom inn í kirkjugarðin, so síggi eg í einum hornið eina rúgvu av gomlum gravsteinum, sum vóru tiknir av gravunum og skuldu koyrast burtur. Knappliga kom tankin, tá ið eg einaferð eri farin, so er ongin at hyggja eftir grøvini hjá abba og ommu, og so endar vakri steinurin eisini millum hasar, tað má ikki henda. Eg fór beinaleið á kirkjugarðsskrivstovuna, og spurdi hvør átti gravsteinin hjá ommu og abba. Tey hugdu í journalirnar, og komu fram til at eg átti hann. Eg lá ikki á boðunum. Tætt við lá eitt gravsteinaverkstað og eg fór inn hagar og spurdi um teir ikki kundu flyta steinin og fundamenti oman har skipini hjá Skipafelagnum løgdu at. Tað var gaman í og so kom steinurin heim til Føroyar, sigur Jákup Andrias Arge.
- Abbi var kendur í Danmark og hann var sanniliga eisini kendur í Føroyum og tað var tí at eg vildi hava gravsteinin við heim. Abbi hevur millum annað bygt sparikassan í Havn, gamla kommunuskúlan, sum í dag er býráðsskrivstova í Havn, vitan á Borðuni, Havnina í Skopun og dráttin á Eiðinum í Hvalba, sum stendur enn sum var hann nýbygdur. Abbi bygdi eisini grundina til kirkjuna á Tvøroyri. Ætlanin var at hon skuldi vera ein katedralur úr gróti, men so bilaði við pengum og ein trækirkja úr Noregið varð sett á grundina, sigur Jákup Andrias Arge.
Tá steinurin var komin heim, fóru Jákup Andrias, Tórstein Arge og Óli Nielsen, serkønur í gravsteinum kring alt landið, út á Skipafelagið at hyggja eftir honum. Palle Gregoriussen var við eisini. Ætlanin var at seta hann viðsíðuna av minnisvarðan yvir tey fyrstu niðursetufólkini á Argjum, men tað sást skjótt, at tað bar ikki til, gravsteinurin hevði misprýtt henda minnisvarða. Tað loysti seg at biða Óla hyggja eftir steininum, tí hann fann skjótt fram til, at steinurin var føroyskum. Hetta var nýtt, og teir vistu einki um hvør hevði gjørt hann.
- Abbi átti ein beiggja, sum kallaðist Óli, og sum var nógv yngri enn abbi. Hesin var eisini grótmaður. Hann búði við Landavegin, og hann høgdi gravsteinar. Eg minnist henda abbabeiggja mín, men hann var langsíðani deyður. Hann átti eina dóttir sum kallaðist Lina. Eg fór til hana at spyrja, um hon visti nakað um ein gravstein, sum pápi hennara hevði gjørt til beiggjan. Tað visti hon einki um. Men eitt visti hon. Pápi hennara gjørdi altíð eitt frámerki á sínar steinar, soleiðis at tað kundi síggjast at hann hevði gjørt teir. Frámerkið var tað ovasta á steininum, hetta punktið var so langt til vinstru, at tað sást, also ikki í miðjuni. Eg fór og hugdi eftir steininum og so var, ovasta punktið á steininum var sjónliga longur til vinstru enn miðjan., sigur Jákup Andrias Arge.
- Nú var málið uppklárað.Óli hevði sjálvur sitið og evna gravsteinin til bróðurin og hann hevði eisini høgt sokkulin, sum steinurin stendur á.
Turrlagdur drykkjumaður
Jákup Andrias Arge var sera váttligur sum yngri, so váttligur, at hann var við at drekka seg í hel. Læknin ávaraði hann og segði, at gavst hann ikki í stundini, so sigldi hann av. Jákup Andrias tók hetta í álvara , og legði fullkomiliga av. Hann var ein av stovnarunum av Losjuni í Havn í 1902.
- Tá íð hann doyði lótu losjumennirnir gera eina minnisplátu úr marmor, sum varð løgd yvir grøvina. Hendan var sokkin niður í moldina, men eg visti um hana og fekk teir at grava hana fram. Hon stendur nú eisini hjá gravsteininum, sigur Jákup Andrias Arge.










