Summarið er í hondum, og fólk gera seg til reiðar at pakka ferðataskurnar, fáa passini til vega og leita eftir rætta ferðamálinum. Nøkur ferðast í Føroyum, onnur leita sær burtur í onnur lond at ferðast. Uttan mun til, hvagar leiðin gongur, so munnu flest øll gleða seg til ljósu, fjálgu árstíðina.
Seinastu árini hava nógvir føroyingar lagt leiðina til heitu londini í Suðureuropa, men annars hevur tað verið rættiliga vanligt at vitja í Danmørk, kanska serliga í Jútlandi, sum á mangan hátt minnir um Føroyar.
Ein av áhugaverdu býunum í Jútlandi er Aalborg, sum við sínum 160.000 íbúgvum er næststørsti býurin í Jútlandi. Aalborg er ein stórbyur, samstundis sum hann kann tykjast at vera rættiliga hugnaligur, lítil og lættur at ferðast í. Hóast býurin er fjórðstørsti býurin í Danmark og hevur næstan fýra ferðir so nógvar íbúgvar sum Føroyar, so er tað lætt at finna runt í sjálvum miðbýnum við teimum mongu, smølu gongugøtunum. Handlar, kaffistovur, matstovur, kioskir og stórar sølumiðstøðir eru eftir allari gøtuni, so ikki er neyðugt at keða teg, fert tú ein tú eftir gongugøtunum. Har er nógv at hyggja at – eisini um handlarnir ikki lokka.
Oman frá gongugøtuni er kenda gøtan, Jomfru Ane Gade. við sínum hugnaligu útimatstovum og vertshúsum. Ein gøta, har lív er í, bæði dag og nátt.
Tivoli – fyri alla familjuna
Í Aalborg er eitt av størstu stuttleikastøðum í Danmark, nevniliga Tivoli Korolinelund. Hóast talan er um nógv minni tivoli enn tað í Keymannahavn, bæði í vídd og við aktivitetum, so er Tivoli Karolinelund í Aalborg eitt stað, har bæði vaksin og børn kunnu hugna og stuttleika sær ein góðan summardag. Umframt aktivitetir, sum er vanligir í einum tivoli, so hevur Aalborg Tivoli eisini tann væl umtókta rutsjibanan, nevndur Boomerangurin, sum kann fáa sjálvt tann, sum torir best, at rista í knøunum.
Fyri kortum kom 45 metra høga tornið, sum vitjandi kunnu fara uppí. Til ber at njóta góða útsýnið yvir býin, men tað man fáur kunna í hesi hædd uttan á torninum, tí tú situr har uppi eina stutta løtu, sum tykist vera fleiri minuttir og veitst, at um eina løtu fert tú við fullari ferð niðuraftur. Hóast tornið ikki er so høgt sum tornið í Keymannahavn, so man tað vera nóg høgt fyri flestu fólk.
Í tivoli eru matstovur, bæði úti og inni, umframt ein hópin av ískioskum, kaffistovum og grillstøðum. Eitt frálíkt stað fyri bæði barnafamiljur og ungdóm.
Aalborg Zoo
Eitt annað vælumtøkt ferðamál í Aalborg er Aalborg Zoo. Aalborg Zoo liggur nær miðbýnum og hevur opið alt árið. Til ber at njóta hugnaliga umhvørvið, hyggja eftir teimum 1200 djórunum, ið har er, seta seg inn á onkra av matstovunum ella bert ganga og hugna sær í vøkru lundini.
Djóragarðurin er sera væl umtóktur av barnafamiljum, kanska serliga orsakað av lítla húsdjóragarðinum við geitum, lombum og øðrum húsdjórum. Børnini fáa her høvi at fara inn í lítla djóragarðin og vera millum djórini.
Skúlaflokkar, ið vitja í Aalborg, kunnu eisini fáa rættiliga góða undirvísing um djór inni í sjálvum djóragarðinum. Aalborg Zoo bjóðar nevniliga skúlaflokkum undirvísing um tey ymisku djórasløgini, og her er talan um alt frá eiturkoppum og slangum til tey heilt stóru súgdjórini. Flokkar kunnu biðja um at fáa undirvísing innan júst tey djórasløg, tey hava áhuga í.
Til ber at lesa meira um ferðmál í Aalborg og Norðurjútlandi í komandi bløðunum hesa vikuna.