Ein frísklig byrjan upp á jólini

Aftur í ár fara tey at renna ímillum kirkjur í Suðurstreymoy og peningurin, sum kemur inn fer til børn og ungum, sum hava ymiskt at dragast við

Aftur í ár fara tey at renna ímillum kirkjur í Suðurstreymoy jólaaftan. Tað er Hvirlan, sum er eitt felag fyri fólk, sum renna, ið skipar fyri og hetta er fimtanda árið á rað, at skipað verður fyri einum tiltaki sum hesum, sum er ein meiri frísklig byrjan upp á jólini.

 

Tey hittast øll á Tórsbreyt klokkan 10 jólaaftansmorgun og har fara rennararnir at taka støðu til, hvørja rutu tey skulu renna. Fýra rutur eru at velja ímillum, so at tað ber til hjá teimum flestu at vera við. Tann stytsta rutan er ein lættur túrur upp á 2,5 kilometrar niðan til kirkjuna í Hoyvík, og oman aftur á Tórsbreyt.

 

Ein onnur ruta er 7,5 kilometrar, har runnið verður fram við nøkrum kirkjum í býnum og triðja rutan er 11,5 kilometrat, har runnið verður fram við øllum kirkjum í býnum. Fjórða, rutan, sum er tann longsta og strævnasta, er 30 kilomtrar og á hesi rutuni verður runnið fram við øllum kirkjunum í Suðurstreymoy.

 

Vanliga plaga tey at vera aftur á Tórsbreyt klokkan 12.30 ella klokkan eitt, men tað ber eisini til at renna til Kirkjubøar og fáa fart heim aftur við bili.

 

Hvirlan sigur, at eins og undanfarin ár, eru øll hjartaliga vælkomin við – eisini útisetar og annars tey, ið bara hava hug at renna ein stuttan túr fyri at fáa fríska luft. Tey flestu árini hava 60 til 80 fólk runnið við, eisini tey árini, veðrið hevur verið ein mótpartur.

 

Tiltakið er ókeypis og tað er ikki neyðugt at melda til framman undan. Men tey, ið renna, eru kortini vælkomin at lata eitt oyra og peningurin, sum kemur inn, fer óskerdur til arbeiðið hjá Barnabata. Á myndini eru tey uttan fyri kirkjuna í Kirkjubø