mangan um gongdina. - Eg hevði aldri droymt, at gongdin fór at broytast tann positiva vegin so skjótt eftir skrædlið. Ikki so frægt sum í 1995 hevði eg roknað við, at reaksjónin var so stór báðar vegir [...] kunnu vænta, at lága barnatalið fer at halda fram í hvussu so er 10 ár afturat, tí talið av kvinnum í besta føðialdrinum fer ikki at vaksa aftur fyrr enn tá. Av hesi grund fara vit ikki at fáa vaksandi [...] við hesum. Vit hava øll tikið nøkur tung tøk og eru nærum snikkaleys komin burtur úr. - Vit mettu tá, at føroyska samfelagið fór at fáa óbótaligt mein av hópflytingini. Nú kunnu vit siga, at tað sum hendi
vit hava fingið tango í blóðið og ætla avgjørt at halda fram. Hann sigur, at av tí at hetta er so nýtt, eru øll á nøkulunda sama støði - á byrjunnarstøði. Aftur at tí, at tað er stuttligt at dansa, so [...] eru glað fyri, at vit fóru við? Vilja eisini hava nýbyrjarar Siri og Gunnhild siga, at tær fegnar vilja hava, at fleiri nýbyrjarar koma við hesaferð. ? Skeiðið verður skipað soleiðis, at nakað verður til [...] ikki so ringt at koma runt á gálvinum. Árni sigur, at tú lættliga kann klára teg uttan tær heilt stóru »krúllurnar.«. ? Vit hava verið á tveimum week-end-skeiðum og hava sjálvandi nógv eftir at læra, men vit
Klaksvík. Hugsa ikki um politiskan lit ? Vit hava arbeitt fram móti málinum, og hava als ikki hugsað um, at onnur okkara situr í samgongu - og hin í andstøðuni. Tað siga tær báðar býráðslimirnir í Klaksvík [...] leisti Nú er stovnsprojektið um at vera liðugt, men Eyðgunn og Betta vilja fáa ansingarmálið endaliga upp á pláss áðrenn tær sleppa tí. Tær hava lært nógv, og hava eisini tosað um at taka onnur mál upp, sum [...] Hóast eg royndi at bera meg undan, endaði tað við, at eg kom upp á listan kortini. Framman undan hevði Betta fingið at vita, at tað einki vágaverk var at stilla upp, tí hon fór ikki at vera vald kortini
føroyingi frítt at gera eitt oljufelag, men vit hildu, tá vit gjørdu oljufrágreiðingina, at grund var til at ivast í, um man í bræði kundi fáa eitt oljufelag, sum var fíggjarliga nóg sterkt til at kunna gera [...] Árni Olafsson á, at tað í oljufrágreiðingini verður ávarað ímóti, at slíkt samstarv kann hava nakra avgerandi ávirkan á møguleikarnar hjá einum samtaki at fáa tillutað loyvi. Fyri at fáa leitiloyvi skal [...] pengar skulu til. Hann heldur eisini, at gongdin seinastu mánaðirnar hevur víst, at krøvini til stødd á oljufeløgum tykjast at vera rættiliga stór. Um størri vandi er við at samarbeiða við minni ella meðalstór
langt, at øll mugu møta til venjing. Laura Joensen leikstjórnar. Hon metir venjingarnar at hava gingið væl, hóast leysir endar enn eru eftir. Leikararnir hava víst samstarvshug, hóast tey hava vant kvøldini [...] samd um.Tey halda, at ein spurningur, ið settur verður, er hví menniskju ikki læra av søguni? Tey eru eisini samd um, at tað be til at sammeta við føroysk viðurskifti, men tað eru eisini samdum, at tað [...] setir treytir og hetta snýr leikurin seg um. Ljósmóðir mátti til Fleiri kend andlit eru at síggja á pallinum, meðan onnur eru nýggj og uppaftur onnur hava ikki verið at sæð á palli í nógv ár. Millum onnur Aase
leggur aftrat, at tað kravdi sítt hjá rumensku hjúnunum at venja seg við umstøðurnar í Føroyum. Tey bæði noyddust at gera sær greitt, at tað ikki altíð er líka lætt at fáa føroysk familjufólk at koma til venjing [...] Jacklin sjálv sigur tað, so er tað helst so, at allir vestmenningar fyrr ella seinni hava roynt at spælt hondbólt,og tí var tað bara ein sjálvfylgja, at man fór undir at venja hondbólt. Tá var ikki tað stóra [...] illa hjá VÍF, at tær í fjør noyddust aftur at leika í 2. deild. Jacklin gekk tá í skúla í Havn, og hon valdi tí at leika við øðrum havnarfelagnum, Kyndli. Um hetta sigur Jacklin við Yngd, at tað var øgiliga
ikki, um t.d. ljósini aftan fara. Og verður koyrt á vegi, har gøtuljós eru, er heldur ikki altíð so lætt at síggja, at peran øðrumegin framman er farin. Ráðini eru tí, at tú javnan skalt kanna, um nú allar [...] framvegis lýsa. Best er at biðja onkran ganga runt um bilin, meðan tá situr inni í honum og roynir um øll ljós virka, sum tey eiga. Hevur tú fyri neyðini í stundini at fáa staðfest, um onkur pera er farin [...] nógvum bilum fyri at kanna ymisk viðurskifti, harímillum, um ljósini vóru í lagi. Tað vísti seg, at flest allir bilar, sum vóru steðgaðir, høvdu einki brek við ljósinum. Eftir hesum at døma kann ikki annað
seinnu settini av dystinum, so var eingin ivi um at Mjølnir var betra liðið, og at tað vóru tær, sum stýrdu dystinum. Mjølnirkvinnurnar eru so væl fyri, at tær kunnu brúka nærum allar spælararnar til hvønn [...] og tað sá út til, at tað skuldi eydnast teimum at fáa eitt sett við til hús, men soleiðis gekst kortini ikki. Mjølnir byrjaði spakuliga men trygt, at nærkast og settið endaði við at Mjølnir vann 15-13 [...] sum bendir á, at har verða tær liggjandi tá kappingin er liðug. Einasta liðið, sum kann hótta Mjølnir, verður eftir øllum at døma Fleyr a, men tað skal rættuliga nógv til um tær skulu megna at taka meistaraheitið
konufólk at sleppa at velja, um tær hava hug at vera heima ella at verða virknar á arbeiðsmarknaðinum, sigur Gunn Joensen. Ætlaði at gevast Um tað mundið, tá ið Gunn skuldi taka støðu til, um hon skuldi [...] hjá okkum at arbeiða í kommununi, tí vit hava ongar pengar at arbeiða við, og tað ger tað eitt sindur óhugaligt. Um tað er neyðugt fyri kvinnur at vera virknar á arbeiðsmarknaðinum fyri at hava eitt gott [...] byrjaði við, at eg segði við onkran, at kvinnur altíð bera seg undan, tá ið tær verða bidnar um at stilla upp. Viðkomandi tók meg upp á orðið og heitti á meg at stilla upp. Tá helt eg, at tað var brúk
avvíst at bøta um sjúkradagpeningaskipanina hjá tímaløntum. Hon hevur avvíst at taka av skipanina við karensdøguim. Hon hevur avvíst at hækka fólkapensjónina. Teir hava avvíst hetta við beinleiðis at vísa [...] rætt at áseta ávíst áramál - hetta skal verða ein støðug gongd, heldur Bergur P. Dam, sum endar við at siga: ? Trúgva vit ikki upp á, at hetta er møguligt - so ber als ikki til at trúgva uppá, at ein [...] greiðir frá, at Javnaðarflokkurin ætlar at gera ein sáttmála millum Føroyar og Danmark, sum gevur okkum allar heimildir til at yvirtaka, tá vit halda, at tíðin er búgvin til tess. ? Samgongan ætlar at yvirtaka