Tann 6. februar verður aftur møguleiki at síggja sjónleik í Sjónleikarhúsinum í Havn. Tá frumsýnir Havnar Sjónleikarfelag leikin "Tann gamla daman kemur til býin" eftir Friedrich Dürrenmatt.
Leikurin snýr seg um ungu damuna, sum má rýma av bygdini, tí hon er komin í óføri. Á eldri árum vitjar hon aftur og tá er viðvent í holuni. Bygdin er forfallin, men gamla daman er væl fyri, hon hevur verið gift sjey ferðir. Hon skal síðan verða bygdini hollur stuðul og bjarging, men hon setir treytir og hetta snýr leikurin seg um.
Ljósmóðir mátti til
Fleiri kend andlit eru at síggja á pallinum, meðan onnur eru nýggj og uppaftur onnur hava ikki verið at sæð á palli í nógv ár.
Millum onnur Aase Lützhøft Dunn, sum hevur annan høvuðsleiklutin. Hon hevur ikki verið á palli síðani einaferð í sekstiárunum, tá "Brim og brúdleyp" varð leiktur.
Sjálv heldur hon tað vera rættiliga symbolskt, at tað mátti ein ljósmóðir til, fyri at yvirtala hana at fara á pall aftur. Aase hevur annars fingist nógv við útvarpleik, bæði sum leikari og leikstjóri.
Jógvan Ósá hevur hin høvuðsleiklutin. Hann kemur langan veg til venjng, men einar tvær ferðir hevur verið avlýst, tí ikki hevur borið til at komið til Havnar. Ikki kann venjast uttan Jógvan, sum hevur leiklutin sum keypmaður, og tá hann ikki kann, so fáa ini 28 fólk avboð. Hetta kann verða ein tung byrða, men hann metir tað vera sera áhugavert at vera við til slíka ætlan, har so nógv fólk eru við.
Fyrstu ferð á føroyskum palli
Ikki øll hava verið noydd at møtt til venjing hvørja ferð. Tey hava vant síðani í november mánað, so nú er komið so langt, at øll mugu møta til venjing.
Laura Joensen leikstjórnar. Hon metir venjingarnar at hava gingið væl, hóast leysir endar enn eru eftir. Leikararnir hava víst samstarvshug, hóast tey hava vant kvøldini á tamb. Eingin er frítikin frá arbeiði, í samband við leikin, so bert verður vant um kvøldarnar.
Laura sigur, at hetta kendasti leikur hjá Dürrenmat. Hann er kendur høvundur og mettur millum teir týdningarmiklastu á okkara leiðum. Hann hevur sagt, at "Willhelm Tell er framvegis einasti sveisari, ið allur heimurin kennir".
Leikurin er ein klassikari, sum t.d. eisini er at síggja á palli í Týsklandi í hesum døgum.
- Vónandi verður øðrvísi nú, í hvussu er í Føroyum, sigur Laura Joensen.
Hon sigur, at leikurin snýr seg um rættvísi. Hetta er mynd av lítlum býi, sum eisini kann vera allur heimurin. Her er kærleiki, mutur og morð. Eisini er stuttligt at leggja til merkis nøvnini.
Í fimtiárunum
Leikurin er skrivaður í fimtiárunum og er kanska verður heimsstøðan gjørd upp. Í leikinum eru døtur, ið nevnast Hermina og Adolfina. Um hetta sipar til nakað er ilit at siga, men seinna heimskríggj er júst farið, tá leikurin er skrivaður, so hetta leiðir hugan ávísan veg.
Moralurin í leikinum er, halda leikararnir, atein skal liva rættvíst, ella kemur alt aftur, sum ein boomerang. Heldur ikki skal ein gera øðrum ilt.
Johan Dalsgaard, í Kollafirði, hevur leiklutin sum lærari, men samstundis er hann eitt slag av moral varðhaldsmanni. Ella sum Johan sjólvur sigur, eitt slag av dupultmoral varðhaldsmanni.
Johan er nýggjur á pallfjalunum í Sjónleikarhúsinum. Hetta metir leikstjórin Laura vera spennandi, tí hann er sín egin og er vanur at stýra sjálvur, men tað sleppur hann ikki nú og tað er ein uppgáva hjá leikstjóranum.
Hóast leikurin er skrivaður í fimtiárunum, so er evnið enn galdandi, tykjast leikarar og fólkini aftanfyri pallin, samd um.Tey halda, at ein spurningur, ið settur verður, er hví menniskju ikki læra av søguni?
Tey eru eisini samd um, at tað be til at sammeta við føroysk viðurskifti, men tað eru eisini samdum, at tað ætla tey ikki at gera nakað stórvegis við.
Leikurin skemtisorgarleikur og nógv skemt og satira er í leikinum.
Barbara
Leikurin er tíðarleysur og Barbara í Gongini er sett at taka sær av at gera búnar og pallmynd. Eisini hon er nýggj í sjónleikarhøpi, hóast hon áður hevur roynt seg á palli í øðrum sambandi.
Hon sigur, at roynt verður at gera eitt einfalt og tíðarleyst rúm. Búnar og pallur verða í svørtum. Síðani koma hvítt og reytt afturat. Arbeitt verður við ljósi og myndum og at hjálpa sær við hesum hevur hon fingið Inga Joensen, sum er gamal í garði á hesum øki. Møguliga verður eisini roynt at arbeiða við skuggum.
Jytte Joensen frá Havnar Sjónleikarfelag sigur, at ringt er at finna f´ólk og her kravdist nógv fólk. Meginparturin eru menn í búnum aldri. Jytte og Laura siga, at tey hava gjørt persónúrvalið nakað minnið, enn upprunin er, vegna fráfall. 27 leikarar eru við í leikinum, umframt hjálparfólk.
Frumframførsla
Tann 6. februar verður so frumframførsla í Sjónleikarhúsinum í Havn. Tá kemur tann gamla daman til Havnar.
Spennandi verður at fylgja henni og øllum hinum leikandi á leikpallinum. Húsið hevur fingið upprunaliga snið sítt aftur og eisini verða nógv kend andlit at síggja millum tey nýggju. Andlit, ið kanska eisni fá nakað av uppruna sniðnum aftur, tá tey aftur merkja leikhúsfjalarnar undir føti