Burtur úr gongdini í fólkatalinum seinasta tíggju ára skeiðið kunnu vit gera tvær staðfestingar. Nettotilflytingin hevur ongantíð verið so høg í nýggjari tíð. Vit skulu heilt aftur til 1948 fyri at finna eina so høga nettotilflyting til Føroya, og tá var fólkatalið bert 26.500. Eins og nú gjørdu serlig viðurskifti seg eisini tá galdandi. Føroyar høvdu verið avbyrgdar frá umheiminum í nógv ár orsakað av krígnum, og fólk sluppu ikki heim. Nú eru vit so dánt komin yvir eina kreppu, ið hevur ávirkað okkum øll so ella so og fólk flyta heimaftur.
Hin staðfestingin, ið er úrslit av somu gongd, er, at vit hava ongantíð havt eitt so lágt burðartal í nýggjari tíð. Í 1989 vóru 946 børn fødd í Føroyum, í fjør var talið 645. Vit skulu heilt aftur til 1940 fyri at finna eitt so lágt burðartal. Og sambært Hans Paula Strøm, sosiologi á Hagstovu Føroya er orsøkin einføld.
- Lága burðartalið er ein avleiðing av hópfráflytingini. Ættarliðið av kvinnum í føðialdri er minkað. Í 1989 var tað 5300 og í 1997 var talið 3900. Tað vil siga ein minking uppá 26%. Tilsvarandi minkar barnatalið eisini, sigur Hans Pauli Strøm.
Føroyskar kvinnur hava í mun til kvinnur í øðrum londum átt fleiri børn í part, og eiga framvegis fleiri enn kvinnur í øllum Norðurlondum. Eisini í altjóða høpi er føðitíttleikin í Føroyum høgur, men nú er hann minkandi.
- Vit kunnu vænta, at lága barnatalið fer at halda fram í hvussu so er 10 ár afturat, tí talið av kvinnum í besta føðialdrinum fer ikki at vaksa aftur fyrr enn tá. Av hesi grund fara vit ikki at fáa vaksandi barnatal í tilgongdini til skúlarnar, sigur Hans Pauli Strøm.
Øki við sviðusoð
Hyggja vit at føðitíttleikanum úti um landið er stórur munur. Í Suðuroynni, Sandoynni og Vágoynni, ið ikki í sama mun hava fingið ágóðan av nettotilflytingini til Føroya sum onnur øki í Føroyum, er talan um eina sokallaða tunga aldurssamanseting.
- Har eru lutfalsliga fá ung, somuleiðis lutfalsliga fá í føðialdri, meðan tann eldri endin er stórur. Tað ávirkar burðartalið samstundis sum føðitíttleikin í hesum økjum er væl lægri enn aðra staðni í Føroyum, sigur Hans Pauli Strøm.
So var kortini ikki fyri nøkrum fáum árum síðani, tá serliga føðitíttleikin í Sandoynni var høgur. Fara vit aftur til 1995 áttu kvinnur í Sandoynni flest børn í part.
- Niðurstøðan er tann, at hvørt ættarlið, sum nú verður føtt í Føroyum, er ein fjórðing lægri enn tað plagdi at vera. Tað ávirkar tilgongdina, men eingin vandi er kortini á ferð. Barnatalið er enn hampuliga høgt, sigur Hans Pauli Strøm.
Tá ið kreppan var upp á tað ringasta nøkur fá ár aftur í tíðina ávaraði Hans Pauli Strøm mangan um gongdina.
- Eg hevði aldri droymt, at gongdin fór at broytast tann positiva vegin so skjótt eftir skrædlið. Ikki so frægt sum í 1995 hevði eg roknað við, at reaksjónin var so stór báðar vegir. Ongin kundi roknað við hesum. Vit hava øll tikið nøkur tung tøk og eru nærum snikkaleys komin burtur úr.
- Vit mettu tá, at føroyska samfelagið fór at fáa óbótaligt mein av hópflytingini. Nú kunnu vit siga, at tað sum hendi kann bøtast. Nøkur viðurskifti eru kritisk og tey eru í pørtum av landinum. Tá ið sagt verður, at øll búgva í Havn og øll flyta til Havnar passar tað als ikki. Í einum samfelag við eini samferðslu sum okkara er talan um eina øgiliga stóra konsentrasjón av fólkatalinum í einum øki. Í Íslandi búgva tveir triðingar í Reykjavík, í Føroyum býr ein triðingur í miðstakarøkinum, sigur Hans Pauli Strøm.
Skeiv kynssamanseting
Longu áðrenn kreppan byrjaði í 1989 var talan um eina skeiva kynssamanseting í Føroyum. Nógv fleiri menn eru enn kvinnur.
- Ein høvuðsorsøk til henda ójavnan er flytingin heilt aftur í 50 og 60-unum. Tey flestu sum komu heim aftur vóru menn. Í flytingini í 60-unum, ið hevði meiri sosialar og mentunarligar orsøkir enn beinleiðis neyð, vóru nógv flest kvinnur sum fluttu av landinum. Tríggir fjórðingar av nettofráflytingini í fyrru helvt av 60-unum vóru 15-20 ára gamlar kvinnur.
- Hópfráflytingin fyri nøkrum árum síðani tók lutfalslig líka nógv burtur av hjá kvinnum sum monnum. Tí verður undirskotið av kvinnum enn størri. Omaná hetta kemur, at nú gongdin er vend og fólk flyta heim aftur flyta færri kvinnur enn menn. Umleið tveir triðingar, sum koma aftur eru menn. Kvinnur hava størri lyndi til at vera verandi og tað kann hava nakað at gera við, hvussu arbeiðsmarknaðurin í Føroyum er. Framgongdin sum hevur verið í føroyska samfelagnum hevur serliga verið innan vanlig mansyrki.
Í aldursbólkinum, har veruligur munur er á, tað vil siga tey millum 20 og 40 ár, eru nærum 1000 kvinnur færri enn menn.
- Tað er eitt stórt tal. Eisini í eldri aldursbólkum eru færri kvinnur enn menn, sigur Hans Pauli Strøm.