Jan Müller
-Tað stendur einum og hvørjum føroyingi frítt at gera eitt oljufelag, men vit hildu, tá vit gjørdu oljufrágreiðingina, at grund var til at ivast í, um man í bræði kundi fáa eitt oljufelag, sum var fíggjarliga nóg sterkt til at kunna gera seg galdandi. Eg má tí viðganga, at tað er eitt positivt yvirraskilsi, at tað hevur eydnast at fáa eitt felag við einum so mikið stórum partapeningi, stovnað so skjótt og sum longu hevur gjørt avtalu við útlendsk feløg.
Hetta sigur fyrrverandi formaðurin í Oljuráðleggingarnevndini og tann føroyingur, sum kanska hevur verið mest við í tilrættaleggingini av eini føroyskari oljuvinnu, Árni Olafsson. Hann var við til at gera tær báðar frágreiðingarnar til landsstýrið, sum síðani hava verið grundarlagið undir orðaskiftinum av øllum oljupolitikkinum.
Áhugaverd avtala
Árni Olafsson heldur avtaluna millum Atlants Kolvetni og oljufeløgini Amerada Hess, Norsk Hydro, Lasmo og Dong vera áhugaverda. -Soleiðis sum hetta samstarv er lagt upp, so er tað ein skilagóður máti at arbeiða uppá, nevniliga hetta at tað er á jøvnum føti og á handilsligum grundarlagi, og har ein ikki leggur seg eftir at dyrgja eftir almennum fyrimunum.
Hvat viðvíkur spurninginum um eitt útlendskt samtak við føroyskari luttøku kann fáa fyrimunir í eini komandi útbjóðing, vísir Árni Olafsson á, at tað í oljufrágreiðingini verður ávarað ímóti, at slíkt samstarv kann hava nakra avgerandi ávirkan á møguleikarnar hjá einum samtaki at fáa tillutað loyvi. Fyri at fáa leitiloyvi skal ein fyrst og fremst hyggja eftir førleikanum hjá einum samtaki og hvussu tað sum heild riggar. Tað roknar hann eisini við verður mannagongdin.
Tey kenna spælireglarnar
Árni Olafsson ivast heldur ikki í, at teir, sum hava gjørt avtalu við føroyska felagið, vita hetta og kenna spælireglarnar.
Árni Olafsson sær tí einki løgið í, at eitt føroyskt oljufelag nú tekur upp samtarv við útlendsk feløg. -Eins náttúrligt, sum tað er, at føroysk skip fiska á landgrunninum, er tað, at føroyingar eisini eru við í leiting og útvinning av olju. Hetta er ein ressursa heima hjá okkum sjálvum, og tað er greitt, at vit hava áhuga í at vera við til at troyta hana, hóast tey teknisku og búskaparligu viðurskiftini innan hesa vinnu eru so serstøk og gera gáttina so høga fyri at koma inn.
Spurningurin um hvussu Føroyar og allir føroyingar skulu fáa lut í møguligum inntøkum frá oljuni hevur ikki verið so nógv umrøddur enn. Men roknast má við, at tá uppskot til kolvetnisskattalóg og onnur uppskot, sum snúgva seg um, hvussu føroyska samfelagið skal fáa inntøkur frá eini oljuframleiðslu, fara at verða løgd fyri tingið, fer eisini spurningurin um eitt nú alment oljufelag at verða viðgjørdur. Skulu fyrst og fremst tey, sum eiga kapital at seta í privat føroysk oljufeløg, fáa lut í komandi oljuinntøkunum - ella skal tað almenna eisini tryggja øllum øðrum teirra lut í oljuinntøkunum - gjøgnum eitt nú eitt landsoljufelag?
Árni Olafsson vísir á, at tað í oljufrágreiðingunum verður gjørt vart við, at tað má metast, at tað neyvan kann góðtakast politiskt bara at geva einum privatum føroyskum felag fyrimunir framum allar aðrar føroyingar. Hetta verður so nakað, sum politikararnir mugu gera av.
Ein avvegan
-Men um tað nú verður so, at tað bert verða privat føroysk oljufeløg, hvat kann man so frá almennari síðu gera fyri at tryggja, at allir føroyingar fáa ágóðan av oljuni?
-Tað, sum allir føroyingar skulu hava, er væl fyrst og fremst lut í teimum skattum og avgjøldum, sum koma burtur úr eini oljuvinnu.
Hvat viðvíkur spurninginum um eitt landsoljufelag, sum tryggjar øllum Føroya fólki lut í øllum loyvum og harvið eisini lut í møguligum oljuinntøkum sigur Árni Olafsson, at tað er aftur ein politisk avvegan um, hvat er skilagott og ikki. Sjálvur hevur hann ikki hug at siga, um tað er rætt ella skeivt við almennari luttøku í leitingini, men vísir til oljufrágreiðingina, har tað verður sagt, at hetta letur seg gera, men leggur tó aftrat, at ein kann ímynda sær ein rationellan oljupolitikk bæði við og uttan eitt landsoljufelag.
-Vit mugu gera okkum greitt, hvørji krøv vit vilja seta til umsøkjararnar, og at eitt loft er yvir teimum. Tvs. at jú meira tú krevur á einum øki, jú minni kann man loyva sær at krevja á øðrum økjum. So hesi tingini hava samband viðhvørt annað - í hvønn mun tú skal leggja størri dent á skattir og avdráttir ol. ella tú skal fáa inntøkurnar gjøgnum luttøkuna av einum almennum oljufelag - ella bæði tvey.
Árni Olafsson sigur víðari, at man hevur ta fatan, at summi oljufeløg eru rættiliga nógv ímóti at verða tvingað til at samarbeiða við ein almennan partnara og vísir annars til oljufrágreiðingina, har tað verður gjørt vart við dimensiónirnar í øllum hesum, tvs. hvussu nógvir pengar skulu til. Hann heldur eisini, at gongdin seinastu mánaðirnar hevur víst, at krøvini til stødd á oljufeløgum tykjast at vera rættiliga stór.
Um størri vandi er við at samarbeiða við minni ella meðalstór oljufeløg heldur enn at velja samstarv við teir heilt stóru sigur Árni Olafsson, at soleiðis sum gongdin hevur verið í oljuvinnuni, so kann eingin kenna seg tryggan, heldur ikki tey stóru feløgini og vísir hann her til avgerðina at leggja Amoco saman við BP og ætlanina at leggja Mobil saman við øðrum stórum oljufelag.
Arne Poulsen tók við
Árni Olafsson, sum í fleiri ár var formaður í Oljuráðleggingarnevndini, tekur sær í dag burturav av marknasamráðingunum við bretar. Tað var undanfarni løgmaður, Edmund Joensen, sum gjørdi av at seta Arna Poulsen, vinnumálastjóra sum formann í Oljuráðleggingarnevndini. Sjálvur segði løgmaður alment, at hetta var fyri at geva Árna Olafsson betri stundir at arbeiða við markinum. Í dag er Arne Poulsen eisini formaður í eini nevnd, sum táverandi løgmaður setti og sum hevur til uppgávu at koma við einum tilmæli um eitt alment føroyskt oljufelag. Hetta verður klárt í vár.










