Pápi mín gjørdi ein bát til ein danskan lækna, sum æt Henriksen og sum var lækni á Sandi í hálvtrýssjunum. Tíðliga í summar kom ein danskur bátasmiður inn á verkstaðið. Hann segði, at ein kona hevði ringt [...] hevur altíð vakt ans, eisini uttanlands, og á ólavsøku í fjør kannaði ein norsk kvinna, sum var í Føroyum sum ferðafólk, sær ein føroyskan bát. Tað var í sambandi við, at felagsskapurin Kiwanis lutaði [...] bátasmiðurin hevði ein toll við í sjáttuni og hann passaði akkurát í skapelónina hjá pápa. Kona henda danska bátasmiðin hevur verið frítíðaravloysari á Klaksvíkar sjúkrahúsi í summar. Nú ein dagin kom hesin
Atli P. Dam Tað havi eg skilt soleiðis, at tað minni er um politikk Petur Mohr Dams, men meir um hann sum privatpersón og pápa. Um lívsins gongd í einum so politiskt merktum heimi, ja ein kann siga burturav [...] fáa stundir til av vera pápi, og at hava ein gerandisdag saman við sínum. Afturlítandi kann eg vegna øll okkum systkin siga, at vit meta okkum at hava haft ein góðan og tryggan barndóm og ungdóm við ógvuliga [...] við, og ofta var ongin annar kassi at fara í uttan hansara egni, tá ein hjálpandi hond skuldi veitast fyribils, ella tað kundi blíva ein ella onnur kautión. Hesi viðurskifti vistu vit børn væl um, tí foreldrini
Millum tær nógvu tónleikasendingarnar í Útvarpinum, er ein, sum øll hava hoyrt onkuntíð, og nógv dáma serliga væl. Tað er sendingin » Á Sanganna Veingjum» hjá Gunnvør Poulsen, sum nú í samfull trý ár - [...] ivaleyst nógv, sum ikki kenna andlitið aftanfyri røddina. Gunnvør Poulsen er 43 ára gomul, gift og eigur ein son. Dagliga arbeiði hennara er at starvast á Próvstovuni í Undirvísingar- og mentamálastýrinum Tað [...] hon ikki helt seg til, tá hon varð spurd, avgjørdi hon kortini at royna. Áðrenn hetta hevði verið ein sending við sama innihaldi, sum kórleiðarar skiftust um at leggja til rættis. Hon kallaðist »Chorus»
Býráðið er fyri at veita so nógv skeinkiloyvi,sum brúk er fyri. Hetta er ein vinna eins og aðrar, sum sjálv skal hava møguleika at skipa seg, heldur Leivur Hansen. Tá tað er sagt, so haldi eg at tað [...] sama slag í Havn, sigur Leivur Hansen. Møguleiki at økja um talið av loyvum Eftir hvat skilst - eg havi ikki formliga fingið brævið frá landsstýrismanninum enn, so ber til at tosa um at økja talið av loyvum [...] Tordi tú ikki, tá samanum kom, ikki at lata Býráðnum tilmæltu 40 skeinkiloyvini? Tað er ikki ein spurningur um at tora. Eg skuldi taka støðu út frá tveimum tilmælum, tað hjá býráðnum í Havn, sum ásetti
skipast sum fullveldi - sum tikið verður til í uppskotinum. Ein skipað ætlan er løgd fyri hesum, og ljóðar hon soleiðis (við loyvi formans): 1. ein millumlandasáttmáli verður gjørdur, sum ásetir, at framt [...] millum tvey sjálvstøðug og javnsett lond. Í hesum sambandi verður eisini gjørd ein búskaparlig og fíggjarlig uppgerð og ein avtala um eina búskaparliga skiftisskipan. Sáttmálin verður lagdur fyri Løgtingið [...] framrokningar, so er meginparturin av viðmerkingunum ein gjøgnumgongd av og agitatión fyri Føroyum sum fullveldi. Uttan mun til hvørja støðu ein hevur til hetta seinna, so halda vit í Miðflokkinum hetta
tað kann ein heldur ikki krevja av einum dómara. Tak til dømis Petur Erhardt úr Sumba. Hann dømur, sum bert ein Petur Erhardt ger. Hann hevur stíl - nevniliga sín egna máta, at gera tað uppá. Eins væl vit [...] broytingunum, enn verri stýra teimum, hon er har, og verður har. Ein møgulig avleiðing kann verða, at smærru feløgini fáa ein niðurtúr, til ein superliga verður gjørd, og smærru feløgini sleppa í 1. deild [...] stóran týdning, um dómararnir halda eina felagslinju, ella døma eins. Tað ber snøgt sagt ikki til, tí dómararnir síggja ikki støðurnar eins. Úrslitið av hesum ásetingum og tosið um felags linju kann bara
teirra dagur, og at ÍBV hevði eina sera góða verju, samstundis sum miðjan hjá Leiftur ikki riggaði eins væl og hon hevur gjørt fyrr, fyrst og fremst tí teir mistu henda eina miðvallaran seint í fyrra hálvleiki [...] bæði spælararnir og viðhaldsfólkini kundu vera errin aftaná, tí Leiftur hevði verið við til at skapt ein góðan og undirhaldandi dyst millum tvey lið, sum bæði spældu positivan fótbólt. Páll segði, at næsta [...] - Vit missa nakrar mans nú, og vit skulu tí til at spæla nakrar nýggjar mans inn á liðið. Men tað havi eg góðar vónir til, og nú fara vit í holt við at fáa teir seinastu sáttmálarnar upp á pláss. Spurdur
í Koda-avgjaldi. Vit mæltu til ein sáttmála, har gjaldið fyri tónleik varð ásett eftir tónleikanýtsluni og eftir lurtaragrundarlagnum. Men Koda vildi bert tingast um ein sáttmála eftir sama leisti sum [...] ella Gramex-grunninum verður lutaður út sum stuðul til útgávur. Ein ávís upphædd verður latin til hvørt útgivið eintak, og hesin stuðul er ein hjálp t.d. í teimum førum, har talan er um bíligar endurútgávur [...] kundu hugsað sær, at Koda-gjaldið í Føroyum var á sama stigi sum í eitt nú Danmark. Hetta sjónarmið havi eg ilt við at skilja. Koda-gjaldið fyri útvarpspartin hjá Danmark Radio er størri enn øll fíggjarætlanin
avloysa tá tað berst frá hjá ein av hinum trimum, sigur hann. Peter Jensen vónar at kundarnir far at bera yvir við teimum ta fyrstu tíðina. ? Tað er nú einaferð so, tá ein kemur so brádliga inn í eina [...] vørur hvørja viku, soleiðis at kundin alla tíðina følir at hann fær nýggja vøru. ? Og eftir tí, sum eg havi skilt, so er tað at fáa vørur hvørja viku nakað nýtt í Føroyum. Góður marknaður og góð plasering Peter [...] plasering enn hana teir hava í SMS. ? Plaseringina kunnu vit avgjørt einki siga til, sigur hann. Av tí at ein stórur partur av teimum vørunum skal skiftast út, so kundi meiri enn so hent seg, at tað verða onkur
hvør sigur, at ein sjúkrahúsdeild er eitt maskinarí, sum koyrir við føstum, ásettum snúðningum dag út og dag inn og orkubrúkið hareftir støðugt ella sum eitt strandferðsluskip ella ein bygdaleiðsbussur [...] tí ólíkir stovnar og upphæddir kunnu ikki samanberast, og sjálvur havi eg bert lítið fíggjarskil, men einaferð umsat eg í yvir 20 ár ein pinkustovn undir landinum, sum hevði lógarásettar arbeiðsuppgávur [...] yvirhøvur longri, og við aldrinum fylgja vanliga sjúkur við bæði til likams og sálar. Fólkasamansetingin broytist, og eru fleiri stórir árgangir av eldri fólki, til dømis krígsárgangirnir ávegis inn í eldrahópin